Nevndin í Tjaldri ger nú manngarð um sínar leikarar. Tær hava verið fyri órøttum, er greiða niðurstøðan hjá Niels Peter Bech, sum er næstformaður.
- Tær harmast støðuna almikið, og tað er ótrúliga keðiligt at fáa ein slíkan undir vangan beint fyri steypafinaluna, sigur hann.
Støðan er íkomin, tí Karsten Joensen og Kristian Joensen, sum dømdu dystin, bóðu um at steðga tíðini. Tá var Tjaldur á odda við einum máli. Dómaraboðini fekk ikki boðini, og tí løgdu dómararnir átta sekund afturat. Tjaldur gav bóltin upp, og Simona Petersen kastaði aftur til Guðruna í Lágabø, sum var málverji. Ætlanin var, sambært Niels Peteri Bech, at málverjin skuldi kasta langt fram til Heidi Sevdal, tí gestirnir vardu seg langt uppi á vøllinum. Tað fekk Guðrun ongantíð møguleikan til, tí dómararnir floytaðu fyri passivt spæl. Tá VB fær bóltin, vil nevdin í Tjaldri vera við, at óregulsemi er farið fram.
Í kæruni til Hondbóltssambandi hevur Tjaldur sent eina frágreiðing, umframt eitt videoklipp, sum vísir, hvat fer fram seinastu sekundini.
Dysturin endaði 29-29.
Einki avgjørt
Niels Peter Bech ger greitt, at úrslitið hevur ongan avgerandi týdning. Men felagið metir seg vera fyri órætti, og tí vil nevndin gera vart við støðuna.
Tjaldur er nummar tvey, sum gevur atgongd til finaluna. Neistin, sum er nummar trý, hevur tvey stig færri og spælt ein dyst minni.
- Tað er hinvegin so tætt í oddinum, at eitt stig kann vísa seg at vera avgerandi. Vit halda, at vit hava tapt eitt stig, sum ikki var rætt, og tað vilja vit gera vart við, sigur hann.