- Kanska skulu vit gera okkurt heilt víðgongt fyri at fíggja vælferðasamfelagið.
Tað heldur Ben Arabo, stjóri í Atlantskolvetni.
Eitt, hann hugsar um í hesum føri, er at avtaka allan kommunuskatt, umframt at leggja ein eyka skatt á allan peningaflutning.
Á vinnudegnum vóru skattaviðursiftini í Føroyum eitt høvðsevni.
- Ein máti er at leggja eini fimm prosent í skatti á allar flytingar, sigur hann.
Hetta merkir, at hvørja ferð, tú fer til bakaran at keypa morgunbreyð, og rindar við gjaldskorti, skulu fimm prosent av keypsupphæddini rindast í skatti.
- Og hvørja ferð, tú keypir eitt partabræv, skulu fimm prosent rindast í skatti og somuleiðis, hvørja ferð, tú fær løn, vinningsbýti, rindar eina oljurokning og, hvat tað skal vera, skulu eisini fimm prosent rindast í skatti.
Ben Arabo vísir á, at í øðrum londum verður umrøtt at leggja skatt á ávísan peningaflutning.
Men hann heldur, at skulu vit hava slíkan skatt, skulu vit hava hann av øllum flytingum yvirhøvur.
- Hetta er ein spennandi tanki, sum vit kanska eiga at hugsa gjølligari um, heldur hann.
Kommunuskatturin avtakast
Hinvegin heldur hann eisini, at samstundis sum aðrir skattir verða álagdur, verður neyðugt at avtaka alt, sum eitur kommunuskatt.
- Vit áttu slett ikki at havt kommunur í Føroyum tí tað er samfelagið ov lítið til. Hinvegin
verður neyðugt at allur inntøkuskattur er stigveksandi, men kommunuskatturin er púra flatur og tað rakar vanligar familjur hart.
Tann flati kommunuskatturin er eisini nógv vaksin í seinastuni. Fyri nøkrum árum síðani var hann eini 13 prosent, nú liggur hann á 20 prosentum og hægri.
Ben Arabo heldur sostatt, at allur inntøkuskattur skal verða stigveksandi. Samstundis skal allur inntøkuskatturin takast inn í einum og so má lutast út aftur til kommunurnar onkusvegna.
- Men so sleppa vit heldur ikki undan at hugsa um útreiðslustigið í samfelagnum. Vit mugu hugsa um tær tænastur, sum eru neyðugar og tær, sum eru góðar at hava.
Neyðugar vælferðartænastur er at tryggja tey gomlu, tey sjúku, tey veiku og tey ungu undir útbúgving.
- Restin av tænastunum eru trygdarnet undir borgarunum.
- At væl lærdir akademikarar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ferðast landið runt at kanna matin, sum fæst keyps á stevnum kring landið, er í allarbesta føri gott at hava, men tað er avgjørt ikki neyðugt. Og at alment lønt siga í Útvarpinum og ráðgeva fólk um vistfrøðilgar nøtur er eisini í allarbesta føri gott at hava, men neyðugt er tað ikki, sigur Ben Arabo, fyri at skera tað út í papp, hvat hann meinti við.
Hann ávarar samstundis at javntseta vælferð við øktar útreiðslur á fíggjarlógini.
- At vit tvífalda talið á fulltrúum merkir neyðturvuliga ikki økta vælferð, heldur Ben Arabo.
Hann sigur, at hesi síðstu 20 árini eru útreiðslurnar á fíggjarlógini tvífaldaðar, men hann ivast stórliga í um vælferðin er tvífaldað.
Rýma
Hinvegin sær Ben Arabo ongan skaða í, at føroyingar fara uttanlands at arbeiða.
- Skulu vit laga Føroyar til umheimin, ella skulu vit krevja, at umheimurin lagar seg til okkum, spyr hann.
Sjálvur heldur hann, at svarið er rættiliga einfalt
- Vit hava túsundtals føroyingar, sum arbeiða uttanlands. Men kann nakar siga mær, hvat tey skuldu gjørt, komu tey øll heimaftur.
Hann heldur, at gera vit umstøðurnar ov torførar já teimum er vansin, at heilt nógv av teimum rýma heilt av landinum,
Kortini ásannar hann, at tað er ein trupulleiki, at tey rinda lítlan og ongan skatt í Føroyum.
- Har er eitt alt ov stótt glopp ímillum tey, sum ongan skatt rinda og tey, sum rinda fullan skatt og tað gloppið eigur at minkast, heldur Ben Arabo.
Sníkjandi
Stjórin í Atlantskolvetni heldur, at tað verður eisini neyðugt við ymsum brúkaragjøldum, men tað krevur stórt varsemi, tí brúkaragjøld raka tær lægru inntøkurnar meinari enn tær hægru.
Men samstundis innleitast Ben Arabo inn á, at hóast vit hava methøgan inntøkuskatt, koma brúkaragjøld kortini sníkjandi inn á okkum.
Hann hugsar um nyggju byggilóggávuni, har tað kostar at gera støðumetingar av húsum, Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevur gjald fyri nógvar tænastur og vit hava eisini brúkaragjøld á undirsjóvartunlum.
- Tað er ein vanlukka, at vit hava heimsins hægsta inntøkuskatt og at vit eisini hava høg brúkaragjøld, heldur Ben Arabo.
Tí leggur hann dent á, at samstundis sum brúkaragjøld verða sett í gildi, má og skal inntøkuskatturin minkast tilsvarandi, so at skattatrýstið ikki hækkar.