? Okkara einasta bjarging er, at vit leggja kommunurnar saman.
? Tí gera vit tað, kunnu vit sjálvi sleppa at umsita tey mál, sum í løtuni verða umsitin í Havn, fyri okkum.
? Og við at yvirtaka málsøki, yvirtaka vit samstundis ábyrgd, størv og skattakrónur.
Á fundinum, sum Suðuroyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldið í Suðuroy skipaði fyri leygardagin um kommunumál, gjørdi Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri seg til heitan talsmann fyri at leggja kommunurnar í Suðuroynna saman.
Hann helt, at tað var neyðugt, at suðuroyingar lyftu seg uppum gamlar fordómar um norðaru helvt mótvegis syðru helvt og siga kortanei til a leggja saman
? Tað, sum er umráðandi er, at hugsa um Suðuroynna sum eina eind, mótvegis høvuðsstaðnum.
Hann segði, at tað, sum spurningurin snúði seg um, er, um kommunurnar vilja sleppa at umsita ymisk málsøki sjálvi, sum í løtuni verða umsitin fyri kommurnar í Havn.
? Spurningurin er, um vit vilja sleppa at umsita og stýra okkum sjálvi.
? Er svarið ja, skulu vit gera okkum greitt, at so fylgir ábyrgd við, tað fylgir umsiting við og tað fylgja sostatt eisini bæði størv og skattakrónur við.
Páll Vang sigur, at hin spurningurin er, um vit vilja varðveita støðuna, sum hon er.
? Hann segði, at er svarið, at vit vilja umsita fleiri málsøki sjálvi, stingur ein aðir spurningur seg upp.
? Ein spurningur er, um vit skulu gera tað við tí kommuntali, sum nú er.
Býráðsformaðurin á Tvøroyri segði, at velja vit tað, var hann sannførdur um, at tað vóru kanska 10-15 kommunur, sum eru førar fyri at átaka sær nakað serligt av umsiting.
? So at tosa um at leggja nøkur mál út til kommunurnar at umsita, so leingi tær eru 49 í tali, er heilt burturvið, helt hann.
Samanlegging ella samstarv
Páll Vang helt, at næsti spurningur at taka støðu til, er um kommunur skulu leggja saman fyri at yvirtaka meiri umsiting, ella um tær ?bara? skulu samstarva um málsøkini.
Í hansara huga var ongin ivi:
? Skulu vit samstarva hvørvur alt, sum eitur ávirkan og ábyrgd fyri málsøkinum.
Hann nevndi t.d. SEV og IRF, sum kommunurnar samstarvaðu um.
? Hvørja ávirkan hava kommunurnar á teir báðar felagsskapirnar, spurdi hann?
? Ikki tað sum eitur, svaraði hann sjálvur.
Páll Vang spurdi t.d. nær mál viðvíkjandi SEV og IRF eru fyri í bý- og bygdaráðum í Vági, í Sumba, í Porkeri í Hovi?
Hann nevndi eisini eitt meiri lokalt mál sum Ellis- og Røktarheimi?
Tað er ein stovnur, sum øll Suðuroyggin samstarvar um.
Men Páll Vang segði, at øll tey árini síðani 1985, tá ið hann kom uppí býráðspolitikk, hevur ikki eitt tað einasta mál um Ellis- og Røktarheimi verið til viðgerðar í Tvøroyrar Býráð.
Hinvegin helt býráðsformaðurin á Tvøroyri, at leggja vit kommunur saman, fáa vit dagliga ávirkan, vit fáa ábyrgdina, og vit fáa umsitingina og størvini.
? Men vilja vit ikki leggja saman, men halda, at kommunur uppá 400 - 500 fólk eru tað rætta, mugu vit fara hinvegin og býta Tvøroyrar Kommunu sundur í Froðbiar-, Tvøroyrar-, Øravíkar- og Trongisvágs Kommunu.
Ein, tvær, ella sjey
Páll Vang helt, at tosa vit um Suðuroynna, stingur spurningurin seg upp, antin Suðuroyggin skal verða ein, tvær, ella sjey kommunur, sum nú.
Hann duldi ikki fyri, at sjálvur helt hann, at Suðuroyggin skal vera ein kommuna.
Tó viðgekk hann, at hann hevði atkvøtt saman við restini av Tvøroyrar Býráð um at mæla til at Suðuroyggin verður ein kommuna.
? Verður Suðuroyggin ein kommuna, kunnu vit seta okkum saman at tosa um, hvat skal vera í hvørjari bygd í oynni.
