Vit mugu ikki lata okkum kúga av ágangi

Tað hevur verið lítið høpi í kjakinum og tað er ein vanlukka at bíða

- Eg veit, at tað er dýrt at byggja Tórshavnar Havn út frammanfyri Skansan. Men tað verður nógv dýrari at bíða.

Tað staðfestir Sjúrður Olsen, býráðslimur í Havn og formaður í vinnunevndini hjá býráðnum.

 

Tað hevur vakt ans, at Tórshavnar býráð ætlar at byggja Tórshavnar Havn út frammanfyri Skansan.

Ført hevur verið framm, at tað fer at oyðileggja eitt av okkara fremstu fornminnum og summi vilja heldur, at vit gera eina risa bingju- og farmahavn á Skálafjørðinum

 

Men tað nervar ikki Sjúrð Olsen, tí hann staðfestir, at býráðið heldur fast um ætlanina at byggja út í Havn, tí útbyggingin er neyðug.

Skal øll vøra lossast á Skálafjørðinum, verður hon nógv dýrari, tí tá skulu 70 - 80% av vøruni koyrast til Havnar, hagar hon skal.

- Tað er tann øvugta verð, tí tað førir stóran kostnað við sær og er ein umhvørvislig vanlukka, sigur býráðslimurin.

 

Tað hevði eisini verið ein vanlukka fyri Tórshavnar havn sum arbeiðspláss fyri hundraðtals fólk, tí menningin hjá vinnuni steðgar.

 

Sjúrður Olsen heldur, at  tað hevur verið lítið høpi í kjakinum um Skansan.

- Tað stutta av tí langa verður, at Skansin verður eitt trivnaðarstað burturav og nógv áhugaverdari aftaná útbyggingina, enn hann er nú.

- Innara havnin og bátahylurin á Argjum verða nógv betri enn nú, tá vart verður fyri aldu, streymi og veðri annars.

 

Les eisini: Vit fara ígongd tí vinnan hevur tørv á tí

 

Vit mugu ikki lata okkum kúga av ganginum, tí hetta eru bara ræðumyndir.

- Eg veit at hettar verður eitt dýrt, men tað verður nógv dýrari at lata vera, sigur Sjúrður Olsen.