Okkum nýtist ikki greinar upp og niður um hesi fyribrigdi, sum um tað er nakað vit finna uppá ella sum júst er dottið niður av himni.
Vit kenna øll til røktarbústaðir, eldraíbúðir, lutabústaðir, seniorkollektiv og onnur ungdómskollegiir, eins og vanlig sethús. Mynstrið er langt síðani blivið púra greitt fyri okkum.
At arbeiða við loysnum er nakað annað! Og tað krevur skriving, sum tey fæstu tíma at lesa. Tí seti eg nakrar yvirskriftir.
Arbeiði við bústøðum og bústaðarpolitikki krevur innlit og vitan. Løgfrøði og ognarviðurskifti, fíggjar- og fíggingaviðurskifti, munin á almennum og privatum viðurskiftum og samskifti millum hesi. Munin á øllum í einari byggifasu og tá byggjaríið er liðugt.
Munin á, tá allir aktørar eru við í eitt tíðarskeið - og ikki eru við, tá byggjaríið er liðugt. Ella øvugt, eru við allan vegin.
Um eg havi gloymt okkurt, so havi eg eisini skil fyri tí.
Eg havi skil fyri slíkum og kann tosa við, -um tað eru áhugabólkar, bankar, kommuna, byggifyritøkur, veitingar- og tryggingarfyritøkur v.m.
Við eru liðug at tosa í yvirskriftum, nú krevst handling. Alt annað er at halda fólkið fyri gjøldur.
Bergun Kass
valevni fyri Sambandsflokkin