Vit kunnu øll gerast ov rá

Tað er menniskjaligt og nátúrligt, men kortini skeivt. Forráan er úrslitið av máttloysi í arbeiðinum, sigur Dorthe Birkmose, sálafrøðingur

- Tað er menniskjaligt og nátúrligt, men kortini skeivt. Forráan er úrslitið av máttloysi í arbeiðinum, sigur Dorthe Birkmose, sálafrøðingur, sum í kvøld hevur fyrilestur í Dansifrøi.

 

Hon tosar um tað, hon kallar forráan.

- Hetta er eitt gamalt hugtak um fólk, sum gerast meiri og meiri køld, kynisk og líkaglað í sínum virki. Endin er, at tey gera seg inn á fólk rundan um seg, sigur hon.

 

Hugtakið er serliga óhugnaligt, tá tað hendur í einum starvsamanhangi, tá yrkisfólk gera seg inn á onnur, sum til dømis røktarfólk, sum gera seg inn á búfólk á stovnum.

- Av tí at hetta er eitt so óhugnaligt fyribrigdi, verður hetta als ikki tosað um. Tað er eitt stórt tabu, sigur Dorthe Birkmose.

 

Fyrstu løtuna greiddi hon frá eini støðu, har hon, á einum stovni í Danmark, hevði upplivað slíka forráan.

Hon greiddi frá, hvussu hennara toymi, í síni viðferð av einum serliga torførum búfólki, løgdu størri og størri arbeiðsbyrðu á eitt starvsfólk, sum at enda ovbyrðaði seg. Yvir longri tíð hevði hendan eina tikið ov nógva ábyrgd á seg fyri at lætta um hjá hinum og í veruleikanum brúkti hon orku, sum hon als ikki hevði. Ein dagin varð hon trýst yvir eggina, og hon sló búfólki í eini spentari støðu.

- Vit kenna øll støðuna, vit eru so troytt, so útlúgvað. So hon sló hann og sló hann hart. Hon gjørdi seg inn á hann, greiddi hon frá.

 

Tað ræðandi, sigur Dorthe Birkmose, er at hetta kann henda øllum. Og um hetta kann henda øllum, so hendir hetta tíverri mongum. Ljósið í hesi syrgiligu søguni er, at starvsfelagin boðaði beinan vegin frá, hvat hon hevði gjørt og bað um hjálp.

- Og um hetta hendir mongum, so eru tað eisini nógv búfólk, sum eru fyri órætti. Eg ivist heldur ikki í, at hetta búfólki eisini áður hevur verið fyri slíkum órætti. Starvsfelagin er ikki tann einasta, sum hevur gjørt seg inn á hann, hon er bara tann einasta, sum segði frá, sigur Dorthe Birkmose.

 

- Vit eru góð menniskju, vit eru dugnalig menniskju – men í ávísum støðum kunnu eisini vit fara ov langt, sigur hon.

 

Tí er tað, at tað er so týdningarmikið at tosa um hetta – júst tí at hetta kann henda okkum øll.

- Hetta er ein felags trupulleiki. Tí tað er altíð onkur, sum hevur sæð teknini, sum hevur hoyrt okkurt, følt okkurt – men sum ikki segði frá, sum ikki traðkaði til, sigur Dorthe Birkmose.

 

Eini 400 fólk eru í kvøld samlaði í Dansifrøi til ein fyrilesturin við Dorthe Birkmose, sálarfrøðingi. Tað er Tign, áhugafelagið teirra, ið vegna brek ella aldur hava tørv á røkt, sum skipar fyri fyrilestrinum.

 

Evnið á fyrilestrinum er vandin fyri at gerast ráur í arbeiðinum, serliga hjá teimum, sum arbeiða í sonevndu bleytu yrkjunum. Hon hevur skrivað eina bók um evnið, Tá góð menniskju gera ilt, har hon viðger tað, sum hon kallar forráan. Hetta merkir, at ein gerst meiri og meiri ráur í síni viðferð av øðrum. Hon tosar millum annað um, hvussu tað í máttloysisstøðum kann tykjast í lagi at og verður stilt góðtikið at skelda út, at tosa harðari, kveistra fólk burtur, gera til láturs, ignorera og revsa – eisini hjá professinellum, sum burdu vita betri.

 

Dorthe Birkmose, sum er sálarfrøðingur, hevur í nógv ár arbeitt á stovnum við fólkum, ið hava havt tørv á røkt.