Eftir ársaðalfundin í Sandoyar sýslu Ferðalag, sum var hin 3. mars í ár, hevur felagið fingið nýggja nevnd og nýggjan formann. Heini Tausen er nú formaður, og hann er bæði spentur og tendraður til hesa uppgávu. Hann sigur, at stórar avbjóðingar og stórar broytingar liggja fyri framman í sýsluni.
- Um fá ár verður koyrandi undir Skopunarfirði, og eg ivist onga løtu í, at tá kemur ferðafólkamynstrið í sýsluni at broytast fullkomiliga, sigur nýggi formaðurin.
Hann vísir á, at eitt tað fyrsta, sum nýggja nevndin í Sandoyar sýslu Ferðalag fer at arbeiða við, verður saman við kommununum at seta út í kortið eina langtíðarætlan fyri, hvussu ferðavinnan í sýsluni skal skipast.
- Arbeitt hevur verið við hesum seinastu tíðina, og stórt arbeiði er longu gjørt. Men, enn er nakað á mál, áðrenn ein greið og ítøkilig ætlan fyriliggur. Tað er av alstórum týdningi, at Sandoyar sýslu Ferðalag - saman við Visit Sandoy - í nógv størri mun enn higartil fara at arbeiða við at menna Sandoyar sýslu í ferðavinnuhøpi.
Heini Tausen leggur dent á, at hóast tað fara at ganga eini 3-4 ár, til koyrandi verður undir Skopunarfirði, og ferðafólkastreymur og mynstur tá fara at broytast, so er kortini neyðugt longu nú at arbeiðast miðvíst og hart, soleiðis at sýslan verður so klár sum møguligt at taka ímóti nýggju avbjóðingunum.
Hann vísir á, at arbeiðssetningurin hjá Visit Sandoy er at vera savnandi fyri sýsluna og framhaldandi at fáa útbjóðarar innan ferðavinnu at arbeiða saman. - Endamálið er, at sýslan eisini framyvir kemur at standa so sterk sum gjørligt og soleiðis eisini kann stýra ferðafólkastreyminum við atliti til ynskir og hugsanir hjá fólkinum í sýsluni.
Nýggi formaðurin í Sandoyar sýslu Ferðalag sigur, at enn merkist økta talið av ferðafólki í Føroyum ikki eins væl í Sandoyar sýslu sum aðrastaðni, og hetta kemur neyvan at broytast tað heilt stóra, fyrr enn koyrandi verður.
Hetta ger, at Sandoyar sýsla hevur ein gyltan møguleika at gera neyðugu fyrireikingarnar og taka við læru frá økjum í Føroyum, sum hava upplivað líknandi broytingar innan ferðavinnu. - Okkara mál er og verður at fáa alt fólkið í sýsluni at standa saman og arbeiða saman sum ein eind, Heini Tausen.
##med2##