Vit kenna okkum øll aftur

Søren Kirkegaard segði einaferð: Skalt tú leita eftir einum kristnum í hesum heimi, fert tú ikki heilt skeivur at leita eftir einum humoristi?.ein av okkara humoristum Óli P. finnur tú á breddanum á síðstu síðu í Sosialinum

Fá bløð kring tann víða heim hava so gløgga síðu sum Sosialurin. Ja, er tað ikki soleiðis, at Sosialurin verður lisin aftanífrá? Fólk fara fyrst á síðstu síðu og lesa Óla P. fyrst.. Eitt sindur av skemti er í hesum? at fara á síðstu síðu, men kanska er tað so, at tey síðstu skulu verða tey fyrstu, og tey fyrstu skulu verða tey síðstu. Óli er fyrst. Hann sær, hann eygleiðir. Tað, sum tú sært, er ikki bert grundað á tað sædda, men vit kunnu leggja afturat, tað sum liggur aftan fyri tekningarnar hjá Óla, kanst tú brúka orðini: hvussuleiðis og hví.

Tær tekningarnar, sum ofta hava ein brodd, kanst tú flenna at, ella smírast , grína, verða í skellilátri, ja, enntá læa í kíki. Her virkar bótin beinanvegin, og steðgar tú á, og hugsar teg um eina løtu, er tankin kanska ein heilt annar. Tú kanska fert at taka synd í teimum, sum Óli P. hevur avmyndað. Nú kemur tað etiska fram, kærleikin, kenslurnar t. d. stakkals Óli Breckmann, sum verður knústur av Pinochet, tá ið harra Pinochet fær sær eina omolett. Men so fara tankarnir víðari til tey stakkals offrini, sum Pinochet hevur steikt í sínum feitti. Í skemtimyndunum er væl ein broddur, men tað er sanniliga eisini ein moralur í tí, sum myndirnar havast at.

Listin í tekningum hjá Óla er at avdúka, ikki at skava útyvir. Hann sigur nógv í fáum strokum.Og so kann onkur yppa øksl og seta knyklar í brýr og siga, at Óli P. er eitt sindur bersøgin í sínum tekningum og fer ov illa við tjóðveldismonnunum og fulveldishugsjónini, men hann sparir ikki Jóannes Eidesgaard. Hvat nú? ? Er støðan 1 ? 1 ella er tað so, at tú sum hyggur at, ert dómari og partískur? Tað hevur tú ongan rætt til, men tað er kanska menniskjaligt.

Ymist er eisini frá manni til mann, tá ið dómt verður. Ofta var føroyskur humor óndsinnaður. Tað skuldi ganga út yvir onkran, tá ið føroyingurin skuldi hava tað stuttligt. Var tað ikki soleiðis úti á bygd, at var onkur, sum ikki var fullførur, var hann ella hon hildin fyri spott? Og mong vóru tey, ið fingu sær ein stuttleika burtur úr ólukkudýrinum. Ung fólk flokkaðust kring tann, sum var fyri spott og spæ, tí kann tankin stinga seg upp, um Óli P. ikki onkuntíð gongur ov vítt við sínum tekningum?

Tekningarnar hava al oftast ein farra av politiskum boðskapi í sær. Politikkarnir eru kanska eitt lætt offur. Teir umboða meg og teg. Vit hava valt teir at standa fyri tí hugsjónini, sum vit sjálvi hava, og hevur Óli P. fangað okkurt, sum tín maður/kvinna hevur gjørt, og ein skemtiligur broddur er í hesum, sæst hann/hon á aftastu síðuni á Sosialinum.

Óli fellur ikki dómin, men sigur sum er. Perfektionisturin, tann moralski, tann religiøsi, tann sum er polistiskt hugaður, tekur sær tikni av hesum. Hví tað? Er tað ikki tað smáttskorna og erkvisna, sum nú ræður, ella hevur Óli rakt á seymin, at vísa á tað snerpna í okkum? ? Ella eru vit bangin fyri , at skemti í Ólasa tekningum kann bera brá av, at skemti fer í ta gomlu grøvina?

Óli P. er eygleiðarin og listamaðurin. Vit eru áskoðaranir og fylgja við. Ungdómurin úti bygd og onnur við, sum vóru um ólukkudýrið, tirraðu, argaðu og gjørdu gjøldur burtur úr stakkalinum. Hetta var óndskapur og óndsinni, ið læt seg í ein stuttleikabúna eina skamma stund, og sum var teimum óverdugt. Hetta var lítilátað, men Óla P. er tað skemt ? tignarligt skemt. Her hevur Óli P. dugað sera væl, ikki at taka dagar ímillum høgan ella lágan. Skemtið, stuttleikin í myndunum gongur ikki eftir tí, sum vit onnur virða ella ikki virða, á hvørjum samfelagstrini hann ella hon er á, ella eftir moralskum hugsjónum, ella hvørji støðu tú hevur í samfelagnum.

Sannleikin er tann, tú ert eisini ein av teimum, sum Óli avmyndar. Tú ert líka skyldigur og óskyldigur, sum tey, ið Óli P. teknar. Tað hevði verið ov drúgt hjá honum, at farið í holt við allar føroyingarnar, men vit kenna okkum øll aftur. Vit eru tey forgongiligu, men humorin í myndum hjá Óla P. er ein ævigur dansur av kæti og ljóðkátum fyribrigdum, sum altíð fara at verða mann og mann ímillum, sum kunnu viðgerast í orðum, men sanniliga eisini í myndum, sum Óli hevur fest á pappírið tey seinastu árini, so hegnisliga, at søga er í tekningunum.

Tú kanst kalla skemtimyndirnar hjá Óla P.fyri líknilsi. Óli P. er sera skemtiligur og gløggur og líknilsini eru so mong, nú tíggju ár eru farin aftur um bak. Einki er eins. Sørin Kirkegaard gevur Óla P. góðar vónir, at tann kristni má verða humoristur. Tað verður stuttligt at sita í Himmiríki saman við Óla P.

Til lukku við teimum 10 árunum.


Frits