Vit hava eina samfelagsskyldu

- Bakkafrost er vorðin ein týdningarmikil leikari í føroyska búskapinum og samfelagnum sum heild. Hetta er ein ábyrgd, sum nevndin, leiðslan og starvsfólkini í Bakkafrost taka í fullum álvara.

Tað sigur Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost, sum í dag hevur aðalfund.

Í fjør átti Bakkafrost 71 prosent av samlaðu tøkuni av laksi í Føroyum. Tað skal setast í ljósinum av, at laksur umboðar 33 prosent av samlaða útflutninginum hjá føroyska samfelagnum.

Rúni M. Hansen stendur fyri vali á aðalfundinum hjá Bakkafrost seinnapartin. Greitt er tó, at hann heldur fram. Nevndin skjýtur upp at velja Rúna M. Hansen til nevndarformann næstu tvey árini, og eingin annar er í uppskoti.

Somuleiðis skjýtur nevndin upp at velja Øystein Sandvik inn í nevndina fyri Bakkafrost. Sambært upplýsingum frá felagnum er Øystein Sandvik fíggjarfrøðingur og hevur drúgvar royndir úr Nordea Bank Norge innan aling og fiskivinnu.

Nevndarformaðurin í Bakkafrost fær 330.000 krónur um árið. Næstformaðurin fær 206.000 krónur, meðan nevndarlimir fáa 165.000 krónur um árið.

Hoyr samrøðu við Rúna M. Hansen í tíðindunum á Rás2 klokkan 12.