Tað sigur føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, sum harmast um 6-0 tapið fyri Eysturríki í gjár.
- Tað fyrsta korterið er tað vánaligasta vit hava spælt higartil. Serliga er tað okkara høgra síða, sum ikki hevur tamarhald á teirra vinstra bakki, sum kemur fram við hvørja ferð, sigur ein vónbrotin Lars Olsen.
Hann er nøgdur við spælið í pørtum av dystinum, men heldur at vit skulu hava meiri javnvág í verjupartin.
- Vit hava nakrar avtalur í verjuni og tað riggar væl í løtum, men tá tað ikki riggaði, so blivu vit eisini revsaðir, sigur Lars Olsen
Hann leggur eisini dent á, at hann framvegis er sinnaður at verða føroyskur landsliðsvenjari, hóast hann mangan verður settur í samband við venjarastørv í donskum fótbólti.
- Hvørja ferð okkurt starv er ledigt, so verið eg settur í samband við tað. Tað nýtist ikki at merkja seg nógv, sigur Lars Olsen víðari.
Samrøðan kann hoyrast undir greinini.