Vit skulu eisini vera á brúnni

-Vit skulu tryggja okkum pláss við avgerðarborðið og luttaka aktivt, so vit eru við til at ávirka oljuvinnuna, so hon passar til okkara samfelag. Vit skulu ikki bara vera dekkarar, men okkara pláss skal eisini vera á brúnni segði Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum undir orðaskiftinum um 1. útbjóðing

Jan Müller


Alfred Olsen var framsøgumaður fyri sambandsflokkin undir orðaskiftinum um 1. útbjóðing til oljuleiting. Hann rósti landsstýrismanninum fyri, at málið nú var komið so langt. -Vit í sambandsflokkinum fegnast um og trúgva uppá, at oljuvinnan, um rætt verður framborið, kann blíva ein lønandi vinna fyri føroyska samfelagið, og at uppskotið til 1. útbjóðing er av einum slíkum slag, at ráð er ikki til at gera mistøk, tí tey kunnu vera fíggjarliga, umhvørvisliga og vinnuliva katastrofal.

Hann helt tí orðingina um at miðjast skal móti eini útbjóðing vera skeiva. Tað eigur at standa, at vit skulu trygja okkum eina varisliga og skynsama leiting eftir og gagnnýting av kolventistilfeinginum til gagns fyri føroyskan búskap og arbeiðsvinnuna í Føroyum, umframt at virksemið skal verða skipað soleiðis, at øll neyðug fyrivarni verða tikin fyri fiskiskapin, sigling, umhvørvismálum, náttúru og samfelagsáhugamálum.

Hann helt, at tær seismisku kanningarnar sum hava verið gjørdar, hava ikki í nóg stóran mun laga seg eftir tí fiskaríi, sum er farið fram.

-Tað er ein treyt, at okkara fiskivinna verður minst møguligt nervað av tí intensivu seismisku skjótingini, sum kemur at fara fram á leitiøkinum segði hann og metti at við í útbjóðingartilfarið eigur eisini at vera nakað um endurgjaldskrøv frá fiskiskipum vm.

-Okkara fiskivinna eigur somuleiðis at kenna sínar skyldur og rættindi yvirfyri oljuni legði hann aftrat.

Alfred Olsen helt tað vera skeivt at hava ymiskan partafelagsskatt fyri feløg, soleiðis at fiskivinnan skal hava ein partafelagsskatt, oljuvinnan ein annan osfr. Hann segði seg ivast í, hvør hevur álit á einum slíkum stýri, tá so ymisk signal verða givin út.

Tingmaðurin setti eitt spurnartekin við, hví serskatturin skal avmarkast til at vera 55%. Eftir teimum serskattum, sum verða álagdir vinnuni, kunnu vit koma uppá 57% uppá eitt stórt fund. Vit eiga at fáa so nógv møguligt burtur úr hesi vinnu,so hví ikki eisini taka hesi 2% við? Hann setti eisini spurnartekin við, um 2% royalty er tað rætta, tí tað er har vit skulu tjena pengar.


Føroyar skulu tryggjast

-Hvat kunnu vit gera fyri at tryggja føroyska luttøku og ávirkan innan fyri oljuvinnuna? Sambandsflokkurin setir sum eitt áfrávikiligt krav til komandi oljuvinnu, at Føroyar verða tryggjaðar bæði við høvd og gørnum - fyri luttøku og ávirkan í oljuvinnuni. Tað er ikki nokk, at nøkur fá fólk fáa arbeiði á boripallum, vaktarskipum ol. Nei, vit skulu vera har, sum diskussiónirnar viðvíkjandi oljuvinnuni fara fram og har avgerðirnar verða tiknar og stungið verður út í kortið. Ja vit skulu tryggja okkum pláss við avgerðarborðið og luttaka aktivt, so vit eru við til at ávirka oljuvinnuna, so hon passar til okkara samfelag. Vit skulu ikki bara vera dekkarar, men okkara pláss skal eisini vera á brúnni.

Framsøgumaður sambandsfloksins spurdi eisini, hvussu vit tryggja føroyska vinnulívinum rættindi í eini oljuvinnu, og hvør skal hava eftirlit við, at loyvishavarin lýkur tær treytir, sum eru settar honum. Skal tað verða Oljumálastýrið ella skulu vit seta eina nýggja skrivstovu á stovn. Tað kann verða gjørt gjøgnum eitt privat felag.

Hann nevndi tey privatu oljufeløgini. -Í tí løtu hesi feløgini fara saman við øðrum í eini leiting, sum einki gevur, so eru tey úti, og vit hava onga ávirkan gjøgnum tey. Og so er bert ein møguleiki eftir, og tað er almenna oljufelagið.


Hví ikki alment oljufelag?

Alfred Olsen spurdi, hví Oljumálastýrið avskrivar møguleikan at hava eitt alment oljufelag.

Tingmaðurin var ikki heilt nøgdur við úttalilsini hjá ráðgeva hjá Oljumálastýrinum, sum sigur, at eitt landoljufelag verður ikki væl móttikið av oljufeløgunum.

-Vit skulu ikki taka hædd fyri tí, sum oljufeløgini halda. Vit skulu umsita ta føroysku ognina, tilfeingið. Vit skulu skipa tað soleiðis, at vit fáa sum mest burtur úr, uttan at styggja feløgini.

Alfred Olsen reksaði upp, hvat eitt landsoljufelag skal gera og hvussu tað skal tryggja Føroyum fyrimunir. Hví avskrivar man sær teir møguleikar fyri at avskriva eitt landsoljufelag spurdi hann.

-Eitt alment oljufelag hevði blivið borið gjøgnum leitingartíðina, og tá oljan verður funnin, so eru vit við á 1. rað. Vit mugu vera klárir, tá oljan kemur. Tað er tí ikki rætt at avskriva eitt alment felag.

Hann helt, at tað møguliga hevði komið at kostað okkum nakað í serskattingum, men tað mugu vit so viðgera. Vit eiga harumframt at finna út av og leggja okkum so nær at pínslumarkinum hjá oljufeløgunum sum gjørligt, soleiðis at oljufeløgini vera verandi her og fáa olju upp úr føroysku undirgrundini, samtíðis sum vit fáa maksimalan vinning til tað føroyska samfelagið. Her ræður um at vera kaldur nokk og ikki leypa framav. Tí nú byrjar skjótitíðin, og latið okkum ikki selja oljuna fyrr enn hon er funnin segði Alfred Olsen.