- Síðan álopið hava vit í Klaksvíkar kommunu verið í einari undantaksstøðu, men nú eru vónir fyri, at tingini fara at koma upp á pláss aftur, sigur Karl Johansen. Myndir: Álvur Haraldsen

- Vit hava verið í undantaksstøðu

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, segði á tíðindafundi í morgun, at einasti máti hevur verið at gera avtalu við teldusníkarnar og soleiðis fáa dáturnar hjá kommununi aftur.

 

- Síðan álopið hava vit í Klaksvíkar kommunu verið í einari undantaksstøðu, men nú eru vónir fyri, at tingini fara at koma upp á pláss aftur, sigur Karl Johansen. Myndir: Álvur Haraldsen

Í morgun hevur tíðinafundur verið í Varpinum í Klaksvík, har greitt hevur verið frá álopinum hjá teldusníkum á skipaninar hjá Klaksvíkar kommunu.

 

Á fundinum viðgekk borgarstjórin, Karl Johansen, at kommunan hevur goldið teldusníkum pengar fyri at fáa upplýsingar og dátur aftur.

 

- Vit hava gjørt avtalu við teldusníkarnar, sum eru rættiliga professionellir og sum fyri nøkrum døgum síðan framdu álop á skipaninar hjá okkum.

 

Karl Johansen segði, at allir upplýsingar og dátur hjá Klaksvíkar kommunu vórðu tiknar og læstar, so kommunan ikki slapp fram at teimum.

 

- Síðan álopið hava vit í Klaksvíkar kommunu verið í einari undantaksstøðu, men nú eru vónir um, at tingini fara at koma upp á pláss aftur.

 

Spurdur, vildi borgarstjórin á tíðindafundinum í morgun ikki siga, hvussu nógvar pengar Klaksvíkar kommuna higartil hevur goldið teldusníkunum.

- Men, vit hava nú fingið allar dátur aftur, eftir at avtala er gjørd við teir, sum hava brotið seg inn á skipaninar hjá okkum.

 

Karl Johansen segði, at einasti máti hevur verið at gera avtalu við teldusníkarnar og soleiðis fáa dáturnar aftur.

 

- Tað fer at kosta eina stóra upphædd at endurskapa telduskipaninar, og neyðugt verður eisini at keypa nýggja tøkni og tryggja seg av nýggjum, legði hann aftrat.

 

Tað hevur verið neyðugt hjá Klaksvíkar kommunu at leita sær hjálp frá serfrøðingum uttanlands at samskifta og samráðast við teldusníkarnar. 

 

- Hetta hevur verð neyðugt fyri at fáa hendur á dátunum aftur, segði Karl Johansen og vísti á, at hetta arbeiði er gjørt í tøttum samstarvi við altjóða løgreglu, sum nú arbeiðir víðari við at finna fram til teldusníkarnar.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

 

 

- Síðan álopið hava vit í Klaksvíkar kommunu verið í einari undantaksstøðu, men nú eru vónir fyri, at tingini fara at koma upp á pláss aftur, sigur Karl Johansen. Myndir: Álvur Haraldsen

- Nú eru vónir um, at tingini fara at koma upp á pláss aftur, sigur Karl Johansen