Vit skulu ikki føra politikk

- Okkara uppgáva er stutt og greitt at áseta eitt føroyskt fátækramark. Tað er uppgávan hjá politikarunum, ikki arbeiðsbólkinum, at koma við ítøkiligum átøkum, sum kunnu bøta um korini hjá ávísum samfelagsbólkum. Tað sigur Heri Petersen, sum vísir aftur atfinningar móti álitinum um føroyskt fátækramark

-Álitið um føroyskt fátækarmark skal ikki vera ein amboðskassi við uppskotum um ítøkilig átøk, sum kunnu lætta um hjá teimum, sum eru fíggjarliga illa fyri.
Heri Petersen er formaður í arbeiðsbólkinum, sum hevur skrivað álitið um føroyskt fátækramark. Hann er grundleggjandi ósamdur við Sonju Jógvansdóttir, sum í tólvta tíma áðrenn álitið varð liðugt tók seg burturúr arbeiðsbólkinum og noktaði at seta sína undirskrift á álitið og harvið arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum.
- Alt ov fá amboð eru í hesum álitinum um føroyskt fátækramark. Fundamentið er alt ov veikt. Onkursvegna haldi eg ikki, at man hevur tikið støðuna hjá borgarum, sum eru í fíggjarligari trongstøðu, í nóg stórum álvara, segði Sonja Jógvansdóttir, ið umboðaði Samtak í arbeiðsbólkinum.
Sambært Hera Petersen er tað eitt púra tilvitað val, at álitið ikki hevur ítøkilig tilmæli um átøk.
- Tað vildi verið at rakt mitt inn í hjartað á politikkinum. Hvat kann borgarin krevja av samfelagnum, og hvat eigur samfelagið at krevja av borgarunum. Hetta eru grundleggjandi, ideologiskir spurningar, sum politikarar skulu taka støðu til, ikki vit sum arbeiðsbólkur, sigur Heri Petersen og tveitir fleiri spurningar upp í loft:
- Skal samfelagið geva fólki fleiri pengar? Skal ábyrgdarbýtið millum foreldur og samfelag broytast? Skal samfelagið stuðla undir kjarnufamiljuna? Skulu foreldur tryggjast eina minstuløn? Skulu vit hava eitt slag av borgaraløn? Skulu vit innføra inntøkugrundaðan barnakekk?
Sambært Hera Petersen eru hetta politiskir spurningar, ið ikki hoyra heima í einum arbeiðsbólki.
- Tað er ikki tí, at vit sum arbeiðsbólkur ikki tora at koma við tilmælum. Men tilmæli um slík, grundleggjandi viðurskifti gerast skjótt eldfim, júst tí tey raka inn í hjartað í politikkinum, nevniliga hvussu vit lyfta okkara veikastu borgarar. Okkara arbeiði snýr seg um eitt fátækramark, og blanda vit politikk uppí, so vildi tað eftir mínum tykki verið beinleiðis skaðiligt fyri arbeiðið at áseta eitt føroyskt fátækramark.

