Annar av semingsmonnunum hjá Semingsstovninum, Suni Schwartz Jacobsen, gevst sum semingsmaður 1.oktober. Vanlig mannagongd er, at semingsmenn verða settir í trý ár, og síðan verður støða tikin til, um teir skulu halda fram. 1. oktober er tíðarskeiðið hjá Suna Schwartz Jacobsen sum semingsmaður av, og hann hevur ongar ætlanir um at halda fram. Tað var heldur ongantíð ætlanin hjá Suna at verða semingsmaður longri enn hesi trý árini, og tí kemur tað valla óvart á nakran, at hann nú letur starvið frá sær.
Tað er einki dulsmál, at Suni varð hart trýstur undir samráðingunum í vár millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar. Fleiri høvdu at hansara leikluti undir sjálvum samráðingunum. Vit hava sett skjótt fyrrverandi semingsmanninum stevnu um eitt prát um samráðingarnar í vár, um støðuna á føroyska arbeiðsmarknaðinum og hvat hann heldur um uppskotið hjá landsstýrismanninum um loysn á trætum á føroyska arbeiðsmarknaðinum í framtíðini.
Støðan óbroytt
Undir drúgva verkfallinum á privata arbeiðsmarknaðinum í vár fekk Suni Schwartz Jacobsen nógvar ábreiðslur fyri sín leiklut undir samráðingunum. Ivi varð sáddur um hansara gegni, tí hann var bæði semingsmaður og arbeiddi sum granskoðari hjá arbeiðsgevararunum.
Tað varð eisini havt á tunguni, at semingsmenninir, Høgni Høgnesen og Suni sjálvur, gingu ov lítið millum partarnar, og vóru harvið við til, at verkfallið dróg so langt sum tað gjørdi. Arbeiðarafeløgini hartaðu eisini semingsmenninir fyri, at teir ætlaðu at steingja partarnar inni 1. mei, tá altjóða arbeiðaradagurin er. Spurningurin um uratkvøðuna vakti eisini stóran ans, og arbeiðarafeløgini góvu rættiliga ilt av sær og søgdu seg als ikki ganga við til eina uratkvøða sum semingsmenninir skutu upp.
Suni Schwartz hevði ikki stórvegis viðmerkingar til atfinningarnar í vár, og tann støðan er framvegis óbroytt. Til spurningin um hansara gegni vísir hann á, at hann á sinni varð valdur av eini nevnd, ið umboðaði báðar partar á arbeiðsmarknaðinum, og partarnir vistu fullvæl, hvør hann var. Tað var tí heldur óskiljandi, at tann eini parturin kom afturumaftur í vár, tá tey sjálvi, av fyrstani tíð, høvdu verið við til at seta hann í starvið sum semingsmann.
Hann er heldur ikki samdur í ábreiðslunum, at semingsmenninir gingu ov lítið millum partarnar, tí tað var so langt millum partarnar, at tað var rættiliga torført at bera seg øðrvísi at, tí krøvini hjá feløgunum vóru so ymisk.
Onkur hevur eisini havt á lofti, at semingsmenninir í samband við samráðingar í vár høvdu aðrar mannagongdir, enn teirra undangongumenn hava havt, og at tað tí kom fjáltur á partarnar undir samráðingunum, men tað hevur Suni Schwartz heldur ikki stórvegis viðmerkingar til.
Hann sigur bert, at hann metir ikki teir bóru seg øðrvísi at, og leggur afturat, at møguliga hava aðrir semingsmenn nýtt aðrar mannagongdir, men støðan er ein onnur í dag, og tað er ein noyddur at fyrihalda seg til.
Spurdur, um samráðingar vóru øðrvísi fyri Semingsstovnin, nú arbeiðarafeløgini, fyri fyrstu ferð í eitt mannaminni, stóðu saman sum eitt felag, svarar Suni, at var eitt sindur øðrvísi. Hann heldur, at generelt verður tað helst lættari hjá Semingsstovninum í framtíðini at samráðast við arbeiðarafeløgini, tá tey standa saman, enn tá tey vóru spjødd.
Gott við konstruktivum pørtum
Eftir trý ár í starvinum sum semingsmaður, hevur ein gjørt sær hollar royndir við at fáa partar, ið eru rúkandi ósamdir, at endiliga finna fram til eina felags semju. Suni Schwartz Jacobsen dylir ikki fyri, at tey trý árini hava rúmað bæði positivar og negativar løtur. Serliga positivt hevur tað verið, tá báðir partarnir eru komnir við uppbyggjandi uppskotum. ? Tað eru partarnir sjálvir, sum skulu semjast, og ikki vit sum skulu noyða teir, men finst eingin semja, so er uppgávan hjá Semingsstovnurin at traðka til, sigur skjótt fyrrverandi semingssmaðurin.
Spurdur, um ávís feløg hava verið lættari at hava við at gera enn onnur, svarar Suni, at tað er rættiliga torført at generalisera.
? Hvussu samráðingar ganga er ofta treytað av, hvussu støðan er og hvørji krøv partarnir hava. Tíðin, ið er tøk, og hvussu væl fyrireikaðir partarnir eru spælir eisini inn, hvussu væl einar samráðingar ganga, greiðir Suni frá.
Suni leggur afturat, at tað eru ofta smáar misskiljingar, sum elva til stríð, og tá
er tað ómetaliga týdningarmikið, at partarnir eru væl fyri fakliga. Spurdur, um hvat hann heldur um dygdina á sáttmálum hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum í dag, svarar hann, at flestu sáttmálarnir eru rímuliga ítøkiligir.
