Klaksvík: Vit hava hitt fýra fólk úti á gøtuni og spurt, um tey ganga nógv á útsølu
Erna T. Sigurðsson, 23 ára gomul
- Jú, eg plagi altíð at fara ein túr, men sum oftast endi eg við at keypa okkurt, sum ikki er í útsølu.
- Eg fari út fyri at finna onkrar skógvar ella klæðir, og plagi eg at nýta millum 400 og 500 krónur.
- Eg fari á útsølu hvørt ár, men sum sagt endi eg altíð við at keypa okkurt av tí nýggja, sum handlarnir hava fingið, heldur enn av útsøluvørunum. So eg spari ikki nógvan pening av hesum...
Allan Poulsen, 27 ára gamal
- Eg havi ikki verið á útsølu enn, men ætli mær at keypa okkurt í vikuskiftinum. Eg fari út fyri at finna mær onkur klæðir, og møguliga okkurt annað eisini.
- Eg plagi sum oftast at ganga á útsølu, men vil ikki siga, at útsølan er hæddarpunktið í mínum lívi.
- Síðsta ár brúkti eg eini 1.500 krónur á útsøluni, men um eg fari at nýta eins nógv í ár, tað veit eg ikki enn.
Armgarð Balsa, 46 ára gomul
- Jú, eg plagi sum oftast at fara út í býin ein túr, tá handlarnir fara í útsølu. Eg fari fyri at finna mær onkur klæðir, og komi altíð heimaftur við einum ella øðrum.
- Hvussu nógv eg brúki, veit eg ikki. Tað er so ymiskt frá ári til ári.
Karl Martin Samuelsen, 44 ára gamal
- Eg hugsi ikki so nógv um útsølu; eg fari heldur út at keypa, tá eg havi brúk fyri onkrum nýggjum.
- Eg eri júst liðugur at lesa til pedagog, og fái prógvið handað í morgin, og tí eri eg í býnum og keypi klæðir í dag. Ein skuldi jú helst verið eitt sindur snøggur á einum slíkum degi...
- Eg fór út fyri at finna einar skógvar og eina skjúrtu, og skógvarnar fann eg í eini útsølu, so har spardi eg nakrar krónur. Men sum sagt er tað ikki útsølan, sum hevur fingið meg í býin í dag.