- Vit hava skyldu til at lyfta okkum sum ættarlið

- Samferðslan er neyðugi hjartaslátturin í samhaldsfasta samfelagnum, segði Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, í dag.

 

- Allir flokkar eiga sín trivaliga part í glæsiliga ævintýrinum at byggja Føroyar saman, segði løgtingsmaðurin.

- Í dag eru vit um at bresta av gleði og takksemi. Tí, í dag er okkara dagur, sum grannakonan, Fríðbjørg Jensen, ættað úr Skopun, plagar at siga um sunnudag.

 

Soleiðis segði Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, tá hann byrjaði røðu sína á hátíðarløtuni í ítróttarhøllini Inni í Dal í dag, tá seinasta skotið fyri Sandoyartunlinum varð latið av.

 

- Lat meg beinanvegin takka tykkum øllum sandoyggjafólkum fyri ótroyttiliga at stuðla okkum, sum hava umboðað tykkum hesi farnu 20 árini á tingi. Uttan tykkara stuðul og trýst, var neyvan nakar tunnil veruleiki, tí ein politikari uttan stuðul er sum dagur uttan ljós. Í sama andarhaldi tøkk góðu samstarvsfelagar á tingi og í landsstýri fyri við og mótspæl í   drúgva politiska talvinum um Sandoyartunnilin. 20 ára arbeiði í drúgvari mótbrekku fær ein enda, og vit hava nú bert eina sýn eftir at knógva.

 

Løgtingsmaðurin ásannaði, at einsamallir tingmenn úr Sandoynni høvdu teir ongan tunnil lyft.

 

- Men, eg veit og virði tykkum ómetaligt fyri, hvussu langt tit hava strekt tykkum fyri okkara skuld. Tað er ikki ein løtt avgerð at raðfesta eina góða miljard - og ein fjórðing av fíggjarlógini - til tvey prosent av fólkatalinum í landinum. Hetta leggja vit okkum í geyma - eisini, tá gjaldast skal fyri at koyra gjøgnum tunnilin.

 

Hann vísti á, at kjakið um Sandoyartunnilin byrjaði longu, tá Teistin varð bygdur, men tað var CHE-samgongan, sum legði lunnar undir leistin at byggja brúgv millum Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Síðan hava skiftandi samgongur arbeitt víðari á leið, og undanfarna samgonga byrjaði arbeiðið, sum hendan allarhelst sleppur at fullgera. 

 

- Harvið eiga allir flokkar á tingi sín trivaliga part í hesum glæsiliga ævintýri at byggja Føroyar saman, og tað hevur verið ein framíhjárættur at verið partur av telvingini - frá byrjan til dagin í dag. 

 

Páll á Reynatúgvu takkaði eisini øllum, sum á ymiskan hátt hava verið partur av tunnilsbyggingini - øllum, sum hava matgjørt, vaskað, koyrt, grivið, borað og sprongt. Tøkkin fór eisini til tey, sum hava teknað og fyrisitið, tey, sum hava havt ábyrgd av trygd og bjarging - og til leiðslu og stjórn í tunnilsfelagnum. 

 

- Við spenningi taka vit sandoyggjafólk lógvatak við framtíðina og hennara avbjóðingar. Vit verða nú javnsettur partur av landinum og skulu gera okkara ítasta til at hjálpa teimum, sum enn búgva á leysu oyggjunum.

 

Løgtingsmaðurin ásannaði, at tað hava verið løtur hesa 20 ára longu ferðina, har hann bæði hevur ivast um kós og ferð, men í dag, nú seinasta skotið í tunnilsbyggingini varð latið av, kennist hetta frælst og friðsælt. 

 

- Tað kennist sum høvuðssetningurin er greiddur. Hjartabarnið er búgvið, og er nú ført at laða sær egna leið í lívinum.

 

Páll á Reynatúgvu vísti eisini á, at fyrsti koyrivegur millum bygdir í Føroyum var vegurin millum Skopun og Sand, og hann legði aftrat, at samferðslan er neyðugi hjartaslátturin í samhaldsfasta samfelagnum.

 

##med2##

 

- Við Sandoyartunlinum fáa vit enn betri møguleika at bjóða tykkum vælkomnum í oynna til okkara hugnaligu bygdaperlur, bara 20 minuttir frá Vaglinum. Vit hava skyldu til at lyfta okkum sum ættarlið, og við undirsjóvartunlunum hava vit lagt okkara klípi í tann varðan. Tað hevur verið ein serligur heiður og framíhjárættur at vera við á liðnum, sum gjørdi okkara fýra undirsjóvartunlar.

 

Løgtingsmaðurin segði, at nú er eftir at fáa fast í ein sunnan, sum hann tók til, og hann helt fyri, at hetta arbeiðið má byrja nú, og øll mugu leggja árar í sjógv at rógva tann Skúvoyar-og Suðuroyarfjørð, tí vit eru ein og sama tjóð.

 

Páll á Reynatúgvu endaði sína røðu við orðum hjá Jóannes Patursson:

 

Um nú nýggjar øldir líða, 

halt á somu leið várt starv,

at vit ikki lata svíða, 

dugnaloysi til hin arv, 

sum vit ervdu fedrum av, 

tá skal lyftið, sum tú gav,

allan aldur Føroyum tryggja,

føroyingunum her at byggja.

 

- Allir flokkar eiga sín trivaliga part í glæsiliga ævintýrinum at byggja Føroyar saman, segði løgtingsmaðurin.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður. Myndir: Álvur Haraldsen.