Hann vísir á, at í hansara tíð sum semingsmaður hevur hann altíð havt ta aðalreglu, at hann aldrin orðar ein fullkomiliga nýggjan sáttmála, men ger heldur nakrar smávegis broytingar frá teimum gomlu sáttmálunum.
Skilagott við fýra semingsmonnum
Suni Schwartz Jacobsen letur sum heild væl at nýggja uppskotinum hjá Bjarni Djurholm um loysn á trætum á arbeiðsmarknaðinum. Hann vil ikki gera viðmerkingar til samlaða uppskotið, men heldur seg til broytingarnar, ið landssstýrismaður ætlar at gera viðvíkjandi Semingsstovninum. ? Tað er gott fyri Semingsstovnin, at tað gerast fleiri semingsmenn, tí so kunnu teir taka sær av teimum økjum, ið teir hava mest kunnleika til, tí eingin ivi er um, at tað er rættiliga møtumikið hjá tveimum semingsmonnum at seta seg inn í allar sáttmálarnar, greiðir Suni frá.
Hann heldur eisini, tað er skilagott, at tað er lagt upp til, at Semingsstovnurin eisini skal fevna um almenna arbeiðsmarknaðin. Í síni tíð sum semingsmaður hevur tað av og á verið heitt á Semingsstovnin um at blandað seg í ósemjur á almenna arbeiðsmarknaðinum, men teir hava sýtt fyri tí, tí stovnurin metti seg ikki hava heimild til tað.
Suni Schwartz Jacobsen er einki fyri at taka dagar ímillum, hvørja lagnu uppskotið hjá Bjarna Djurholm fer at fáa. Hann sigur, at tá alt kemur til alt, so er tað ein politisk avgerð. Sjálvur metir hann, at tað kann verða óheppið at kroysta eitt uppskot yvir høvdið á pørtunum, tá tann eini parturin ikki ynskir tað. Hinvegin eru politikkarnir valdir til at taka avgerðir, so teir mugu sjálvir gera av, hvat er best fyri samfelagið
Vantar saklig sjónarmið
Spurdur, um hann sær fyri sær nakrar týðandi broytingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum í framtíðini, so sleppast kann undan øllum trætunum, ið hava eyðkent føroyska arbeiðsmarknaðin seinastu árini, svarar Suni, at tað er ringt at spáa um. ? Arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar eru í mongum førum viðspælarar, men tosað vit um løn, eru teir mótspælarar. Fær man broytt broytt samarbeiðsháttin nakað, so at partarnir síggja seg meir sum viðspælarar, so kundi verið sloppið undan fleiri ósemjum, metir Suni Schwartz.
Tað er einki dulsmál, at seinastu árini hevur kjakið millum fakfeløgini og arbeiðsgevararnar stórliga verið merkt av, at partarnir halda fast um síni sjónarmið. Teir hava ilt við at koma víðari, so tær neyðugu broytingarnar á arbeiðsmarknaðinum verða framdar, sum báðir partar í roynd og veru ynskja.
Suna sigur seg ofta nøkur meira saklig sjónamið frá pørtunum, og ikki bara nøkur kenslulig og subjektiv sjónarmið. Hann heldur, at kjakið um uppskotið hjá Bjarna Djurholm hevur verið stórliga merkt av tí sama, og at partarnir hava rættiliga ilt við at koma úr gomlu skotbrøvunum, og bróta úr nýggjum
Arbeiðsamboðini mugu kunna nýtast
Nú Suni Schwartz Jacobsen skjótt gevst sum semingsmaður, hevur hann eitt serligt ynski til Semingsstovnin. Hann heldur tað er ómetaliga týdningarmikið, at Semingsstovnurin fær brúkt tey amboð, stovnurin hevur fingið tillutað.
Í hesum sambandi kann nevnast uratkvøðan í vár, sum semingsmenninir skutu upp. Teir høvdu heimild til at senda eitt uppskot til uratkvøðu hjá limunum í arbeiðarafeløgunum, men í praksis bar tað illa til. Sum støðan er í løtuni, so eru tað felagið, ið hevur uratkvøðuna, sum sjálvt skal skipa fyri. Nevndirnar í arbeiðarafeløginum sýttu fyri at skipa fyri uratkvøðu, og tískil fingu semingsmenninir lítið.
Suni heldur, at mannagongdin eigur í framtíðina at vera, at tað verður semingsstovnurin, sum skal skipa fyri uratkvøðunum. Hetta skal tryggja, at amboðini hjá stovninum ikki bara skulu rigga í teori, men eisini praksis.
Tá vit royna at spyrja hann, hví semingsmenninir í vár gjørdu av -heldur ótraditionelt at royna eitt semingsuppskot hjá limunum í arbeiðarafeløgunum, svarar Suni, at tað er hann ikki so áhugaður at gera viðmerkingar til. Tit mugu væl hava havt illgruna um, at limirnir hjá arbeiðarafeløgnum ikki tóku undir við formonnunum? Tú kanst sjálvur gita tær til, hvat vit hava hugsað í tí støðuni. Men er ikki nakað um tað ? Tað vóru kompliseraðar samráðingar, og meir vil eg ikki koma inn á tað, sigur Suni Schwartz Jacobsen at enda.
Hvussu hevur verið og ikki hesi trý árini, so er tað ein sannroynd, at Suni Schwartz Jacobsen hevur verið semingsmaður fyri seinastu ferð á hesum sinni. Næstu samráðingar á privata arbeiðsmarknaðinum verða millum Handverkararnar og Handverksmeistararnar, sum byrja 1.oktober. Kemur tað so langt, at neyðugt er, at Semingsstovnurin verður noyddur at leggja uppí, so verður tað uttan Suni Schwartz Jacobsen, sum takkar fyri seg 1.oktober.