- Vit halda fram við byggingini av Norrønu

Stjórin á týsku skipasmiðjuni, sum skal byggja Norrønu, roknar við, at Smyril Line verður ført fyri at gjalda fyri nýggju Norrønu

Stjórin á Flensburger Schiffbau-Gesellschaft (FSG) sigur seg hava álit á, at Smyril Line verður ført fyri at gjalda fyri nýggju Norrønu.

- Vit halda fram við at byggja Norrønu sum ætlað, og vit rokna sjálvandi við, at Smyril Line fer at klára at gjalda fyri skipið, sigur Fred Garbe, stjóri á skipasmiðjuni.

Hann vil als ikki gera viðmerkingar til, hvat hendir, um Smyril Line ikki kann veita trygdina, sum skipasmiðjan hevur kravt til á middegi í dag.

Fred Garbe var sjálvur í Føroyum síðst í juni mánaði og skrivaði undir byggisáttmálan upp á nýggju Norrønu. Sáttmálin ljóðar upp á 660 milliónir krónur, og fyri hesa upphædd skal Smyril Line fáa eitt nýmótans ferðamannaskip við øllum hugsandi hentleikum.


Vit halda fram

Tað er nú sannlíkt, at byggingini av nýggju Norrønu verður steðgað, tí skipasmiðjan í Flensburg hevur kravt fíggjarliga trygd frá Smyril Line, um arbeiðið skal halda fram.

Hesa trygd - sum er upp á 75 milliónir krónur - fer Smyril neyvan at klára at veita á middegi í dag, tá týska skipasmiðjan hevur kravt svar.

Stjórin á skipasmiðjuni vil einki siga um, hvat teir hava kravt frá Smyril Line, men hann váttar, at partarnir skulu tosa saman á middegi í dag.

- Eg haldi, at Smyril Line skal sleppa at svara í hesum máli. Okkara viðmerking er, at vit halda fram við byggingini eftir ætlan, og at vit rokna við, at Smyril Line fer at liva upp til sáttmálan, sigur Fred Garbe.


Arbeiðið komið langt

Fámælti týski stjórin vil als ongar viðmerkingar gera til, um skipasmiðjan fer at steðga byggingini av Norrønu, um Smyril Line ikki kemur við ein fíggjarligari trygd á middegi í dag.

Hann endurtekur bara, at skipasmiðjan er komið langt við arbeiðnum upp á nýggju Norrønu, og at arbeiðið heldur fram sum ætlað.

Smyril Line hevur arbeitt við at finna pengar til trygdina, sum týska skipasmiðjan krevur fyri at halda fram við byggingini, men tá landsstýrið segði nei til at veita veðhald fríggjadagin, gjørdust møguleikarnir smáir fyri at finna eina loysn.

Aðrir stórir føroyskir lánsveitarar hava eisini sagt nei til finna kekkheftið fram, og tí verður Smyril Line helst noytt at svara skipasmiðjuni, at teir kunnu ikki veita ta trygd, sum skipasmiðjan krevur.