Fundamentið
Tá álitið um føroyskt fátækramark varð lagt fram, eftirlýsti Sonja Jógvansdóttir ítøkilig tilmæli um, hvussu til ber at bøta um støðuna hjá teimum, ið eru ringast fyri í okkara samfelag.
- Álitið leggur bara upp til fleiri, akademisk øvilsi. Í staðin burdi arbeiðsbólkurin brúkt sína orku til at farið niður í trupulleikarnar hjá teimum í okkara samfelag, sum vit longu nú vita, hava tað trupult, segði Sonja Jógvansdóttir.
Samskiparin hjá Samtak eftirlýsti greið tilmæli frá arbeiðsbólkinum:
- Tað var væl tað, sum vit í arbeiðsbólkinum vórðu sett til at gera. Vit høvdu ein arbeiðssetning, og hann haldi eg ikki vera útintan á fullgóðan hátt, segði Sonja Jógvansdóttir.
Heri Petersen er ósamdur:
- Vit hava í áravís kjakast um fátækramark, og kjakið hevur mangan borið brá av misskiljingum og gitingum. Nú hava vit definerað eitt fátækramark, og harvið fingið eitt felags fundament at byggja víðari arbeiðið á.
Heri Petersen staðfestir, at ósemjan um arbeiðsuppgávuna hevur merkt arbeiðið í arbeiðsbólkinum. Men formaðurin heldur fast í sín leist:
- Skuldu vit komið við ítøkiligum tilmælum, so vildi tað gruggað myndina somikið nógv, at arbeiðið at áseta eitt føroyskt fátækramark eftir mínum tykki vildi verið nærum burturspilt, sigur Heri Petersen.
Hann ásannar í sama viðfangi, at arbeiðsbólkurin kundi hugsað sær at kanna og útgreina nærri støðuna hjá teimum, sum liggja undir og rundan um fátækramarkið.
- Tað hevði verið gott, um vit kundu gjørt eina størri kanning av støðuni hjá teimum, sum liggja undir og á fátækramarkinum. Men tað hevði tó neyvan givið alla myndina, tí støðan hjá fólki er so ymisk. Summi hava júst sett búgv og hava tí stórt sethúsalán at gjalda hvønn mánað. Onnur dragast við gamla skuld, ið tyngir teirra privatbúskap, og uppaftur onnur eru í aðrari støðu.
- Ein útreinandi kanning hevði sjálvandi verið góð at havt við sær. Men eg haldi fast um, at sjálv definitiónin av fátækramarkinum stendur góð einsamøll, sigur Heri Petersen.

Framtíðin
Álitið um føroyskt fátækramark, ið varð handað landsstýriskvinnuni í almannamálum fríggjadagin 15. mars, verður nú viðgjørt í landsstýrinum.
Sambært formanninum í arbeiðsbólkinum, ið skrivaði álitið, so skal tað fyrst og fremst brúkast sum eitt stýringsamboð.
- Skal man gera ein heilhjartaðan innsats, so eiga vit at finna fram til tey fólkini, sum hava størsta tørvin, og so fremja politisk átøk fyri tey. Tí í síðsta enda snýr tað seg væl um at brúka pengarnar rætt, sigur Heri Petersen og skundar sær at leggja afturat, at hetta er ikki nøkur løtt uppgáva:
- Til dømis vísa tøl frá ”Í menniskjum góðum tokki”, at stórur partur av teimum, sum fáa hjálp frá hesum hjálparfelagsskapi, eru fólk úti á arbeiðsmarknaðinum. Fólk við lágum lønum ella sum av ymsum orsøkum arbeiða niðursetta tíð. So problematikkurin er kompleksur, staðfestir Heri Petersen.
Formaðurin í arbeiðsbólkinum heldur tað tó vera eina gongda leið at kanna nærri inntøkukeldurnar hjá teimum, sum liggja undir ella rundan um fátækramarkið, ið nú er ásett. Hetta er greiningararbeiði, ið kann gerast á Hagstovuni.
- Aðrastaðni verður fátækramarkið fyrst og fremst brúkt sum eitt mát fyri, um politisk átøk hava nakran virknað, staðfestir Heri Petersen fyri at undirstrika sítt poeng um, at ásetan av fátækramarki er ein uppgáva, meðan politikkur er ein heilt onnur uppgáva.


FAKTA:
Eitt fa?tækramark skal stuðla landssty?rinum i? at eyðmerkja fa?tækradømi, og harvið geva landssty?rinum betri grundarlag at eyðmerkja og seta i? verk a?tøk at fyribyrgja fa?tækradømi.
Arbeiðsbo?lkurin skal hava til endama?ls at:
• eyðmerkja og ly?sa orsøkir til at fo?lk liva i? fa?tækradømi,
• na?greina, hvat eitt fa?tækramark skal bru?kast til,
• ly?sa ymsar hættir at a?seta fa?tækramørk,
• greina og meta um, hvør ha?ttur og hvørjar da?tur skulu vera grundarlag fyri einum føroyskum fa?tækramarki og harvið gera tilmæli um, hvussu eitt føroyskt fa?tækramark skal a?setast.
Kelda: Brot úr arbeiðssetninginum hjá bólkinum, sum hevur arbeitt við at áseta eitt føroyskt fátækramark