Magn hevur keypt meginpartin av partapeninginum í hitafelagnum Demich. Hetta er liður í royndunum hjá Magn at styrkja seg á grøna el-marknaðinum í Føroyum.
Demich hevur seinastu 10 árini ella so ment seg til at vera ein av fremstu veitarum av jarðhita og hitapumpum í Føroyum.
Magn hevur seinastu árini strembað seg eftir at sleppa inn at framleiða grøna orku í Føroyum og sær í hesum sambandi góðar møguleikar við einum tøttum samstarvi við Demich, greiðir samtaktsstjórin í Skeljungi, sum eigur Magn í Føroyum, Hendrik Egholm, frá.
- Hetta kann kollvelta føroyska elmarknaðin, um fortreytirnar annars verða lagdar til rættis, sigur Hendrik Egholm.
Hann vísir á, at við hesum verður í framtíðini gjørligt, um elveitingarlógin verður broytt, hjá Magn at bjóða kundum hita frá grønari orku.
- Vit kunnu seta ferð á orkuskiftið frá oljufýringum til hitapumpur hjá okkara kundum. Gjøgnum Demich kunnu vit bjóða teimum at taka oljufýringina niður og seta hitapumpu upp, broyta elskipanina og enntá bjóða teimum eina kontakt til at løða elbilin hjá sær. Soleiðis kann Magn í veruleikanum niðurbróta sín egna oljumarknað fyri at leggja seg eftir elmarknaðinum, sigur Hendrik Egholm.
Samtaksstjórin greiðir frá, at endamálið er at geva eitt størri íkast til at náa visjón 2030 hjá landinum, um at øll orka á landi skal koma frá grønari orku. Talan er um 16.000 húsarhald og stívliga 28.000 akfør, sum skulu skifta frá olju til el.
- SEV hevur ongan møguleika at náa hesum málinum, um ikki elveitingarlógin verður broytt. Nú hava vit tikið fyrsta stigið, men heita á politikkararnar, um at geva okkum betri fortreytir. Skal hetta skiftið veruliga løna seg fyri privatar fyritøkur, mugu tær fáa møguleikan at selja streym beinleiðis til kundan, greiðir hann frá.
Hann sigur, at síðani SEV bygdi vindmyllulundina í Húsahaga, er einki hent á grøna økinum.
- SEV fer at brúka meiri tungolju í 2018 enn í 2017, so soleiðis sæð gongur menningin skeiva vegin. Ein loysn er at lata fleiri privatar aktørar sleppa framat, sigur hann.
Demich fer at koyra víðari sum eitt sjálvstøðugt felag, við Róa Kalsø sum stjóra. Hann er fyrrverandi stjóri í JT Electric, men hevur eisini áður arbeitt í Magn. Gomlu eigararnir halda fram í felagnum.
Um elveitingarlógin verður broytt, er sannlíkt, at broytingar eisini verða gjørdar í skipanini av felagnum, sigur Hendrik Egholm, samtaksstjóri í Skeljungur, sum eigur Magn í Føroyum.