Vit mugu mótmæla fangaflutninginum

Tað er nú staðfest, at USA ólógliga hevur rænt fólk og flutt tey í fongsul eystanfyri at verða pínd. Nógv bendir á, føroyska loftrúmið hevur verið nýtt til hesar brotsgerðir ímóti mannarættindunum. Hesum eiga føroyskir myndugleikar at mótmæla.

John Johannessen,
Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
www.john.fo

Eiga vit at tiga og samtykkja, tá føroyskt loftrúm verður brúkt sum liður í brotum á grundleggjandi mannarættindi, ið ST hevur samtykt?

Mítt svar er nei. Og tí havi eg sum einasti samgongulimur í uttanlandsnevndini boðað løgmansskrivstovuni frá, at vit eiga at gera vart við, at føroyingar ikki góðtaka ólógligan fangaflutning í føroyskum loftrúmi.

Evroparáðið staðfest illgruna
Mikudagin staðfesti ein kanning hjá Evroparáðnum, at amerikanska fregnartænastan hevur rænt fólk í Evropa og flutt tey til loynilig fongsul í Eysturevropa og Miðeystri, har tey síðani eru pínd.

Hendan mannaræning er farin fram við loyniligum flogførum, ið síðani 2001 hava flogið meira enn túsund ferðir í evropeiskum loftrúmi á loyniligum ferðum. Nógv bendir á, at slíkt eisini er farið fram í føroyskum loftrúmi, hóast danskir myndugleikar ikki hava viljað svarað Evroparáðnum uppá hendan fyrispurning.

Tó er staðfest, at eitt av CIA flogførunum við frámerkinum N379P fleyg í donskum øki (møguliga føroyskum) bert fýra dagar áðrenn CIA í 2002 nýtti flogfarið til at ræna tveir egyptar í Svøríki og flyta teir aftur til Egyptalands, har teir vórðu píndir.

Á føroyskum borði
Nøkur av hesum viðurskiftum hava verið viðgjørd á føroyskum borði. Millum annað, tá løgmaður 26. januar í ár setti seg í samband við uttanlandsnevndina til at fáa ráðførslu um, hvørt hann skuldi viðmæla, at danskir myndugleikar játtaðu USA hernaðarligt flúgviloyvi at flúgva ígjøgnum føroyskt loftrúm við vandamiklum farmi og øðrum í sambandi við uppbyggingina av Irak.

Tá hendan ráðførslan fór fram, var illgruni longu reistur um ólógliga fangaflutningin hjá USA. Tí valdi eg sum limur í uttanlandsnevndini at taka orðini í Fámjinsskjalinum um ægte medinddragelse og medindflydelse á uttanríkispolitiska økinum í álvara. Eg mælti nevndini til at biðja um eina frágreiðing um møguligan fangaflutning í føroyskum loftrúmi. Hendan umbøn varð havnað av meirilutanum í nevndini tann 15. februar í ár. Tí valdi eg í staðin at senda mítt egna svar til ráðførsluna, har eg millum annað skrivaði soleiðis:

Í øðrum lagi er mín støða, at vit í svari til fyrispurningin um at geva USA hernaðarligt flúgviloyvi í føroyskum loftrúmi senda ein greiðan politiskan boðskap um, at vit ikki góðtaka, at føroyskt loftrúm verður nýtt sum liður í ólógligari pínslu av fangum. Tað er jú beinleiðis í stríð við fólkarættin at flyta ein persón til eitt land, har vandi er fyri, at viðkomandi verður píndur.

Eftir míni fatan er tað okkara skylda at gera vart við hesi viðurskifti. Um vit tiga og samtykkja, er stórur vandi fyri at vit eru óbeinleiðis við til at ganga ímóti rættinum hjá hvørjum einstakum menniskja.

Á fundi við Stig Møller
29. mars í ár var danski uttanríkisráðharrin í Føroyum, har hann millum annað var á árliga fundi sínum við uttanlandsnevnd løgtingsins. Her gjørdi eg aftur vart við míni sjónarmið og spurdi beinleiðis uttanríkisráðharran, um hann kundi vátta ella avsanna, at slíkur flutningur fór fram í føroyskum loftrúmi.

Svarið frá Per Stig Møller var, at hann visti ikki um, at slíkt var farið fram. At danska uttanríkisráðið ikki hevði nakrar upplýsingar um hetta. At Danmark ikki ráddi yvir nøkrum loyniligum fongslum. Og nógv meira enn hetta vildi hann ikki siga um málið. Kortini vísti hann til, at Evroparáðið var farið í gongd við eina kanning av hesum viðurskiftum.

Nú er kanningin liðug, og illgrunin er bara enn meira staðfestur.

Virða vit mannarættindi?
Sitandi samgonga hevur eitt greitt mál at styrkja um uttanríkispolitiska leiklutin. Millum annað tí varð stór orka løgd í at fáa Fámjinsskjalið til høldar. Tað er í hesari avtalu ímillum danir og føroyingar, at tað eftir føroyskum ynski er staðfest, at Føroyar skulu hava ægte medinddragelse og medindflydelse á uttanríkispolitikkin.

Nú liggur á okkum at taka hesi orðini í álvara og brúka Fámjinsskjalið til at ávirka okkara viðurskifti á uttanríkispolitiska økinum.

Í hesum serstaka málinum eiga vit at seta okkum spurningin, um stríðið ímóti terrorismu er orsøk til at seta til síðis mannarættindini og tey grundleggjandi virði, ið okkara vesturlendska samfelag er bygt á.

Mítt svar er nei, nei og aftur nei. Tí gera vit tað, hevur terrorisman vunnið.

Tískil eiga føroyskir myndugleikar í fyrsta lagi at krevja at fáa at vita, hvørt føroyskt loftrúm verður brúkt til ólógliga ræning av fólki. Og í øðrum lagi eiga vit at mótmæla hesum og vísa í verki, at Føroyar og føroyingar virða mannarættindasáttmálan hjá ST og ynskja, at hann verður fylgdur.