- Vit hava eina góða kenslu

H71 málverjin, Ári Egason Dam, sigur, at teir í H71 hava góðar vónir til fyrstu FM-finaluna, sum verður í kvøld

Tað er í kvøld klokkan 20:00 at fyrra FM-finalan millum VÍF og H71 verður spæld. Hon verður spæld í høllini í Vestmanna.

 

Í fjør hittust somu liðini í FM-finalununum, tá vestmenniningar drógu longra stráðið, hóast H71 í landskappingini hevði verið omaná. Í ár hevur talan verið um somu søgu. H71 hevur verið einaráðandi í landskappingini, meðan VÍF ímóti endanum so spakuliga hevur vundið seg upp í landskappingini.

 

Í H71 ætla teir at hevna ósigurin frá í fjør móti vestmenniningum. Málverjin hjá H71, Ári Egason Dam, letur væl at fyrireikingunum til FM-finaluna í kvøld.

 

-       Fyrireikingarnar hava gingið sera væl. Vit høvdu seinastu taktisku fyrireikingarnar í gjárkvøldið til dystin, og kenna okkum væl fyrireikaðar til dystin í kvøld. Hópurin møtir longu klokkan 16:30 til eina máltíð, og so vera vit saman inntil dystarbyrjan.

 

Ári Egason Dam sigur, at teir í H71 eru ávirkaðir av einum skaða til fyrstu FM-finaluna í kvøld.

 

-       Vit hava ein skaða í hópinum sum er okkara unga verjukempa, Helgi Hoydal. Tað er uttan iva ein smeitur fyri liðið at hann er uttanfyri, men vit hava eisini góðar mans at seta í hansara stað. Vit hava havt aðrar smáar skaðar, men til finaluna eru allir mans vorðnir tøkir, so samanumtikið vil eg siga at hópurin er rættuliga væl fyri til FM-finalurnar, sigur Ári Egason Dam.

 

Hann sigur eisini, at teir í H71, hava eina vón um, at teir í ár kunnu vinna á vestmenningum. Men hann sigur at tað er trupult at vita frammanundan hvussu dystirnir fara at vera.

 

-       Tað er ógvuliga trupult at siga hvussu dystirnir fara at enda frammanundan, tí VÍF er eitt sera svingandi lið, sum á degnum eru sera góðir. Men vit hava góðar vónir. Hópurin tykist klárur, og vit hava eina góða breidd á liðnum, har allir hava nakað at geva liðnum. Vit hava fyrireikað okkum væl til finaluna, og hava eina góða kenslu nú undan finalunum  - so vit ætla okkum at vinna FM í ár – eisini um VÍF’ararnir raka góðar dagar í FM-finalunum, sigur Ári Egason Dam at enda.