Eina søk, sum kann savna føroyska fólkið, og okkara uppgáva fram til valið er tí, at vit fáa boðskapin út, segði Jóannes Eidesgaard m. a. í røðuni hann helt, á Summarstevnuni hjá Javnaðarflokkinum á Svangaskarði 16. juni
SUMMARSTEVNA
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins
Fimm dagar frá longsta degi, og vit uppliva oyggjarnar í summarsins fagrasta ljósi og litum. Summartekini eru mong alt frá summardáum, smálombum, heiðafuglum, ferðafólki og summarstevnum. Men eisini Javnaðarflokkurin hevur sítt egna summartekin - afturvendandi summarstevnurnar. Vit hava nú í fimm ár á rað skipa fyri summarstevnum, og vónandi er hetta nú vorðið eitt afturvendandi tiltak, sum vit hava tikið til okkkara, og sum vit ætla at halda fast við. Ein stevna, har vit møtast undir øðrum umstøðum enn tær, vit dagliga kenna. Ikki ein rennan millum fundir og telefonir og tíðindafólk, men eitt høvið, har vit koma hvørjum øðrum eitt sindur meira við enn vanligt. Har vit tosa meira persónligt hvør við annan, har vit læra hvønn annan øðrvísið at kenna, har vit saman uppliva nakað, sum vit eru góð við - okkara vøkru náttúru. Og henda fimta summarstevna okkara er einki undantak. Tit góðu eysturoyingar hava skipað fyri einari stevnu við blandaðum innihaldi alt frá mentan, har tey lokalu vísa sín dugnaskap, til náttúruupplivilsir, har vit saman leita burtur frá dagliga óljóðinum og nýta okkara stórslignu náttúru, til fólkafund við røðum við politiskum innihaldi til at enda við einari veitslu í góðum lag millum vinir og partafólk.
Fræga skald okkara Christian Matras hevur eina yrking, sum hann kallar fólkafundur:
Sí næstu síðu!
Og Gøtueiði liggur hóast alt ikki so langt burtur frá tí staði, vit nú eru stødd. So kanska kunnu vit finna kenslurnar og stemningin, sum Christian Matras so væl lýsir í hesi yrkingini úr savninum ?Úr leikum og loyndum? frá 1940.
Innan vónandi ikki alt ov langa tíð, so verður løgtingsval aftur. Og um ikki so langa tíð, so verður eisini fólkatingsval. Hvat av hesum báðum valum kemur fyrst, er kanska ringt at meta um, men nú er eitt at gera, og tað er at gera seg til reiðar til fara í valstríð. Nú er enn einaferð at bróta upp um ermar og fara í stríð. Og trúgv tí ella ei, men tað eru mong í okkara landi, sum seta sítt álit á, at Føroya Javnaðarflokkur fær eitt gott val. Og tað er ein skylda, um áliggur okkum, at so verður.Men vit fáa einki givið, og mótstøðan, sum longu nú er óvanliga hørð, hon verður alt harðari. Vit fáa eitt valstríð, sum ikki er fyri sartar sálir. Men fremst av øllum mugu vit fáa eitt valstríð, har vit sjálvir seta dagsskránna við teimum málum, sum liggja okkara flokki nær. Ikki enn eitt valstríð, sum bert snýr seg um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, men eitt valstríð við málum, sum Javnaðarflokkurin fegin vil hava loyst í einari komandi samgongu.
Tí vil eg í hesi røðu taka nøkur av teimum høvuðsevnum fram, sum eg haldi eru av størsta týdningi, at vit fáa umrøtt og gjørt nakað við í komandi valskeiði. Sjálvandi gevast ikki stundir til at viðgera øll mál, tí bert eitt úrval.
