– Vit kunnu ikki flyta helvtina av søluni uppá ein dag

Pelagiska fiskavirkið Pelagos er í einari spentari støðu beint nú, orsakað av støðuni í Ukraina. Og hjá laksavirkinum Mowi hava tey ikki heilt tikið støðu til russiska marknaðin enn

Pelagos í Fuglafirði

Um handilsbann verður sett í verk til Russlands, so verður tað ein smeitur fyri fiskavirkið Pelagos í Fuglafirði. Tí Pelagos selir nevniliga nógvan fisk til Russlands.

 

– Helvtin av okkara útflutningi fer til Russlands og Ukraina. Meginparturin av tí fer til Russlands, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri, og vísir á, at hin helvtin fer til onnur lond í Europa og Asia.

 

Av tí sama hevur Pelagos ikki valt at boykotta russiskar kundar sínar, eins og fleiri aðrar fyritøkur í vesturheiminum - og eins og Bakkafrost her í Føroyum.

 

– Vit kunnu ikki flyta helvtina av søluni uppá ein dag. Tað ber ikki til, sigur Jóhan Páll Joensen.

 

Higartil hevur Pelags sent vøru sum vanligt til Russlands.

 

– Russland er ein kappingarførur marknaður, sum tekur helvtina av tí, vit framleiða, sigur hann og vísir á, at um handilsbann kemur, so fyriheldur hann seg sjálvsagt til tað, men inntil tá fylgja tey støðuni.

 

– Vit umhugsa støðuna allatíðina, men vit hava onga støðu tikið enn. Vit síggja tíðina ann, sigur Pelagos-stjórin.

 

LES EISINI: Bakkafrost gevst at selja til Russlands: – Vit eru skelkað

 

Mowi er eitt annað stórt virki, sum eisini hevur handlað nógv við Russland gjøgnum fleiri ár.

 

Sambært stjóranum í laksavirkinum, Hans Jákup Mikkelsen, so hava tey heldur ikki tikið endaliga støðu til, hvussu støðan í Ukraina fer at ávirka virksemið. Men í løtuni verður einki útflutt til Russlands.

 

– Í løtuni slakta vit ikki, og tí fer einki avstað yvirhøvur. Eg dugi ikki at siga beint nú, um tað verður selt meira til Russlands. Men vit eru líka ósikkur sum øll onnur um, hvat fer at henda. Vit eygleiða støðuna, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

 

LES EISINI: Hava ikki tikið støðu til sølu til Russlands

 

Pelagos í Fuglafirði