Vit skulu hava størri vald í ríkisfelagsskapinum

Landsstýrið og danska stjórnin hava samskift um ynskið hjá landsstýrinum at fáa víðkaðar uttanríkispolitiskar heimildir. Ætlanin er at fáa allar flokkar við í arbeiði

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í samrøðu við Sosialin.

 

– Tað sum vit serliga ynskja er at fáa víðk­að­ar heim­ild­ir utt­an­rík­is­pol­it­iskt. Tað sær út til at vera trup­ult at koma á mál við. Men tað er eing­in ivi um, at tað er ein pol­it­isk­­ur vilji í donsku stjórninin at loysa málið, sigur hann. 

– Vit halda tað hava stóran týdn­ing at fáa loyst tað í breiðari semju í pol­­it­isku skip­anini Føroyum við øll­um flokkum, sigur løgmaður.

Tí verður tað eisini eitt ar­beiði, sum fer í gongd, har allir flokk­ar kunnu luttaka. Løgmaður sigur, at roynt verður at snikka eina skipan sam­an sum tryggjar, at vit fáa tær utt­­an­­rí­k­­is­pol­it­isku heim­ild­ir, sum Før­oyar hava tørv á.

– Men tað hevur øgiliga stóran týdn­­ing, at tað arbeiðið ikki fer at snúgva seg um loysing og samband, tí so fáa vit ikki semju í Føroyum, men at tað fer at snúgva seg um tað veruligu av­bjóð­ing­i­na, sum vit hava nú sum er at fáa víðkaðar utt­an­pol­it­isk­ar heimildir, sigur hann.

Løgmaður vísir á, at lands­stýr­­ið heldur, at tað ber væl til at gera innan verandi skipan utt­an lóg­­ar­­broyt­in­gar, men har eru tulk­­ing­­ar­nar øðrvísi hjá danska Lø­g­mál­a­ráð­num.

– Og tí fara vit at kalla allar flokk­ar saman at vita, um tað ber til at fáa eina semju um, hvat vit í Før­oy­um vilja, so fara vit at taka tað upp við dosnku stjórnina, sigur løgmaður. 

– Eitt er jura, og eitt annað er pol­it­isk­ur vilji, og eg eri slett ikki í iva um, at danska stjórnin er øgi­liga positivt sinnað at finna nakrar loysn­ir, soleiðis at vit fáa tær heim­ild­ir, sum vit okkum tørva. 

– Tey í donsku stjórnini vita eins væl og vit, at um vit ikki finna tær loysn­ir­nar, so er vandi fyri at vit fyrr ella seinni fáa eina kreppu í rík­is­fel­ags­skap­i­num.

Hvat snýr hetta seg heilt í tøk­liga um? Hvat kunnu Føroyar meira tá, vit hava fingið hesar utt­an­rík­is­pol­it­isku heimildir?

– Til dømis er grundlógin í dag ein forðing fyri, at vit fáa fullan lima­skap í Norð­ur­landa­ráð­num. Ikki tí at tað er størsta málið. Men tað mál­ið, sum hevur størst týd­ning fyri okkum í Føroyum er at fáa full­an lima­skap í WTO, sum ger tað mun­andi lætt­ari hjá okkum at fáa hand­ils­sáttmálar við onnur lond og aðrar felagsskapir, sigur løgmaður.

– Og tað er nakað, sum hevur stór­an týdn­ing fyri búskap okkara og vinnu­lív okkara og út­flutn­ings­vinnuna, at vit hava so fría atgongd til markn­aðir runt í heiminum sum møgu­ligt, sigur Aksel V. Johannesen. 

Fáa vit so eitt slag av sjálvstýri?

– Tað veldst um, sigur løgmaður. 

– Bæði landsstýrið og em­bæt­is­fólk í lands­stýr­i­num halda at ver­andi skip­an, við galdandi grund­lóg og heima­stýr­is­lóg og annað heim­il­ar okkum hetta, vísir løgmaður á.

– So tað er spurningurin, um tað er neyðugt at broyta nakað í skip­an­ini ella ikki. Men tað er nakað, sum vit mugu tosa við donsku stjórnina um fyri at tryggja, at vit fáa tær heim­ild­ir­nar, sum vit halda at vit longu hava í dag, sigur løgmaður.

Tá Mette Frederiksen, for­sæt­is­ráð­frú, helt set­an­ar­røð­una í Fólka­ting­i­num í ok­tober, segði hon, at vit skulu venja okkum við ein nýggjan rík­is­fel­ag­s­skap, ein felagsskap, har Dan­­mark ikki ræður yvir hinum lond­u­num, ein felagsskap, har tað eru trý lond, trý fólk, tríggjar tjóðir og trý mál.