Vit skulu ikki blanda okkum upp í meiri enn neyðugt

Hvussu støðan verður, vita vit ikki fyrr enn seinni í summar, sigur Helgi Abrahamsen

Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvat ætlanin er at gera fyri at fyribyrgja, at ungdómsarbeiðsloysið fer at veksa í kjalarvørrinum á koronakreppuni.

Hon vísir á, at koronakreppan hevur rakt tænastuvinnuna serliga hart, og tað er nettupp har, at nógv ungfólk arbeiða.

Helgi Abrahamsen sigur, at tá ið hugsað verður um arbeiðsloysið, verður hugsað um tey, sum missa sítt høvuðsstarv.

Hinvegin ivast hann ikki í, at tað eru fleiri lesandi, sum arbeiða í tænastuvinnuni og sostatt er tað eitt hjávinna, tey hava afturat lestrinum.

Annars upplýsir hann, at 12. mai vóru 663 ung í aldrinum 16-25 við í korona-skipanini hjá Als. Men hvussu arbeiðsloysið í roynd og veru, verður, vita vit ikki fyrr enn korona-skipanin hjá Als fer úr gildi 30. juni.

– Tað er sannlíkt, at ferðavinnan neyvan fer at hava tørv á øllum starvsfólkunum í summar, sigur landsstýrismaðurin.

Men hann sigur eisini, at Landsstýrið arbeiðir við einum hjálparpakka til ferðavinnuna, sum vónandi fer at gera, at ferðavinnan hórar undan og fer at seta fólk aftur í starv.

– Hetta fer eisini at merkjast á tí partinum av tænastuvinnuni, sum er knýttur at ferðavinnuni, soleiðis at tann parturin av tænastuvinnuni eisini vónandi fer at seta fólk aftur í starv.

Harafturat eru tað eisini nógv ung, sum arbeiða í handlum, og partvís sær handilsvinnan ikki út til at vera so hart rakt av korona, so væntandi kunnu tey sostatt at varðveita síni størv.

– Hóast talið á løntakarum minkar, er tað ikki vist, at talið á arbeiðsleysum veksur líka nógv, tí, tað eru bara tey, ið eru tøk til at átaka sær eitt fulltíðarstarv verða tald sum arbeiðsleys.

– Tað merkir, at lesandi ikki verða mett at vera arbeiðsleys fyri tað um tey hava mist eitt parttíðarstarv.

Somuleiðis verða tey, sum eru eldri enn 67, ikki tald við sum arbeiðsleys, hóast tey einki arbeiði hava.

– Tað er eisini týdningarmikið, at arbeiðsmarknaðurin finnur seg til rættis, nú korona hevur ført til broyttan eftirspurning. Tá ið arbeiðsmarknaðurin liggur í eini natúrligari legu, hava arbeiðsgevarar tey fólk í starvi, sum teimum tørvar, hvørki fleiri ella færri, sigur Helgi Abrahamsen.

Og hann er sannførdur um, at hetta letur seg best gera, við at myndugleikarnir ikki blanda seg upp í arbeiðsmarknaðin meira enn neyðugt.