Vit kundu fingið 2-3 krónur meiri fyri kilo

?Vit mugu fáa eitt nýtt skip. Men tað má vera eitt skip, sum eisini kann sigla uttanlands, og tí má tað sigla skjótt, sigur Heri Hjelm

?Heldur hendan gongdin fram, verður Suðuroyggin miðvíst avtoftað.

? Og skjótt er onki eftir at gera, uttan at jarða tey deyðu.

Hetta er eitt sindur provokerandi sagt.

Men tey lýsa álvaran í støðuni í Suðuroynni, soleiðis sum ein av teimum stóru vinnulívsmonnunum oynni sær hana.

Heri Hjelm er alari og hann stúrir fyri framtíðini hjá Suðuroynni.

Hann sigur, at tey tølini, sum hava verið frammi í Sosialinum fyrr í vikuni um gongdina í fólkatalinum og barnsburðartalinum í Suðuroynni, eru óhugnalig.

Fyri fyrstu ferð í yvir 50 ár er fólkatalið í Suðuroy farið niður um 5.000 fólk og higartil í ár, er barnburðartalið farið niður í helvt afturímóti í fjør. Ikki minst í syðru helvt er støðan ein vanlukka, tí har er burðartalið fallið eini 75-80% afturímóti tí, sum hevur verið vanligt.

Heri Hjelm sigur, at í dag sær hann ongan møguleika fyri, at Suðuroyggin kann mennast aftur.

Og orsøkin til tað er heilt einfalt, at sum støðan er, hevur fiskivinnnan at kalla ongan møguleika fyri veruligari menning.

Og fyrrenn fiskivinnan fær tann møguleikan, heldur hann ikki, at oyggin kemur fyri seg aftur.


Lívsneyðugt ferðasamband

Heri Hjelm sigur, at fyrrenn suðuroyingar fáa eitt líkinda ferðasamband, fer tað ikki at bera til at menna fiskivinnuna í oynni aftur.

Men hann hugsar ikki so nógv um ferðasambandið til Havnar. Hann hugsar meiri um ferðsambandið uttanlands.

?Framtíðarmøguleikarnir hjá Suðuroynni standa og fella ikki við ferðasambandinum við Havnina. Teir standa og fella við sambandinum út í heim.


Rukkulív

Heri Hjelm hevði tí ikki sørt av vónum, nú tosað hevur verið um at byggja eitt nýtt Suðuroyarskip.

Og nú nýtt skip hevur verið uppá tal, hevur hann roynt at tosa fyri, at tað tað verður lagt soleiðis til rættis, at tað eisini kann sigla uttanlands.

Eftir ætlan skuldi tað nýggja suðuroyarskipið verða sett í sigling í 2002.

Men so mikið meiri óvart kom tað á hann, tá ið landsstýrið legði fíggjarætlanina fyri 2000 fyri tingið og ikki eitt oyra er sett av til nýtt suðuroyarskip.

Og nú er hann farin at ivast í, um hetta ikki er tað bera rukkulív.

? Landsstýrið hevur sjálvt lagt upp til, at byggja skipið nu. Tí í fjør vóru 60,5 milliónir settar av á langtíðarætlanini fyri komandi ár og 60 mió í 2001 og aftur 70 mió í 2002.

? Strandferðslan hevur lagt nógv arbeiði í at fyrireika skipið. Men fyri stuttum varð fundur hildin í Suðuroy, har tað varð gjørt púra greitt, at skuldi viðmerkingar gerast, ella høvdu suðuroyingar ynski um broytingar, skuldi tað berast skjótt at, tí skipið skuldi bjóðast út at projektera beinanvegin.

? Tíverri sær tað út til, at Strandferðslan hevur læst seg fastan í eitt skip, sum er sama slag, sum tað, ið varð bygt fyri 40 árum síðani.

?Tað tykist, sum um suðuroyingar skuldi bara kílast inn í eina ætlan, sum Strandferðslan heldur er nóg gott, uttan at suðuroyingar, sum verða størstu brúkararnir, verða eftirspurdir.

Tó skal Strandferðslan hava takk fyri, at hon hevur givið okkum møguleikar at úttala okkum, áðrenn endalig støða verður tikin.

Suðuroyingar hava nú tikið seg saman í ein felagsskap við bý- og bygdaráðsformonnum og umboðum fyri vinnulívið, sum skulu viðgera støðuna

?Men vit fingu boð um at arbeiða skjótt. Samstundis, sum avgerðin mátti takast skjótt, síggja vit, at ikki ein króna er sett av til skipið, hvørki komandi ár, ella á langtíðarætlanini fyri 2001 og 2001.

 ?Og skulu vit nú bíða í fleiri ár afturat, verður Suðuroyggin fullkomiliga avtoftað. Tað sigur seg sjálvt tí fólkatalið minkar og ongi børn verða fødd.


2-3 kr. meiri fyri kilo

Heri Hjelm sigur, at eftir hansara tykki, er tað avgerandi, at suðuroyingar fáa betri samband við útheimin.

Og hann heldur, at tað er neyðugt, at eitt nýtt suðuroyarskip verður tengt saman við uttanlandssigling.

Sostatt er tað neyðugt við einum skipi, sum siglur skjótt.

Og hann heldur, at ein katamaranur hevði verið frægasta loysnin.

Tí hann kundi siglt til Skotlands tríggjar ferðir um vikuna um næturnar, uttan at nerva suðuroyarsiglingina nevnivert.

Heri Hjelm sigur, at í løtuni skulu lidnar fiskavørur í Suðuroynni fyrst flytast 35 fjóðringar norðureftir, og so 35 fjóðingar sama veg suðureftir aftur, áðenn kósin verður sett uttanlands.

? Tvs, at tær fesku vørurnar missa fleiri tímar.

Hann sigur, at skulu vit gera okkum vónir um nakra menning í Suðuroynni, er tað neyðugt, at vit hava samband við marknaðarlondini tríggjar ferðir um vikuna.

?Fyrrenn vit hava tað, verða vit ikki kappingarfør við fiskivinnuna í øðrum londum.

Hann sigur, at sjálvur merkir hann tað væl, hvussu stórur vansi tað er, at sambandið ikki er frægari, enn tað er.

?Vit eru snøgt sagt í einum lægri bólki enn tey, vit kappast ímóti.

Heri Hjelm sigur, at tað nyttar ikki at tosa um at meirvirka fisk í Føroyum- og so bara frysta hann niður.

? Vit missa einar tvær-tríggjar krónur fyri kilo av tí, at ferðsambandið er so vánaligt. Og tað hevur stóran týdning fyri virkið.

? Møguleikarnir við tí frysta fækkast. Men kundu vit útflutt feskt, at vóru vit javntsett við kappingarneytar okkara.

? Og tað hevði bæði givið okkum ein betri prís og ein nógv størri marknað.

? Hjá okkum er fiskurin vikugamal, áðrenn hann kemur á marknaðin.

? Vit hava trý flutningsfeløg, sum sigla uttanlands. men tey sigla øll seinast í vikuni.

Men hann heldur, at tað er ein almenn uppgáva at bera so í bandi, at ferðasambandið verður betri.

Heri Hjelm sigur hinvegin, at sum støðan er í løtuni, eru teir vánaligu flutningsmøguleikarnir ein beinleiðis forðing fyri, at fiskivinnan kann mennast.

Tí heldur hann, at tað hevur stóran týdning, at vit geva okkum stundir at kanna allar møguleikar, so at vit fáa tað rætta skipið, sum gagnar okkum best, ístaðin fyri at fáa eitt skip, sum ein stovnur í Havn er nøgdur við.