BERGUR HANSEN
Fyrri partur
Something?s happening here but
you don?t know what it is, do you , Mr. Jones?
- Bob Dylan
Í tíðindasendingini á middegi hjá Útvarpi Føroya 30. oktober hoyrdist løgtingsmaðurin Jørgen Niclasen siga, at um vit - føroyingar - ikki ansa eftir, so kunnu Føroyar fáa so nógvar innflytarar, at teir kunnu enda við at taka ræði í Føroyum. Jørgen Niclasen varð spurdur um, um hetta ikki var at mana fram eina ræðumynd. Tingmaðurin viðgekk, at soleiðis kundi tað í ringasta føri fara at ganga, um Føroyar fóru at lata standa til, hvat innflytarum viðvíkir.
Kjarnin í hesum er ein hugburður, sum kann kallast innflytarapolitikkur sum eitt verndartiltak. Hetta er ikki nøkur óvanlig hugsan í Evropa; sum nú er - heldur tvørturímóti. Tað er ikki uttan grund, at Evropa stundum verður nevnt Fort Evropa, t.e. Skansin Evropa. Nógv eru tey, sum vilja sleppa ?innum?, og Vesturevropa er sum ein vælferðaroyggj, sum merkir vaksandi trýstið frá fólki sunnaneftir og eystaneftir.
Tað kemur ikki óvæntað, at føroyingar nú vilja orðað ein politikk á økinum og vilja yvirtaka innflyting sum málsøki, so fullur avgerðarrættur fæst og føroyingar sostatt sjálvir kunnu avgera, hvussu innflytingin skal fara fram. Framgongd hevur verið í føroyska búskapinum seinastu árini, og Føroyar eru aftur vorðnar ein oasa í havinum. Takkað verið alnótini vita fleiri og fleiri um landið - eisini tey ópriviligeraðu. Havnin etur seg skjótari enn nakrantíð niðan brekkuna í Hoyvíkshaganum og nógvir útisetar (hóast mær ikki dámar hetta orðið nakað serligt) vilja flyta aftur til Føroyar. Haraftrat kemur, at ikki síðan seinast í 19. øld munnu fleiri útlendingar hava verið í landinum. Tá vóru tað onglendingar, sviar og serliga danir, sum ?settu maskinuna í gongd í Havnini?, sum William Heinesen tekur til í einum av sínum ritroyndum. Maskinan er steðgað upp fleiri ferðir, vita vit, men er altíð komin í gongd aftur og hevur í dag ment seg til eitt stórt samfelagsmaskinarí, sum føroyingar av røttum eru stoltir yvir.
Føroyar eru vorðið eitt rættiliga dynamiskt samfelag eftir dygga smeitin í 1992. Men tað er sum at hugburðurin hjá politikkarunum ikki fylgir við. Í grein í Fregnir herfyri sigur búskaparfrøðingurin Hermann Oskarsson í viðtal við Brynhild Thomsen, at ?Vit eru reyvatung og gamaldags og líða undir eini traditionellari fiskiskapsmentan, hjalsmentan, eini kovamentan - kalla tað tú vilt - sum sigur, at vit skulu dríggja tað, vit hava og annars byggja verjumúrar mótvegis ræðandi útheiminum?. Hermann Oskarsson sigur hetta í samband við forboðini fyri útlendskum íløgum í Føroyum.
Fatanin hjá Jørgeni Niclasen, at innflytarar einans eru ein hóttan og ein trupulleiki endurspegla eitt átøkt afturhaldni. Ein kundi rátt tingmanninum til at hyggja út um fjarðamunnan og eygleiða havið allan vegin út í sjónarringin, har heimar byrja og enda. Nú stundar til jóla og kanska hevði tað verið upp á sítt pláss at komið við einum jólagávuhugskotið, sum hevur okkurt við upplýsandi tilfar at gera. Bókagávurnar eru tær bestu, hóast tað ikki er meira enn, at ein torir at rekommendera bøkur í einum landi, har tað løgið nokk verður hildið at vera beinrakið skot og comme il faut at seta niður á skribentar, sum hava lært og lisið.
The Rise of the Creative Class
Lat meg royna kortini. Í bókini The Rise of the Creative Class setur amerikanski professarin í búskaparfrøði Richard Florida dynamikkin í samfelagnum serliga í samband við nógvar innflytarar og skapandi gávur. Bókin lýsir eina nýggja samfelagsstætt, sum hevur vaksið seg væl og virðiliga fram uttan at vit rættiliga hava givið tí gætur. Hetta er tann kreativa ella tann nýskapandi ella skapanarhugaða stættin, ið umfatar innfødd eins væl og innflytarar. Sum Florida sigur: er tú vísindafólk, verkfrøðingur, byggifrøðingur, sniðgevi, rithøvundi, listafólk, tónleikari ella um kreativitetur er avgerandi fyri arbeiði hjá tær innan vinnulív, útbúgving og heilsuverkið, lógararbeiði ella aðrastaðni í starvsheiminum, so ert tú limur í hesi stætt. Skapandi stættin hevur eftir heilt stuttari tíð ment seg til at vera størsta arbeiðskraftin í USA - ikki minst takka verið nógvu innflytarunum. 30 prosent ella okkurt um 38 miljónir av amerikanarum hoyra til hesa stætt. Ávirkanin á samfelagið og hvønndagslívið er róttøkin og umfatandi.
