Tjóðveldi hevur roynt tað so javnan og afturvendandi. At krevja og leggja uppskot fram um, at vit taka ábyrgd av okkara fíggjarmarknaði og okkara bankum og seta treytir og krøv til teirra. Higartil eru tað jú teir, sum ferð eftir ferð hava sett treytirnar til politisku skipanina - og so er rokningin send til skattgjaldaran, umframt ómaksjøld og hægri rentu.
Men hvørja ferð okkara uppskot og krøv eru sett fram, verða uggafjaðrarnir reistir hjá bankunum, og teir tosa um politiska uppíblanding í vinnuna. Og so verða málini feld.
Ikki færri enn tríggjar ferðir setti Tjóðveldi lógaruppskot fram um at nokta bankunum at flyta allar okkara pengar og konti av landinum í eina nýggja KT-skipan og net-banka. Vit vóru í góðari tíð. Longu í 2003, aftur í 2005 og aftur í 2009 løgdu vit uppskotini fram. Alt áðrenn tað hendi. Men uppskotini vórðu feld av einum stórum meiriluta. Stutt eftir gekk sjón fyri søgn um tað, vit høvdu sagt.
Alt varð flutt við stórum meirkostnaði fyri húsarhald, vinnu og brúkarar. Hóast vit væl kundu ment skipanina her, sum var ein unikk samankoyring millum tað almenna og bankarnar. Nú fingu vit eina verri og avoldaða skipan, ið hevur kostað omanfyri 300 milliónir umframt mistar førleikar og møguleikar fyri KT-vinnu.
Tragikomikkurin er enn størri: Landið nú skal gjalda fyri ein heilt nýggja skipan til TAKS, sum kann koyra saman við skipanunum í Danmark. Vit skulu altso betala eykarokning sum skattgjaldari fyri at sleppa at betala skatt av okkara løn og pengum, sum vórðu flutt av landinum.
Síðani skulu vit gjalda eyka fyri ein brúka ein netbanka, sum er verri.
Rentuhækking brennir bíligt valspik burtur
Og so skulu vit knappliga gjalda hægri rentu og hópin av nýggjum ómaksgjøldum. Nýggjasta rentuhækkingin futtar skjótt tað bíliga valspikið av um skattalættar hjá familjunum.
Fyrst skulu vit gjalda rentu fyri lánini - sum eru vøran. So skulu vit gjalda fyri at síggja okkara egnu pengar og fyri at gera arbeiðið fyri bankarnar, at flyta pengarnar.
Hetta svarar til, at vit fara í FK og leggja vørur í vognin. Tá vit koma til kassan, so skulu vit ikki bara gjalda høgan prís fyri vørurnar. Nei, knappliga skulu vit hava eina eykarokning fyri, at vit hava lagt vørurnar í vognin, og at vit leggja tær uppá bandið. Vit skulu gjalda fyri kvittanina, og fyri at koyra vøruna í posar.
Og eru bankarnir aftur óhepnir í síni útrás, kunnu vit standa í teirri støðu, at skattaborgarin og brúkarin fær alla rokningina.
Okkara krøv kunnu hava megi
At ongin krøv til bankarnar eru sett í Føroyum og politiska skipanin hevur kastað alla ábyrgd og regulering frá sær, hevur kostað samfelagnum, skattaborgaranum og húsarhaldinum millardir aftaná milliardir.
Vit mugu og skulu tora at seta bankunum krøv og viðgera skylduna hjá teimum í at skapa veruliga fígging til vinnu og húsarhald og menning í Føroyum.
Men ber tað til at seta krøv til bankar? spyr onkur.
Ja, tað ber sjálvandi væl til.
- Vit hava samtykt broyting í Húsalánsgrunninum, sum eisini skal brúkast til at trýsta rentuna niður.
- Vit kunnu krevja, at um bankarnir ikki lækka rentuna og steðga ómaksgjøldum, so broyta vit lógina um, at allar lønir og gjøld skulu umvegis ein peningastovn. Ístaðin kunnu øll fáa møguleikan at seta løn inn á eina almenna skipan (eins og girobankin á sinni).
- Vit kunnu eisini taka upp við bankarnar, at ein nýggj pensjónsskipan kann broyta reglurnar fyri, hvar loyvt er at seta sína pensjónsuppsparing - og tá kunnu føroysku bankarnir missa. Vilja teir ikki fáa kapital til føroyska samfelagið og fíggja menning í Føroyum, so mugu vit hava aðrar loysnir.
- Og í sambandi við, at nýggj elektronisk skattainnkrevjingarskipan skal gerast, skulu vit seta krøv um, hvussu KT-førleikin og skipaninirnar skjótt kunnu fáast at virka aftur í Føroyum.
- Vit skulu eisini tryggja við lóg, at virksemið hjá bankunum uttanlands ikki verður ábyrgd hjá skattgjaldarunum í Føroyum.
Nógv politisk amboð eru tøk til at krevja broytingar mótvegis bankunum. Tað krevur bert hugsjónir og dirvi at fremja tær.