Fiskivinna
? Hetta er veruleikin, sum vit liva í og tað mugu vit boyggja okkum fyri.
Egil Olsen sigur, at orsøkin til at hann og Petur Olsen nú hava sett flakavirki á stovn í Lettlandi, er ikki fyri at flyta føroysku flakavinnuna til eitt láglønarland.
Men hann sigur, at vit mugu ásanna verðsins gongd.
Egil Olsen sær hetta als ikki sum ein bakkast fyri føroyska flakavinnu, at teir nú hava sett flakavirki á stovn Lettlandi.
?Spurningurin, sum altíð verður reistur, er, um tað er rætt, tí við hesum koma vit at selja á sama marknaði, sum føroyingar annars og sostatt koma vit at kappast við fisk úr Føroyum.
? Vit síggja á tølum fyri flakavinnunna, at tað liggur ongin virðisøking eftir í Føroyum og hetta hevur, sum heild, verið gongdin í fleiri ár.
? Spurningurin er so um vit lata standa til, ella um vit taka avbjóðingina upp og stovna fyritøkur uttanlands, sum kunnu kasta nakað av sær, sum vit so aftur kunnu brúka at styrkja føroyskt vinnulív.
við.
Hevur verið gongdin í fleiri ár
Egil Olsen sigur, at tað er ikki bara í fiskvinnuni, at størv verða flutt í láglønarlond.
? Tað er eitt rák, sum vit síggja vit í øllum lønartungum vinnum. Føroyingar eru bara ógvuliga seinir á sjóvarfallinum, tí í øllum hinum Norðurlondunum hevur hetta verið gongdin í nógv ár.
? Vit noyðast at forvinna peningin, har hann er at vinna, tí gera vit tað ikki, gera hini tað og so standa vit eftir við svartaperi og ongari vinnu.
Hann heldur, at tað at teir nú hava stovnað virki í Lettlandi, kann skunda undir, at aðrar, føroyskar fyritøkur, eisini fara at kanna møguleikarnar fyri at gera íløgur uttanlands.
? Og tað kann so aftur skunda undir eina viðgerð av, hvørjar vinnur, vit so skulu hava í Føroyum ístaðin.
Hann sigur, at vanliga flakavinnan hevur tað sera torført í Føroyum og hann dugur ikki at síggja, at tað fer at verða frægari. Tí ivast hann ikki í, at flakavinnan fer alsamt at minka.
Egil Olsen heldur, at kunsturin hjá føroyingum verður at finna uppá nakað nýtt, har vit hava ein kappingarfyrimun framum láglønarlondini og at umstilla seg til veruleikan, sum er.
? Tað er ov seint at fara til verka, tá ið alt er rent fast, ímeðan onnur hava brúkt fleiri ár uppá at laga vinnuna til tær umstøður, sum alheimsgerðin førir við sær.
Hann heldur, at eitt øki, har føroyingar kundu verið kappingarførur, er í feskum fiskavørum.
? Men til tað krevur gott flutningssamband og tað sambandi hava vit als ikki sum er. Tað nyttar onki at hava samband við marknaðin eina ferð, ella tvær ferðir um vikuna. Tað skal vera hvønn da, tí tað hava okkara kappingarneytar.
? Men tann spurningurin verður at kalla ikki viðgjørdur í Føroyum.
Hann sigur, at somuleiðis verður tað neyðugt at umskúla arbeiðsfólkið í flakavinnuni og at leggja størri vitan í framleiðsluna. Tað kann gerast við at leggja aðrar eginleikar inn í vøruna, so at vit kunnu marknaðarføra hana sum burðardyggan fiskiskap, sporførið, burðardygg gagnnýtsla, heilsugóður kostur og so framvegis. Somuleiðis er eru vit sterkir í saltfiskinum.
Alsamt meiri fiskur uttanlands
Annars segði tú einaferð í Sosialinum, at hvørja ferð, ein fiskur ferð óvirkaður av landinum, fara stór, samfelagslig virði fyri skeyti?
? Tað er eisini rætt, at samfelagið kann missa pening. Men vit vera framvegis noydd til at boyggja okkum fyri veruleikanum. Og hann er, at nógvur fiskur fer av landinum til útlendsk virki, uttan at eitt oyra liggur eftir hjá føroyskum vinnulívi. Tað, sum vit gera, er at vit stovna eitt føroyskt virki uttanlands, so at virðisøkingin hóast alt, liggur eftir hjá føroyskum íleggjarum, sum síðani kunnu brúka vinningin at styrkja føroyskt vinnulív.
Hann sigur, at tað, hann hevur lagt dent á, er, at føroysk virki skulu hava møguleika at bjóða upp á f iskin. Men eru tey ikki kappingarfør í prísi, mugu vit góðtaka, at fiskurin fer har, prísurin er bestur.
? Í hesum sambandi eru vit eisini við til at útgeva skipunum so góðan prís, sum gjørligt og vit koma eisini at keypa salt og annað, úr Føroyum, sigur Egil Olsen.