Nýggja postídnaðarsamfelagið vit liva í er sambært Florida ikki fyrst og fremst eitt kunningarsamfelag, men eitt skapandi samfelag. Øll dynamisk samfeløg til allar tíðir, sigur hann, eru eyðkent av fólki við nógvum skapandi gávum. Sum samfelagsliga fyrimynd úr nútíðini - sum er hansara kanningarstøði - nevnir hann Silicon Valley í USA, ið er eitt stað eyðkent av opinleika og stórum vøkstri. Her eru sera nógvir innflytarar, og hetta hevur gjørt sítt til, at hesin dynamiski dalur er vorðin ein búskaparligur miðdepil í USA. Richard Florida tosar fyri trimum t?um: tøkni, talent og tolsemi. Hetta eru teir avgerandi parametrarnir fyri framgongd. Mentunarlívið í breiðari merking, sum nørist av skapandi hugum, er sambært honum, ein aðalhyrnissteinur fyri búskaparligum vøkstri. Til tess at skapa vøkstur skulu íløgur gerast í mentan. Talan er um alt slag av mentan: frá smáum sjónleikarahúsum til náttklubbar. Tað snýr seg ikki minst um at skapa góðar karmar um uttanduramentan, sum dregur fólk til sín. Samanhangur er millum opinleika, tolsemi og skapan á ein bógvin og búskaparvøkstur á hin bógvin.
Sum við øðrum samfelagsstættum, ið eru komnar fram gjørnum tíðirnar, er búskapurin avgerandi grundarlagið undir skapandi stættini. Á sama hátt sum feudala aristokratiið fekk sína makt og sín samleika frá arvaðum eftirliti við landi og fólki, borgaraskapið sína makt frá sínum limum, sum vóru handilsfólk og virkiseigarar, fær nýggja stættin sín samleika frá sínum skapandi útvegarum, sigur Florida. Av tí at skapanarhugur er drívmegin í búskaparvøkstrinum nógvastaðni í dag, er skapandi stættin vorðin ein ráðandi stætt í modernaðum samfeløgum. Fyri at skilja tær alfevnandi og ofta ósamanhangandi broytingarnar í nútíðarsamfelagnum, er tað umráðandi at kanna hesa stætt nærri.
Kanningarnar hjá Richard Florida byrjaðu við einari undran yvir verandi støðu, har ávís lond og landspartar klára seg væl og onnur illa uttan at hann rættiliga kundi greina fram- og afturgongdina. Tað, hann upplivdi, stríddi móti vanligari vitan innan búskaparfrøði, sum í hesum førinum er tann, at jú størri virkini eru, jú betri. Stór virki skapa nógv arbeiði, og har sum arbeiði er, har fer fólkið. Í 1980?unum og 1990?unum vóru nógvir býir í USA og kring um í heiminum, sum strembaðu eftir at gerast eitt nýtt ?Silicon Somewhere?, sum Florida rópar tað. Til tess at náa hesum máli vórðu bygdar hópin av hátøkniligum startup-virkjum. Men skjótt gjørdist greitt, at lítil dugur var í hesum. Trupulleikin var vantandi kreativitetur. Eitt heimligt dømi er granskingar og framleiðsludepilin, sonevndi Sundsdepilin, sum Hans Mortensen í 1980?unum legði fram fyri Havnarfólk í hugtakandi tilfari.
Mong dømi eru um virki, ið eru flutt hagar, sum skapandi arbeiðskraftin er at finna. Í staðin fyri sum í ídnaðarsamfelagnum, har fólk flyta aftaná virkjunum, flyta virkini her aftaná fólkinum. Florida vildi hava eitt svar uppá, hví alt nú var vent á høvdið. Ein av megingrundunum er sterka einstaklingslyndi millum ung, sum samstundis sum tey velja arbeiði eisini velja ein ávísan lívsstíl. Samanborið við ídnaðarsamfelagið eru tey harvið í minni mun stýrd av tí, ið er hent og høgligt. Florida viðgongur, at einstaklingslyndi hevur sínar myrku síður. Skapandi stættin er framsøkin, men eisini sjálvsøkin. Málið strembað verður eftir rúmar ikki øðrum enn júst einstaklinginum. Innvendi hugburðurin hevur havt við sær, at henda stætt lítla og onga tilvitan hevur havt um seg sjálva sum stætt. Við sínari bók vil Florida eisini skapa eina stættatilvitan í hesi nýggju stætt.
