Vit gita: Upp til fleiri broytingar

Landsliðið: Vit fáa einki at vita, men onkrar ábendingar eru um nakrar broytingar

Føroyska A-landsliðið skal í dag klokkan 17 spæla móti Lettlandi á Tórsvølli í 3. umfari í Nations League. Liðið hevur bara havt eina venjing í Føroyum, eftir venjingarlandsdystin mikudagin í Danmark, har vit taptu 4-0.

Håkan Ericson hevur higartil hildið fast í eini stammu á liðnum, sum hevur gingið aftur í teimum trimum dystunum, ið hann hevur verið landsliðsvenjari. Á tíðindafundinum vil hann ikki siga nakað um útskiftingar á liðnum, men tað er givið at fleiri av okkara spælarum ikki kunnu spæla tríggjar dystir upp í slag.

Tí verður leitað eftir hvar Håkan Ericson kann gera broytingar. Liðið hevur sterkar avloysarar í verjuni og í álopspartinum, meðan miðvøllurin higartil hevur verið mannaður av Halli Hansson, Brandi Hendrikssyni og Sølva Vatnhamar.

Vit gita, at Teitur M. Gestsson fær afturval í málinum. Gilli Rólantsson er eitt gott boð at koma inn á høgra bakkin, meðan Odmar Færø møguliga kemur inn fyri Heina Vatnsdal. Sonni Ragnar Nattestad hevði ávísar avbjóðingar í Danmark, men hann er okkara einasti lámi miðverji, um vit rokna Rógva Baldvinsson sum miðvallara. Á vinstra bakki er Viljromur Davidsen ikki so slitin frá hesum kappingarárinum, so hann tolir at spæla nógv hesa samlingina.

Tað eru ábendingar um, at Gunnar Vatnhamar, sum kom inn í Danmark, kanska fær sín kjans, men Jóannes Bjartalíð hevur spælt allar dystirnar undir nýggju leiðsluni. Higartil hevur Meinhard E. Olsen bara spælt í fyrsta dystinum, sum var móti Malta. Tá spældu vit 4-3-3, meðan uppstillingin síðani hevur verið meiri 4-4-2. Heldur Håkan Ericson fast í 4-4-2, so verður tað helst pláss fyri Patriki Johannesen frá byrjan, heldur enn Meinhardi E. Olsen.

##med2##

So er tað Jóan Símun Edmundsson. Hann er okkara stóra stjørna og hevur meldað seg tøkan, men fyribils kundi tað sæð út til, at toftamaðurin í Arminia Bielefeld byrjar uttanfyri, fyri síðani at koma inn. Hetta passar eisini við, at hann helst ikki skal spæla for nógvar minuttir á hesum sinni.

Vit gita (Føroyar 4-4-2): Teitur M. Gestsson – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson – Klæmint A. Olsen, Patrik Johannesen

##ms##