Vit øll skulu verða her

Ingeborg A. Godtfred
Valevni á lista D til býráðsvalið

Vit syngja so ofta: á tann deiliga Havn. Ja, Havnin er deilig, vit eru nógv bygdafólk, sum eru flutt til Havnar og til økini rundan um Havnina; her er eisini besta stað á jørð, men tað er ongastaðni so gott, at tað ikki kundi verið betri, øll vita sum er, at sjálvt í Suðurstreymoy er avgjørdur tørvur á fleiri økjum.
Stórur tørvur er á eldraøkinum, íbúðir til skiftið millum miðaldrandi og eldri, íbúðir til tey ungu og til tey lesandi, og fleiri grøn økir er eisini ein avgjørdur tørvur. Børn og ferðsla mugu skiljast sundur, ungdómurin má fáa betri karmar at virka undir, systkinaavsláttur skal setast í gildi, og vit mugu taka okkum meira av teimum heimleysu.
Nógv við okkum hava bygt alt ov stór hús, vit hildu vit vórðu verandi 25 ár altíð, men soleiðis er tað jú ikki, tí mugu vit byggja alternativar íbúðir bæði til ung og gomul.
Tað tykist sum politikarin hevur gloymt tey ungu, og tey lesandi, her mugu íbúðir/kollegier fáast til vega skjótast.
Útisavn í gomlu Hoyvíkini har ung og gomul kunnu njóta ta vøkru nátturðu saman.
Viðvíkjandi ferðsluni ynskja vit trygg kor til børn og vaksin at ferðast í, alt gott um bungur, men aðrar loysnir eru eisini, hvat við at leiða skúlabørn og tey gangandi undir vegirnar gjøgnum tunlar/viaduktur, tað síggja vit aðrastaðni, har nýggir vegir verða gjørdir, eiga tunlar at verða ein sjálvfylgja.
Gøtur eiga at verða gjørdar, ið binda býlingar saman, men so breiðar at barnavognur og súkkla kann møtast, og ikki at gloyma væl upplýstar gøtur.
Gongubreytirnar í Havn og á Argjum og helst aðrastaðni við eru lívshættisligar. Gonguteigum sleppa vit ikki undan, men kravið er, at tey eru sera væl upplýst, í løtuni er tað alt ov vánaligt, og stórur vandi er ofta, tá farið verður eftir gonguteigum um kvøldið.
Vit hava eitt Bjargingarfelag, sum ger eitt veldugt sjálvboðið arbeiðið, takk skulu tey hava fyri tað, men hetta kostar. Kommunan hevur útvega teimum eitt grundøki sunnanfyri bátahylin á Argjum. Har kann eitt felagshús byggjast, sum kann hýsa bæði Bjargingarfelagnum og Froskmannafelagnum, og sum eisini hevur hølir til ungdómin. Soleiðis kann ungdómurin eisini fáa innlit í arbeiðið hjá hesum báðum feløgum og harvið fáa áhuga fyri hjálpararbeiði. Hesum eigur kommunan at stuðla.
Vit vilja arbeiða fyri systkinaavsláttri í m.a. ansingarstovnum, svimjihallum og býarbussum.
Øll lond hava heimleys fólk, har eru vit tíverri ikki nakað undantak. Tey sum í dag hjálpa teimum heimleysu mugu fáa øktan stuðul, so tey eisini um dagin hava eitt stað at fara, og ikki skulu verða noydd at sita í busskýlum og aðrastaðni.
Fáa vit umboð valt á lista D til býráðið, fara vit at arbeiða við lív og sál fyri framburði í kommununi.
Gott Val