Florida fann seinni út av, at serliga samkynd, bohemar og listaskapandi fólk av øllum slag eru limir í hesi stætt. Hann kundi tískil gera ta niðurstøðu, at búskaparligur vøkstur bundin saman við opinleika og tolsemi mótvegis teimum, sum vanliga hava livað í útryðjuni av samfelagnum. Silicon Valley er kanska besta dømi um eitt stað, har skapandi fólk av øllum slag vilja búgva og arbeiða. Niðurstøðan hjá Richard Florida hevur roynst so sannførandi at leiðandi fólk innan vinnuna, eftir at hava kunnað seg við hansara hugsanir um nýggju stættina, beinanvegin fóru undir at leggja ætlanir við støði í hesari niðurstøðu.
Heimføðingurin og globaliseraði heimurin
Á sannførandi hátt ger Richard Florida seg til talsmann fyri einum tolsamum innflytarapolitikki. Spurdur av danska útvarpinum, hvat hann helt um hørðu linjuna hjá donsku stjórnini mótvegis innflytarum, segði hann, at um Danmark ikki vísir størri opinleika á hesum øki, so kann úrslitið við tíðini vísa seg at fáa álvarsligar avleiðingar fyri búskapin. Globalisering og innflyting kunnu ikki skiljast sundur. Danski greinskrivarin og rithøvundin Carsten Jensen segði í Politiken herfyri um ráðandi danska hugburðin til innflytarar:
Fyri stívliga einum hálvum ári síðani kundi orðið ?globalisering? feira sín tjúguára føðingardag. Tað var tann amerikanski marknaðarguruin, Theodor Levitt, sum 7. mai 1983 ið sum tann fyrsti brúkti hugtakið globalisering, tá hann segði: ?Globalisering av marknaðinum er í nánd?.
Síðan tá hava vit fingið mobiltelefonir, CNN, alnótina, evruna, teldur, miklagarðar, har árstíðirnar eru horvnar, tí fruktir og grønmeti úr øllum heiminum eru til keyps árið runt. Fyri tjúgu árum síðani livdu helvtin av heimsins íbúgvum undir kommunistiskum harðræði; nú liva tey í marknaðarbúskapi. Heimurin er vorðin minni, vit eru komin nærri hvør øðrum.
Globalisering er vorðið veruleiki, men bara búskaparliga, ikki politiskt.
Fjallið hevur føtt, men tað gjørdist ein mús. Jens Hansen, ein danskur hugnafundamentalistur, sum livir sítt lív í flogsetrum ávegis millum heimspartarnar og svevur á altjóða gistingarhúsum, tolir ikki útlendingar í sínum egna landi, har hann so á hin bógvin er farin í útlegd inni í jólagásini. Hvussu nógva globalisering tolir eitt menniskja? Ikki serliga nógv.
Carsten Jensen sipar til eitt upplivilsi hjá stóra týska sosiologinum Ulrick Beck (sum er framvið á Frue Plads í Keypmannahavn í hesum døgum). Beck hevði møtt manninum, sum Carsten Jensen velur at kalla Jens Hansen, umborð á einum flogfari. Undir samrøðuni rósti Jens Hansen EU upp til skíggja, men tá Beck fregnaðist, um hann kendi seg mest sum dani ella evropeari svaraði Jens Hansen: ?Hvørki - eg kenni meg sum heimsborgara?. Jens Hansen ferðaðist um allan heim og kendi seg heima allastaðni. Hann tosaði lítaleyst enskt, búði altíð á gistingarhúsum, sum hoyrdu til somu hotellketuna.
Ulrick Beck, sigur Carsten Jensen, tekur Jens Hansen sum dømi um eitt menniskja, sum samstundis er kosmopolitiskt og heimføðisligt, eitt eyðkent modernað menniskjað, hvørs sjónarmið ikki hanga saman. Carsten Jensen leggur aftrat, at Jens Hansen eisini kann takast sum dømi um, at ikki ber til at vera heimsborgari. Hvat er úrslitið, spyr Carsten Jensen, tá ein útnevnir seg sjálvan sum heimsborgara. Carsten Jensen svarar:
Lítla Danmark, sum hann uttan at vita tað minkar niður til ein støðuhyl, ein framsýningarglugga við etniskum fólkaminnum, jólatræi, reyðkáli og gás. Hetta er endaliga úrslitið av hansara kosmopolitismu. Hon endar við at ala fram provinsialismu. Jens Hansen byrjar sum heimsborgari og endar sum danskur hugnafundamentalistur.
