Í Svøríki hava teir borgarligu ikki fingið eitt bein til jørðina. Hetta er sera áhugavert nettupp nú. Valið hevur staðið um ideologisk sjónarmið og skilnaðir. Øðrumegin hava teir borgarligu staðið við kravinum um skattalætta tvs. við krøvum um, at man í ávísan mun skuldi avmontera vælferðarstatin við privatisering av stórum almennum fyritøkum, loysa pensiónsspurningin við privatum pensiónsskipanum osfr. Hinvegin hevur Javnaðarflokkurin staðið við einum sera einføldum boðskapi um, at vælferðarstaturin er góður. Hann skal ikki avviklast ella gerast veikari. Hann skal tvørturímóti gerast sterkari. Nettupp í eini tíð vit liva í sum nú, har fólk eru hart kroyst á arbeiðsmarknaðinum, fólk slítast skjótt, og hvar høgrarákið er sterkt í heiminum, hava javnaðarfólkini so sagt, at tað er altumráðandi at styrkja vælferðarstatin.
Teir fóru á val við einum heilt greiðum boðskapi um at styrkja tað tradionella fundamentið undir vælferðarstatinum: betri pensiónsskipanir, betri útbúgvingartilboð til børn og ung, betri sjúkrahústilboð, betri viðgerðartilboð, ansingarpláss og røktarheimspláss. Tvs. tey siðbundnu virðini undir vælferðarstatinum. Tað kann virka eitt sindur vanabundið og fantasileyst. Men Javnaðarflokkurin hevur vitað, at hetta var tað besta fyri tað svenska fólkið, og teir hava vitað, at varð farið undir at niðurbyggja vælferðarstatin fóru at ganga ártíggju at venda rákinum aftur. Tað svenska fólkið, sum væl at merkja, livir í heimsins besta og tryggasta samfelag, hevur tikið boðskapin til sín og tað hevur sagt klárt nei til at tað verður pilkað við vælferðarstatin. Og eitt klárt ja til at styrkja hann.
Áhugavert er eisini at síggja, at tað fremmandahatur, sum borgarligu flokkarnir um alt Europa spæla uppá, hevur als ikki borið ávøkst í Svøríki. Javnaðarflokkurin, vinstraflokkarnir og tann liberali fólkaflokkurin (sum einki hevur við okkara fólkaflokk at gera) hava klárt meldað út, at teir vilja ikki hava fremmandahatur og rasismu. Svøríki skal vera eitt land, har fólk kunnu søkja til, tá tey verða forfylgd fyri sínar áskoðanir. Eftir svenska valúrslitið bíða øll nú eftir tí týska valinum.
Vit í Føroyum kunnu annars bara harmast um, at tann flokkur, sum eins og svenski Javnaðarflokkurin vil verja vælferðarstatin, ikki í løtuni tykist at hava møguleika at gera sína ávirkan galdandi. Í løtuni verður rikin ein knallharðar liberalistiskur borgarligur politikkur. Føroyingar eins væl og nógvar aðrar tjóðir hava so sanniliga nógv at læra av tí svenska modellinum og rákinum har, sum so týðuliga og klárt byggir mangarð um vælferðarstatin.