Hóast yrkjarin sigur, at tað ikki var okkum givið at standa saman, og hóast gamalt agg og øvund var eins væl kent millum manna, sum tað er í dag, so vóru okkara forfedrar fullgreiðir yvir, at tá stør tøk skuldu takast var neyðugt at standa saman sum ein maður. Báturin var ikki drigin úr neysti, uttan at fleiri vóru um tað, bátur fór ikki til útróðrar uttan við fullari manning, grind var hvørki rikin og enn minni hildin til, uttan at øll bygdin var um tað, og fjøllini vóru ikki gingin uttan við fullari rakstrarmanning, og bjørgini vórðu ikki søkt uttan í góðum felagsskapi. Umstøðurnar í bygdini, á sjónum, í haganum og í bjørgunum kravdu felagsskap av okkara forfedrum, meðan tíðin í dag tíverri alt meira er merkt av, at hvør ansar sær og sínum. Felagsskapurin er gjarna nakað, sum verður fyrireikað av øðrum, og er alt ov lítið náttúrligur partur av tí dagliga.
Støðan í Føroyum seinastu trý árini hevur sett ein kíla niður gjøgnum føroyska fólkið, niður gjøgnum bygdirnar, niður gjøgnum familjurnar og vinaløgini. Ein kíli, tí vit ikki megnaðu at draga eina lína í sjálvstýrisspurninginum. Og tað verður ein avbjóðing fyri eina komandi samgongu at fáa samansjóvað fólkið aftur. Tað verður ikki lætt - kanska ógjørligt, men royndin skal gerast, soleiðis at vit hóast alt kenna okkum aftur at vera á sama báti. At vit eru felags um hetta landið, og at tað verður ein felags skylda, at vit saman byggja landið.
Og nakað ófrættakent merkir tíðina nú.
Latið ongantíð nøkur sleppa at taka sær patent upp á tað, sum føroyskt er, okkara flagg, okkara mentan, okkara mál og okkara søgu. Hetta eru okkara felags virðir, hetta er okkara felags arvur.
Seinasta tíðin hevur sátt iva um, hvat ein føroyingur er. Okkara fólkasál er gjørd til ein juridiskan spurning. Menn vilja hava, at tað skal vera hægra løgfrøðin, sum skal gera av, um gamli sluppfiskarin í Fugloy ella gamla fiskagentan á Tvøroyri eru føroyingar ella okkurt heilt annað? So kaldur kann politikkur gerast. Men vit vita, hvat ein føroyingur er. Okkum nýtist ongan fólka- ella statsrættarkønan at siga okkum slíkt. Hesa tilvitan hava vit í okkum.
Og í kjalarvørrinum av hesum í fólkarættinum uppfunnu føroyingunum ella rættari í kjakinum afturvið hevur javnan verið settur spurningur við, um ikki nakrir føroyingur eru betur føroyingar enn aðrir? Hvussu kann ein javnaðarmaður vera ein rættur føroyingur, spyrja teir? Teir tosa jú um onnur virðir enn tey, sum teir sjálvir definera sum tey veruligu virðini.
Føroyska síðan er politiskt definerað av teimum, sum ráða, sum tey, sum stuðla landsstýrinum og samgonguni. Men hvat er so hin síðan? Eru nøkur okkara meira føroyingar enn onnur? Ella eru tað bert tey, sum vilja hava fullveldið her og nú, sum kunnu kallast rættir føroyingar? Og eru tað hesi somu, sum ekslusivt eiga okkara mentan? Eru tað veruliga nakrir superføroyingar, og eru tað veruliga nakrir sekundaføroyingar? Nei, sjálvandi ikki, hóast nøkur, hondina á hjartað, halda tað.
Alt spurningar, sum lættliga kunnu finna rúmd í einari viðkvamari sál. Spurningar, sum lætlliga kunna festa í nakað, sum vit altíð hava havt andstygd fyri. Spurningar, sum hoyra einari tíð til, sum vit samfeld hava vent bakið. Men hetta eru tó spurningar, sum lættliga koma í slóðini av einum orðaskifti, sum so fullkomiliga fór av kós.
Hvussu mangan hevur ikki verið havt á lofti, at teir og teir av okkara landsmonnum eru ikki annað enn landasvíkjarar? Hvussu nógvar røður eru ikki hildnar, har landsins fremstu fíggindar eru peikaðir út? Í reinari sjálvsdyrkan hava menn í ekstasulíknandi rúsi brúkt eitthvørt høvið til at peika seg sjálvar út sum landsins sonnu hetjur og so hini, sum tey, sum vit betur vóry fyriuttan.