Skal ein gera av sjúku, sigur Carsten Jensen, so er ikki talan um xenofobi, óttin fyri fremmandum, men um mixofobi, óttin fyri at tingini verða blandað saman - heimurin og heimlandið.
Tróndur Patursson og ríka jomfrúa
Í Føroyum hava vit ein heilt serligan Jens Hansen: Tróndur Patursson. Í sjónvarpssending hjá danska sjónvarpsmanninum Søren Ryge Pedersen tók Tróndur Patursson dýran til herfyri: ?Vit skulu liva sum føroyingar?. Hetta vóru orðini. Føroyingar skulu sostatt liva, sum vit livdu í ?fyrritíðini? við einum beinleiðis sambandi við natúrina. Tróndur Patursson hoyrir til romantiska slagið av heimsborgarum. Hann er víðferi, hevur siglt um verðinshøvini og sæð og uppliva ting, vit onnur ferðafólkaferðandi bert kunnu droyma um. Gott at vit hava myndirnar hjá honum. Tær hava hóast alt størri týdning enn eitt sjónvarpsúttalilsi. Men hetta er ikki fyrstu ferð, ein hevur hoyrt okkurt líknandi frá hansara munni og øðrum við. Tílík antimodernað úttalilsi, sum Tróndur Patursson bar fram í sendingini, eru tíbetur ikki algongd, hóast moderniteturin kundi havt frægari vakstrarlíkindi í dagsins Føroyum. Múrarnir eru tjúkkir í Kirkjubø, vita vit, og rekaviðurin gamal, men moderniteturin kann ikki stongjast úti. Tað mátti Tróndur havt lært av sínum mongu ferðum á víðafangi. Tað er sum at Jens Hansen og Tróndur Patursson í sínum samfelagsfatanum hava skorað vatntøtt skoddir millum bráðskiftandi globaliseraða heimin og óbroytiliga heimið. Hvat er hetta fyri mixofobisk jomfrúiligheit!? Hvar er samtalan?
Hav og sjónarringur - sum Tróndur Patursson hevur granskað við hugflognum - eru aldagamlar myndir uppá nýggjar heimar, og hesin veruleiki hevur ongantíð verið meiri tíðarbærur.
Modernitetsótti ella at seta heimin á skránna
Um tað er mixofobi, vanligur modernitetsótti ella okkurt annað, sum býr undir úttalilsunum hjá Jørgeni Niclasen um innflytarar, veit eg ikki, men einaferð vóru partar av hansara flokki evropeiskir framherjar, tá tað snúði seg um at verja apartheid-politikkin í Suðurafrika. Sporini ræða, hóast maðurin sum sigraði á Apartheid, Nelson Mandela, nærum er vorðin eitt ikon fyri mannarættindi við einari sjálvbiografi, ið gongur sum heitt breyð. Tað var eftir øllum at døma í lagi, at teir hvítu innflytararnir í Suðurafrika tóku valdið einsamallir og soleiðis tóku upprunafólkið av ræði. Man tað sama fara at henda í Føroyum?! At yvirtaka innflytaraøki sum politiskt málsøki: ja takk. Men hugburðurin til innflytarar skal eisini fram í ljósið. Í so máta liggur luturin hjá Jørgeni Niclasen ikki eftir.
Vit hava nóg mikið av afturhaldni, afturlatnum hurðum í ymsum hamum í Føroyum. Nú vit eru væl ávegis inn í eitt nýtt samfelag, har opinleiki og tolsemi verða avgerandi fyri hvørji lond fara at klára seg væl, er bara eitt at siga: vit hava ikki ráð til vantandi tolsemi.
Tosa vit um flóttafólk kunnu Føroyar ikki taka ímóti miljónum av heimsins neyðstøddu og undirprivilegeraðu, men vit kunn stremba eftir at skapa eina rímiliga javnvág millum flóttafólkahjálp og ein innflytarapolitikk, sum bjóðar dugnaligum fólki aðrastaðni frá góðar arbeiðsumstøður og onnur priviliegiir. Vit hava skyldu til at hjálpa, men eisini at hjálpa okkum sjálvum. Hvat við at snara hugsanini eitt vet, so ikki einans havsins tilfeingi - fiskur og olja - men eisini heimsins tilfeingi eru á skránni.
Keldur
Richard Florida: The Rise of the Creative Class. And how it?s transforming work, leisure, community and everyday life. New York 2002.
Brynhild Thomsen: ?Fiskivinnulobby?in stýrir isolationismuni?. Fregnir 31.okt.-6.nov. 2003.
Carsten Jensen: Vi bliver aldrig verdensborgere. Politiken 16. november 2003.