Frá 9. desember 1997 varð Hákun Djurhuus settur sum stjóri í P/F Føroya Shell. Hann tók við eftir Hjarnar Djurhuus, sum á móttøku fyri viku síðani, alment segði farvæl til heita sessin í oljufelagnum.
Men hóast Shell í Føroyum nú hevur fingið nýggjan stjóra, fer tað ikki at hava við sær kollveltandi broytingar í fyritøkuni.
? Shell er ein væl rikin fyritøka, sum skal førast víðari. Vit fara at halda fast um somu meginreglur, sum vit hava gjørt, og so skulu vit fyrihalda okkum til tær broytingar, sum fara at koma í framtíðini, sigur nýggi stjórin.
? Tað er ikki ein spurningur um at markera seg sjálvan persónliga, men at reka fyritøkuna á skilabesta hátt.
Umleið 65 fólk starvast í løtuni hjá P/F Føroya Shell, og tey starvast á bensinstøðunum, í tangabilatænastuni, oljufýrservicini, umsitingini og umborð á tangaskipini Magn. Høvuðsskrivstovan hjá fyritøkuni er á Viðarnesi í Havn.
Royndir innan fiskivinnu fyrimunur
Hákun Djurhuus fekk útbúgving sum sivilverkfrøðingur í 1986, síðani arbeiddi hann í ráðgevandi vinnuni í nøkur ár, áðrenn hann fór til Klaksvíkar at starvast hjá Northern Fish Cold Storage Ltd. Har var hann í trý ár, frá 1993 til 1996, og hann luttók eisini í leiðsluni á virkinum. Í 1996 fór hann í starv hjá Dansk Shell, og var har í eitt ár til hann nú hevur tikið við sum stjóri í Føroya Shell.
At nýggi Shell-stjórin hevur royndir innan fiskivinnuna heldur hann sjálvur verða ein fyrimunur.
? Stórur partur av okkara kundum eru skip og fiskavirki, og eg meti tað avgjørt vera ein fyrimunur, at eg havi starvast í fiskivinnuni og veit innanífrá, hvussu hon virkar. Eg lærdi nógv í míni tíð í Klaksvík, sum jú er fiskivinnumiðdepilin í landinum, og at eg eisini var við í leiðsluni í fyritøkuni gjørdi, at eg eisini fekk royndir á tí økinum, sigur Hákun Djurhuus.
Dansk Shell eigur meirilutan av partapeninginum í P/F Føroya Shell, og tað var ein góð byrjan hjá Hákuni Djurhuus, at hann kundi starvast í danska felagnum í eitt ár.
? Sjálvandi er nakað av muni millum Shell í Danmark og í Føroyum, men vit arbeiða innan somu rammur, og laga okkum so til viðurskiftini har vit eru. At eg starvaðist í Shell í Danmark gjørdi, at eg havi fingið viðkomandi royndir í einum størri oljufelag.
? Nýggja starvið hjá mær er ein spennandi avbjóðing, og eg kann lova at fyritøkan í framtíðini eisini fer at halda fast um somu meginreglur sum higartil, og tær broytingar, sum framtíðin fer at hava við sær, mugu vit so fyrihalda okkum til.