Tað er nógv hent, síðan oman fyri nevnda blaðfólk og Crawling Blue seinast hittust til eitt prát um aktuellu útgávuna yvir ein kaffikopp. Tað var í august 2007, tá Crawling Blue legði seinastu hond á upptøkurnar. Eftir var tá bara at miksa, og ætlanin var at fløgan skuldi koma út á heysti 2007.
Men tá fløgan fór til miksingar, stakk ein trupulleiki seg upp.
- Vit høvdu frá byrjan eina mynd av ljóðinum, vit vildu hava. Tað høvdu vit ikki fingið. So royndu vit ymiskt, og ferðaðist fløgan millum fýra ymiskar ljóðmenn. Til endans sendu vit tilfarið til Óla Poulsen, og tá bleiv ljóðið perfekt, sigur Uni R. Debess, sangari í Crawling Blue.
- Tað ljóðar pissifeitt. Tað ljóðar av Crawling Blue og Óla Poulsen. Fløgan hevur fingið ein definerbaran botn, og eitt klárt ljóð. Eina fleirdimensionella ljóðmynd, greiðir hann víðari frá.
Blues við kryddi
Nýggja fløgan hjá Crawling Blue eitur The Well. 12 løg eru á fløguni, og alt tilfarið er skrivað av Una R. Debess og Brandi Jacobsen.
- The Well er heitið á einum lagi á fløguni. Tað merkir eisini savningarstaðið. Annars snúgva tekstirnir seg um kærleikan, at breiða hann út og ikki halda honum inni, greiðir Uni R. Debess frá.
Crawling Blue er einasti almenni føroyski bólkur, ið leggur seg eftir at gera blues tónleik. Umframt høvuðsdrívmegina, Una R. Debess og Brand Jacobsen, eru Eyðun Johannesen á bass og Óli Olsen á rhodes og percussion við í Crawling Blue. Á fløguni er Kim Hansen við sum kórsangari, og Ólavur Olsen saman við trimum danum eru blásarar. Í arbeiðnum við bólkinum og fløguni, hava teir miðvíst hildið seg til blues tónleikin, sum er vørumerkið hjá Crawling Blue.
- Hetta er bluestónleikur, blandaður við rokk, country og fólkatónleik. Tað er sjálvsagt samansetingin av okkum sum bólki, sum ger hendan sjangrucocktailin, men høvuðsinnihaldið er blues, sigur Brandur Jacobsen, trummuleikari í Crawling Blue.
Crawling Blue ger í løtuni klárt til stóra útgávukonsert, sum skal vera í Norðurlandahúsinum 28. mars. Tá verður fyrsta konsert spæld í minniligar tíðir. Bólkurin hevur ikki spælt síðan í august, tá hann spældi á ráðstevnu í Noregi.
- Tað verður fantastiskt, at sleppa at spæla aftur. Longu nú føli eg, at eri í ferð við at missa svøvnin av spenningi, sigur Uni R. Debess.
Svangir eftir at spæla
Tað verður gjørt nógv burturúr útgávukonsertini. Onkrar broytingar vera, við tað at Konny Kass kemur at spæla í staðin fyri útlendsku blásararnar. Harafturat verða Sámal Ravnsfjall og Hanus G. Johansen við á konsertini, sum verður tikin upp á dvd.
- Vit hava ætlanir um at fara á konsertferð aftaná hesa konsertina. Fyrst kring landið, og síðan uttanlands. Fyri at fáa avtalur uttanlands, er tað ofta ikki nokk at hava eina fløgu, at vísa á. Tí tilfarið brýtur ofta so nógv frá hvussu konsertupplivingin er. Tí skulu vit hava upptøkur frá konsertini at vísa á, greiðir Uni R. Debess frá.
Okkurt gott er komið burtur úr longu bíðitíðini.
- Vit hava flutt okkum nógv hesa tíðina sum bólkur. Vit hava spælt tilfarið eina ferð í gjøgnum, og tað ljóðaði mega gott. Eg haldi, at vit væl og virðiliga klára at liva upp til fløguna, og vit eru svangir eftir at sleppa at spæla, sigur Brandur Jacobsen.
Yngsti limurin í Crawling Blue, Eyðun Johannesen, er spentur at sleppa at vísa síni kynstur á útgávukonsertini.
- Tað verður blues, bæði sum tað eigur at vera og nýggjari blues tónleikur. Mann kann siga, at tað verður blues frá rótunum og frameftir, sigur hann.
Tað primera at spæla
Crawling Blue vil koyra tað allan vegin, og helst taka alla verðina um møguligt. Bluesumhvørvið í Føroyum er ikki nakað at reypa av, men uttanlands er tað stórt, og skulu teir sjálvir meta um, verða teir nógvar ferðir betri móttiknir aðra staðni enn í Føroyum.
- Jazzur og blues eru á ein hátt tryggari sjangra at arbeiða við. Tað er altíð onkur klubbi, sum vil hava blues tónleik, og tað er ein trúgvur skarði, sum fylgir blues sjangruni, heldur Brandur Jacobsen, sum gjøgnum sína tónleikakarrieru hevur drúgvar royndir innan nevniliga blues og jazztónleik.
Um tað er neyðugt, flytir bólkurin av landinum fyri at fokusera uppá tónleikin.
- Eg havi einki ímóti at búgva í einum kufferti, um eg bara sleppi at spæla tónleik, sigur Uni R. Debess erliga.
- Tað er stuttligt at gera eina fløgu, men tað primera er at sleppa at spæla tónleikin.
Fakta:
The Well, fyrsta útgávan hjá Crawling Blue, kemur á marknaðin 28. mars. Á fløguni eru 12 løg, sum Uni R. Debess og Brandur Jacobsen hava gjørt.
Manningin telur Uni R. Debess, Brandur Jacobsen, Óli Olsen og Eyðun Johannesen.
Høgni Magnussen hevur gjørt húsan, Janus á Húsagarði hevur teknað myndirnar, og Ólavur Jacobsen hevur teknað kápumyndina.
Tað er Tutl, ið gevur fløguna út.