Seinasta dømi er, at tjóðveldispropagandain Fregnir sigur, at Javnaðarflokkurin vil lata dønum oljupengarnar. Hetta er lygn og er ongantíð sagt. Oljuavtalan frá 1992 sigur, at fáa vit inntøkur frá einari oljuvinnu, so skal hetta føra til eina samráðing um lækking av ríkisstuðulinum. Og er tað ikki sjálvsagt. Tað, sum Javnaðarflokkurin harumframt hevur sagt, at tað er einki í vegin fyri, at hava vit ráð, so skulu vit gjalda fyri tær tænastur, sum danir gera fyri okkum í Danmark sum t.d. uttanríkipolitikk, verjupolitikk, útbúgvingar o.l. Og longu sum er, gjalda vit fyri Ríkissjúkrahúsið.
Hetta meta vit virðiliga loysn.
Føroya fólk stendur í politiska stríðnum í tveimum næstan eins stórum pørtum, sum hava trupult við at tosa sama mál og somu søk. Í hvørjum bindiklubba, familjuføðingardegi og undir neystavegginum gongur stríðið. Og hetta stríð skilir okkara fólk meira og meira sundur.
Hetta er ein ólukkustøða, og tí er tað ein avbjóðing at fáa føroyingar aftur at kenna seg um eitt fólk.
Næsta stóra avbjóðingin verður at fáa eitt arbeiðsført landsstýri og eina arbeiðsføra samgongu. Ikki eina samgongu sum hesa, har vit bert hoyra um eina ósemju fyri og aðra eftir. Ósemjur millum flokkar, ósemjur innanhýsis í einstøku flokkunum og ósemjur millum landsstýrismenn. Men tó ongantíð meira ósamdir, enn at teir hava lættliga funnið felags fíggjandan - danir og okkum javnaðarfólk. Eitt framkomið rættarsamfelag er eyðkent við, at mál verða fingin frá hondini. At borgarin fær síni mál avgreidd, og at politiskar ósemjur ikki sleppa at liggja óloystar og vaksa seg uppaftur størri. Og júst hetta hevur eyðkent sitandi samgongu, har høgra hond sjáldan hevur vitað, hvat hin hondin hevur tikist við. Hetta má broytast, so at ikki alt verður lagt til síðis og kemur í drag. So sum við málunum um Brimil, Teistan, Fólkaskúlan og Læraraskúlan bert fyri at nevna nøkur dømi. At vit fáa eitt landsstýri, sum tekur avgerðir og avgreiðir mál.
Seinastu trý árini hava tó verið merkt av nøkrum slagorðum, taka vit ikki loysingarmálið við. Eitt av hesum hevur verið privatiseringar.
Tað er sera stórt ynski hjá hesi høgravendu samgongu, at alt sum ber til at privatsiera, verður privatiserað. Við Caragata-álitinum leggja teir til brots. Okkara landsjørð, okkara fiskitilfeingið, Føroya Banki, Postverkið, Føroya Tele, Atlantsflog, Strandferðslan, Fiskavirking, Fiskasølan, Framtaksgrunnurin og JFK-trol.
Fólkaflokkurin tí hann trýr upp á liberalismuna, meðan Tjóðveldsiflokkurin tí hann eftirhondini sær, at hetta er kanska einasti møguleiki til at fíggja loysingina. Og tað er tungt at standa ímóti hesum høgrarákið, og serliga tungt, tí vit eru teir einastu, sum eru á varðhaldi.
Tí er tað so týdningarmikið, at vit eru við í hesum orðaskifti, so vit fáa ávirka gongdina. At vit fáa tikið skilagóðar avgerðir, og at vit fáa forða fyri, at tað, sum liggur best hjá okkum øllum, verður latið øðrum, og at eitt nú umsorgararbeiðið fyri einhvønn prís ikki verður privatiserað.
