Vit skulu blanda okkum í alt

Heilar generatiónir av út­búnum føroyingum eru búsit­andi uttanlands og harvið er samfelagið minni fjølbroytt enn tey flestu

Fyri at kompen­sera fyri hetta mælir Høgni Reistrup, miðla­frøðingur, øllum før­oyingum í heminum til at úttala seg um Føroyar
– Er tað geografiska av­mark­ingin, sum skal vera avger­andi fyri, um mann skal hava nakað at siga um Føroyar, spurdi Høgni Reistrup í Ghetto Før­oy­ar miku­dagin, áðrenn hann uttan himpr sjálvur svar­aði: – Sjálvandi ikki!
Miðlafrøðingurin búsit­andi í Keypmannahavn held­ur soleiðis lítið um út­sagnir hjá fólki, sum havast at før­oyingum uttanlands, sum fortelja føroyskum skatt­gjaldarum, hvussu tey skulu byggja land.
– Eg minnist at Jógvan Sundstein hevði eina við­merking um eitt mál fyri vikum síðani, og tá fekk hann skotið í skógvarnar, at »Tú flutti av landinum. Tú skalt ikki koma her og siga, hvussu vit skulu gera,« og hatta er ein nokk so vanlig hugsan í Føroyum.
– Mann skal ikki iso­lera seg soleiðis, tað er hin­vegin ein fólkaræðisligt heilsu­tekin, at nógv luttaka í al­menna orðaskiftinum, segði Høgni Reistrup.
 
Merkir miðlarnar
Hann metir somuleiðis, at hendan hugsanin sæst aftur í føroyskum miðl­unum, sum eftir hansara tykki sjáldan hyggja suður um Akraberg ella norður um Enniberg eftir servitan, hóast ein stórur føroyskur heila­kapasitetur liggur uttan­fyri hesi forberg.
– Serliga etableraðu miðl­ar­nir hava lyndi til at ringja til stovnar og per­són­ar í Føroyum, held­ur enn at hugsa eitt sindur størri og ringja til Keyp­manna­havnar ella til London, tá tey gera søgur.