?Tað kunnu vit ikki, um tað verða tvær kommunur í Suðuroynni.
? Tí so fáa vit kapping ímillum tær báðar kommunurnar.
? Og í eini kappingarstøðu gevur ongin nakað frá sær.
?Tvs, at tann norðara kommunan fer at gera alt, hon er ment fyri at forða fyri, at nakað verður flutt suðurum - og øvugt.
Hann legði afturat, at so kann hvør gera sær sínar tankar um, hvør verður taparin í hesi kapping.
Hann minti eisini á, at í hvørjum einasta føri, at umsiting er flutt millum Tvøroyri og Vág, eru tað landsmyndugleikarnir, sum hava gjørt tað, og ikki býráðini.
Vit ferðast og ferðast
Páll Vang segði, at halda vit fast um, at tað skulu verða verandi sjey kommunur í Suðuroynni, halda vit eisini fast um gongdina sum hon er.
? Tvs, at vit styrkja umsitingina í Havnfyri hvønn dag sum gongur, ímeðan vit noyðast ferðast og ferðast til Havnar dag og dagliga, tí vit mugu biðja um loyvi úr Havn til alt, sum vit gera.
? Eg havi onkuntíð sett tað eitt sindur hart upp og sagt, at tað einasta bý- og bygdaráðini kring landið sjálvi hava heimild at taka støðu til, er, at fylla asfalt í holini í vegnum og at siga, hvussu vorðin skúlin skal vera, tá ið hann verður málaður.
? Hetta er veruleikin, tí til alt annað skulu vit hava loyvi úr Havn, hvørja ferð, vit skulu gera okkurt.
? Tað, sum nú verður tosað um, er at leggja umsiting út um landið.
? Men tað eru bara nakrar heilt fáa kommunur, sum eru førar fyri at átaka sær hesa umistingina.
? Men eg síggi fyri mær eina gongd, har nakrar fáa kommunur fáa ymisk málsøki at umsita undir heitinum ?royndarkommunur?.
? Men hendan royndin kann saktans vara tey næstu 50 árini.
?Avleiðingin verður, at Havnar Kommuna, og onkur afturat, sleppa at byggja upp eina kommunala umsiting til at umsita síni kommunalu viðurskifti, samstundis sum landið byggir stovn eftir stovn eftir stovn til at umsita tey somu málini fyri allar hinar kommunurnar.
? Tvs, at Havnar Kommuna fær bæði í posa og sekk: ? Hon fær bæði skattakrónur av síni egnu umsiting, umframt skattakrónur av landsumsitingini.
Hann spurdi eisini, hvussu nakar kundi tosa um at varðveita kommunuskipanina, sum hon nú er.
? Tóshavnar Kommuna hevur eina fíggjarætlan uppá 250 milliónir.
? Fyri at fara niður á hin endan á listanum, hevur Mykines eina fíggjarætlan uppá 119.000 - hundrað og nítjan túsund krónur. Tað er minni enn eitt vanligt húsarhald hevur til taks.
Hann helt, at tað var heilt burturvið at siga, at Havnin og Mykines skuldu virka undir somu treytum.
Havnin blómstrar við sínari umsiting
Býráðsformaðurin vísti eisini á, at almenn umsiting er tann tryggasti vinnuvegur í Føroyum.
Tað er Havnin besta dømi um, tí hon blomstrar við allari síni umsiting. Har er onki, sum fer á húsagang.
? Skulu vit, sum búgva úti um landið, hinvegin útvega okkum arbeiðspláss og skip, noyðast vit sjálvi at savna pengar inn til eginpeninging.
? Men vit mugu samstundis staðfesta, at nógv tann mesti útflutningurin dettur niður í Havnini.
? Tað merkir, at vit savna peningin inn, sum skapar útflutningin. Men teir pengar, sum vit skaffa til landið, verða allir brúktur í Havnini, umframt blokkstuðulin úr Danmark.
Páll Vang segði, at eftir hansara tykki, var hetta tann øvugta mannagongd.
? Útjaðarin skapar virðini. men øll virðini enda í Havn.
? Men havnarfólk gera bara íløgur aftur í tænastuvinnuna, har trygd er fyri vinningi. Havnarfólk gera ikki íløgur í virki og skip.
? Sostatt verða vit noydd at ásanna, at vit mugu fáa fatur á almennari umsiting, skulu vit fóta okkum aftur, segði Páll Vang.