- Vit hava einki tikið úr leysari luft

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vísir páhaldinum hjá fólkafloksmanninum, Janusi Rein, aftur.

- Vit hava einki tikið úr leysari luft. Vit hava havt betri úrslit enn samgongan, og vit hava ikki gjarað út.

 

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vísir páhaldinum hjá fólkafloksmanninum, Janusi Rein, aftur.

 

Í kjaksending á Rás2 í gjár vísti Janus Rein á, at hevði andstøðan á løgtingi fingið sín vilja, høvdu útreiðslurnar hjá landskassanum verið 728 milliónir hægri, enn tær eru nú.

 

Les eisini: Vildu økja útreiðslurnar 728 milliónir

 

- Men, hetta er ikki rætt, sigur Sirið Stenberg.

Hon sigur, at tey í andstøðu hava hvørt ár lagt sítt egna uppskot um fíggjarlóg fyri løgtingið, og samstundis hava tey lagt sítt egna uppskot fyri løgtingið um fíggjarligu karmarnar.

 

- Í okkara uppskotum um fíggjarlóg og fíggjarkarm, vísa vit á, hvussu øll hini uppskotini, vit hava lagt fram, verða fíggjað, sigur hon.

 

Og Sirið Stenberg leggur aftrat:

 - Tey uppskot, sum vit hava lagt fyri løgtingið, skulu síggjast í ljósinum á tí. Vit hava ongi uppskot tikið úr leysari luft, tí í okkara uppskotum til fíggjarlóg vísa vit á, hvussu tey skulu fíggjast

 

- Men, hóast tað, hevði úrslitið hjá landskassanum verið betri, vórðu okkara fíggjarlógir samtyktar í staðin fyri tær hjá samgonguni, leggur hon afturat.

 

Hinvegin vísir Sirið Stenberg á, at samgongan hevur felt øll uppskotini hjá andstøðuni.

 

- So, tað kann aldrin vera andstøðan sum hevur skyldina av, at búskapurin ikki er haldførur, staðfestir tingkvinnan fyri Tjóðveldi.

 

Sirið Stenberg sigur, at skulu vit tosa um ein haldføran búskap, nyttar ikki bara at tosa um, hvør gjarar út.

 

- Vit mugu eisini viðgera spurningin um, hvussu vit skipa hetta samfelagið. Er okkara almenni bygnaður hóskandi til okkara samfelag og skal fiskivinnan og pensjónsøkið skipast øðrvísi, spyr hon.

 

Hinvegin heldur Sirið Stenberg eisini, at samgongan kann heldur ikki siga seg heilt fría fyri at gjara út.

 

- Tað var ongastaðni lagt upp fyri, at fólkapensjónin skuldi hækka, hóast tað hevur verið frammi í fleiri ár, men brádliga kom uppskot um tað kortini, sigur hon.