Og hvørjir eru hesir potentiellu keypararnir? Tað er avmarkað, hvussu nógvur vágafúsur kapitalur er í Føroyum, og tí verða nógv av hesum virðum, sum teir ynskja at privatisera, seld útlendingum, og føroyingar gerast húskallar í egnum landi. Vit síggja gongdina longu nú bæði innan fyri alingina og innan fiskivinnuna.
Hví hevur tað slíkan skund at privatiesera bankan? Hvør átti eitt nú bankarnar, tá alt fór á heysin? Tað var ikki skattgjaldarin, men teir privatu, og hví allari víðu verð hevur tað slíkan skund, at hesir sleppa fram til trogið aftur longu nú?
Og gongdin í okkara fiskivinnu, har landsstýrið annanhvønn dag peikar sínar egnu millióningar út, má steðgast. Fyrst vóru fleir av hesum reiðarunum saneraðir fyri hundraðtals milliónir við tykkara pengum, og sleppa síðan nú at sita og selja okkara felags tilfeingið til hægstbjóðandi. Hetta má steðgast ongantíð ov skjótt.
Og hvørjir sluppu framat oljuna? Vóru tað vanligir føroyingar gjøgnum eitt alment oljufelag? Nei, tað vóru teir við pengum á kistubotninum, sum sluppu. Og so siga teir, at teir vilja børsnoterað hesi privatu føroysku feløgini, sum í onkrum førum er næstan bert útlandsk ogn, soleiðis at útlendingar á henda hátt kunnu fáa enn størri ávirkan.
Fólkaflokkurin hevur ongantíð í ævi síni havt so góðar dagar sum seinastu trý árini. Ótarnaðari at reka reindyrkaðan fólkaflokspolitikk, meðan tjóðveldismenn hava spælt við fullveldið og loysing. Hetta má alt steðgast, og vit eru teir einastu, sum kunnu steðga hesi gongdini. Men tað gera vit bert, um vit vinna fólksins álit.
Tá hetta er sagt, so er tað eins týdningarmikið, at vit fáa sett ein veruliga politikk út í kortið. At vit fáa eina samgongu, sum veruliga setur sær mál og fremur tey. At vit taka nøkur av teimum ótrúliga nógvum og sera viðkomandi málum fram, sum so eftirtrykkiliga hava ligið í dvala seinastu trý árini. At vit fáa dagligu trupulleikarnar hjá føroyinginum inn aftur í politiska orðaskiftið, sum eitt nú:
? Eina skjóta útbygging av røktartilboðum til eldri og óhjálpin
? Eina skjóta útbygging av tilboðum til sálarliga sjúk
? Styrkja heilsu- og heimarøktina
? Styrkja heilsuverkið
? Eina nýggja pensjónsskipan
? Styrkja rættarsamfelagið
? Tryggja brúkaran í vanliga gerandisdegnum
? Geva okkara fólkaskúla betri arbeiðsumstøður
? Eina endurskoðan av okkara fiskivinnupolitikki, soleiðis at spekulasjónin við fiskidøgum steðgar
? Nýggja raðfesting av íløgunum
? Orða ein útjaðarapolitikk og fáa henda at virka
? Orða ein útoyggjapolitikk og fáa henda at virka
? Seta á stovn arbeiðsmarknaðarútbúgvingar
? Loysa trupulleikan hjá okkara húsvillu landsmonnum
? Mannsømilig viðurskifti aftur millum Føroyar og Danmark
? Fáa ein skilagóðan sjálvstýrispolitikk settan á lunnarnar
Gott fundarfólk og góður eysturoyingar.
Mest útskeldaði flokkur í hesum valskeiðnum hevur verið Føroya Javnaðarflokkur. Tað er neyvan tí, at javnaðarmenn eru meira forrendir enn aðrir politikkarar, men orsøkin er einfalt tann, at okkara mótstøðufólk vita, at vit hava eina góða søk at berjast fyri. Eina søk, sum kann savna føroyska fólkið, og okkara uppgáva fram til valið er tí, at vit fáa boðskapin út.
Latið okkum saman fara undir hesa uppgávu!