- Drápið gekk fyrimyndarliga væl, eini 10 bátar vóru hjá grindini og tað gekk skjótt at reka hana inn á Hvannasund, sigur Karl Johansen, sýslumaður í Norðoya sýslu, við Rás 2.
Hann greiðir frá, at hóast umboð fyri Sea Shepherd sambært løgregluni vóru til staðar, so var eingin, ið órógvaði drápið og menn fingu frið at arbeiða.
Løgreglan og sjóverjan vóru eftir øllum at døma væl mannað, men teir høvdu tó lítið at gera.
- Teir fingu so eina góða uppliving og sóu, hvussu eitt dráp veruliga fer fram. Nógv ferðafólk vóru eisini til staðar og fingu eina góða mentanarliga uppliving, sigur Karl Johansen í samrøðuni við Mortan Østerø í Rás 2.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.