Bakkafrost gevst at selja til Russlands: – Vit eru skelkað

– Tað, sum vit missa her, meta vit at kunna selja til aðrar marknaðir, sigur Regin Jacobsen, stjóri

Í løtuni standa fyritøkur í vesturheiminum í kø fyri at boykotta Russland. Fleiri matvøruhandlar í Danmark gevast at selja russiskar vørur, og matframleiðarar gevast at handla við russiskar kundar.

 

Í Føroyum hava vit eisini fyritøkur, ið samstarva við russar - eitt nú stóra alifyritøkan Bakkafrost. Og sambært stjóranum har, Regin Jacobsen, so hevur Bakkafrost nú selt til Russlands fyri síðstu ferð.

 

– Hósdagin fráboðaðu vit kundum okkara í Russslandi, at vit koma ikki at selja nakað til teir longur, sigur Regin Jacobsen, tá vit spyrja, hvussu støðan í Ukraina ávirkar teirra virksemi.

 

Tað var nettupp hósmorgunin, at tíðindini frættust um, at Russland hevði gjørt innrás í Ukraina.

 

– Vit eru skelkað yvir gongdina seinastu dagarnar. Vit hugsa nógv um tað ukrainska fólkið, og tey sum verða rakt av hesum. Tað sum hendi var jú ein skelkur fyri allan vesturheimin, og vit blivu sjálvandi øgiliga skelkað, at sovorðið kann henda í okkara tíð, sigur Regin Jacobsen.

 

– Um vit vilja tað ella ikki, so mugu vit hava ein holdning til tað, sum hendir. Og tað er, at vit gevast at selja til Russlands, sigur hann.

 

– Hetta verður permanent, ger Regin Jacobsen greitt.

 

Russiski parturin av samlaðu søluni hjá Bakkafrosti hevur fylt nakað, og tí kemur hetta boykottið helst at ávirka søluna nakað.

 

– Tað hevur verið svingandi síðstu árini, í fjør var tað 10 prosent av samlaða umsetinginum. Vit hava langar traditiónir at handla við Russland, og seinastu 15 árini er tað blivið væl meira. Tað er eingin loyna, at tað altíð hevur verið ein ávís avbjóðing at selja til Russlands, og tí hava vit eisini tilvitað roynt ikki at selt for nógv til teir, sigur Regin Jacobsen.

 

– Tað, sum vit missa her, meta vit at kunna selja til aðrar marknaðir, sigur hann.

 

Sambært Bakkafrost-stjóranum er hetta boykottið ikki nakað, sum føroysku myndugleikarnir hava givið teimum harraboð um.

 

– Vit hava ikki havt samband við myndugleikarmar, men vit hava jú sæð, at landsstýrið hevur verið greitt í útmeldingini um hetta. Tað, sum teir hava sagt, sigur okkum jú, hvønn veg hetta fer, sigur Regin Jacobsen.

 

Bakkafrost er ikki einasti matvøruframleiðarin í Føroyum, sum hevur selt nógvan fisk til Russlands. Luna í Sørvági er eitt annað dømi. Men tá in.fo spyr seg fyri hjá teimum, um støðan í Ukraina fer at fáa ávirkan á útflutningin til Russlands, so hava tey onga viðmerking í løtuni.

 

Dagføring klokkan 14:13: Atli Gregersen, stjóri í Luna, vendi aftur seinni, og hann sigur, at tey í Luna hava ikki tikið støðu til hetta enn. Les meira HER.

 

Og tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Boga Jacobsen, stjóra í Varðanum, sum eisini selja til Russlands.