info
Ongi úrslit

Hava ikki tikið støðu til sølu til Russlands

– Vit hava onga princippavgerð tikið um ongantíð aftur at útflyta til Russlands, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna í Sørvági

Pætur Hjalmar Evensson
28. februar 2022 kl. 14:13

Alifyritøkan í Sørvági, Hiddenfjord (Luna), hevur ikki tikið støðu til, hvussu tey gera við stóra partin av søluni, sum fer til Russlands. Tað sigur Atli Gregersen, stjóri, í samrøðu við in.fo, nú vit spyrja hann, um russiska innrásin í Ukraina kemur at ávirka virksemið hjá teimum.

Hiddenfjord hevur nevniliga útflutt fisk til Russlands í fleiri ár, men í løtuni selja einki til Russlands, og ætlanin er heldur ikki at selja nakað í apríl og mars. Hetta er tó ikki orsakað av núverandi støðu í Ukraina - bert av handilsligum orsøkum, sambært Atla Gregersen.

Men hvat so, tá vit koma til mai, ætlar Hiddenfjord tá at útflyta til Russlands aftur? Tað kann stjórin ikki útiloka.

– Hvussu støðan verður í mai ella juni, tað hava vit ikki ordiliga gjørt upp við okkum sjálvi nú. Tað kann vera tað er útflutningsbann til Russlands tá, og so sleppa vit frá at taka støðu til tað, sigur Atli Gregersen, sum harmast um støðuna í Ukraina.

– Vit halda eins og øll onnur, at russiska innrásin ikki er í lagi. Vit eru øgiliga hørm um, at Ukraina er álopið av Russlandi. Støðan har er vanlukkulig í løtuni, sigur Atli Gregersen.

Sostatt hava tey í Hiddenfjord ikki tikið somu greiðu støðu sum tey í Bakkafrosti hava gjørt - nevniliga at gevast at selja laks til Russlands permanent, sum Regin Jacobsen, stjóri, fortaldi á in.fo í morgun. 

Sølan til Russlands fyllir nógv í virkseminum hjá Luna, tí ein triðingur av søluni hjá Luna fer til Russlands. Tí kann tað hugsast at vera ein stórur missur fyri virkið í Sørvági, um tey missa russiska partin av søluni. Men stjórin heldur ikki, at hetta er nakað at stúra um.

– Tað fær nokk ikki stórar avleiðingar, um vit gevast at selja til Russlands. Sum tað sær út nú, so er tað sannlíkt at finna aðrar marknaðir. Vit arbeiða altíð við marknaðarligum strategium. Men vit hava onga princippavgerð tikið um ongantíð aftur at útflyta til Russlands, sigur Atli Gregersen.

Men hvat so, um landsstýrið setur handilsbann til Russlands í verk?

– So fyrihalda vit okkum til tað. So gera vit tað. Og so mugu vit sjálvandi fyririeka aðrar marknaðir enn Russland, sigur hann.

LES EISINI: Bakkafrost gevst at selja til Russlands

Vit hava annars aftur roynt at fingið viðmerking frá Varðanum fyri at spyrja sama spurning, sum vit hava sett Hiddenfjord og Bakkafrosti, men tað hevur ikki eydnast okkum at fingið fatur á teimum.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

16 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

NOY – festarin í Kollafirði fær ikki eina krónu!

22 minuttir síðan
Hondbóltur

Trygvi og liðfelagarnir máttu lúta fyri Afturelding

35 minuttir síðan
Fótbóltur

Øll úrslitini frá Europa League og Conference League

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Heiður til ungan LGBT+ drong

2 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

3 tímar síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

3 tímar síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

3 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

4 tímar síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

4 tímar síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

4 tímar síðan