- Vit hava styrkt álopið

Liðskiparin hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen, var sum vera man sera fegin um sigurin á B36 í Gundadali

Fótbóltsprát

Tað var kanska eitt sindur óvæntað, at NSÍ skuldi fáa øll trý stigini við sær úr Gundadali 2. páskadag, men sambært Jens Martin Knudsen er liðið hjá runavíkingum styrkt í mun til í fjør.
- Vit hava styrkt álopið, nú Christian Høgni er komin, og tað gevur okkum fleiri møguleikar. Eisini hava vit fingið Viggo Johannesen úr ÍF, og hann er ein ógvuliga fjøltáttaður spælari, ið kann røkja fleiri pláss, og tað styrkir eisini um liðið. Men eg haldi, at tað fyrst og fremst er í álopinum, at vit hava verið ov tunnir seinnu árini, men nú sær betur út, heldur Jens Martin Knudsen.
Jens Martin Knudsen dylur ikki fyri, at sigurin á B36 kemur væl við, men hann heldur tó, at B36 hevur eitt sera sterkt lið.
- Tað er einki at ivast í, at teir verða ógvuliga drúgvir. Teir hava menn sum Fróða á miðjuni, Pól í verjuni og Jákup í málinum, og tá ið teir koma ordiliga í gongd, verða teir truplir at steðga, heldur Jens Martin Knudsen, men leggur tó afturat, at eftir hansara tykki sær tað út til, at havnarliðið er ov tunt í álopspartinum, har ein maður sum John Petersen hevði munað væl.