Hetta er eingin dómarakanning, og vit hava gjørt eitt fullgott kanningararbeiði út frá teimum fortreytum, ið fyrilógu.
Tað er tað stutta av tí langa, tá Sosialurin vil vita, um kanningarbólkurin hevur kravt nøkur skjalprógv fyri, á hvørjum grundarlagi Eik Banki noktaði fyri at taka pant í partabrøvunum hjá Kongshavnar Útgerðarfelag, og um peningurin reint faktiskt var goldin inn í felagið.
Bæði Jógvan Amunsson, grannskoðari, og Eyðfinn Jacobsen, advokatur, viðganga, at teir ikki bóðu Tórbjørn Jacobsen um skriftliga váttan fyri hesum.
Báðir vísa í staðin til roknskapin fyri 2004, sum er góðkendur uttan viðmerkingar av Grannskoðarastovuni á Skála. Men veruleikin er tann, at ein og hvør roknskapur í slíkum føri bara váttar eina sølu, men ikki, hvussu sølan er goldin. Og av tí at sølan varð framd við tí fyri eyga, at útvega felagnum reiðan pening, er tað ógvuliga týdningarmikið at staðfesta, at peningurin veruliga varð goldin inn í felagið, og at handilin ikki fór fram á annan hátt. Til dømis við mótrokningum.
Hetta eru heilt avgerandi spurningar, tí vórðu hesir spurningar skjalprógvaðir, lá bara eftir atfinningin um, at eingin uttanveltaður hevði virðismett partabrøvini – umframt tann ivi, sum altíð fer at verða tengdur at hesari søluni, nevniliga hvussu nógv ella lítið Tórbjørn Jacobsen visti um ásetta kursin, sum altso var almennur ein mánað eftir, at hann hevði keypt partabrøvini hjá Atlantic Petroleum úr Kongshavnar Útgerðarfelag til kurs pari. Og tað kann neyvan nakrantíð prógvast ella mótprógvast.
Sosialurin hevur spurt Eik Banka um málið, men bankin sigur seg ikki kunna gera viðmerkingar til einstøk mál.