Vit sleppa út um garðin

Børnini í frítíðarskúlanum á Hornabø stórtrívast. Teimum dámar best at spæla úti, men tá tað ikki er veður til tað, finna tey altíð upp á eitthvørt, sum tey kunnu gera inni

Tað eru ikki so øgiliga nógv børn í frítíðarskúlanum hendan dagin, men fleiri spæla úti. Inni er stak friðarligt, nøkur børn leggja puslispæl, onkur spælir við dukkur og onnur tekna. Men tá ókunnugt fólk kemur á gátt, leggja tey alt frá sær og hyggja við spyrjandi eygum.
Hví eru tit her, hvat skulu tit gera og hvaðani koma tit. Spurningarnir rapla úr teimum, meðan tey eygleiða myndatólið hjá myndamanninum.
? Eg tími ikki í Sosialin. Eg havi akkurát verið, sigur ein genta, tá hon finnur útav, hvaðani ókunnugu fólkini eru.
Hon sleppur undan. Seks onnur børn játta at gera eitt prát.
Teitur, Torkil, Rúni, Rannvá, Jóhanna og Diana, sum øll eru sjey ára gomul og ganga í ytra skúla á Venjingarskúlanum, eru sera tíðindafróð hendan dagin..

Úti er best
Tey seks eru øll samd um, at teimum dámar best at spæla úti.
Tá tosið fellur inn á, hvussu tað er at ganga í frítíðarskúla í mun til barnagarð, siga tey, at tey sleppa at gera meira av sjálvi, hvat tey gera, og hvar tey fara.
? Vit sleppa út um garðin her. Tað sluppu vit ongantíð, tá vit gingu í barnagarð, greiðir Rannvá frá.
? Ja, men bara til flaggstongina. Ikki longur enn tað, sigur Torkil og peikar út gjøgnum vindeygað fyri at vísa, hvar flaggstongin er.
Tey greiða frá, at tey plaga at fara á skate-boardbanan ella oman í skógina beint niðan fyri skúlan, sum tey sjálvi taka til. Tað halda tey eru stuttligt.
Tað letur ikki til, at tey høvdu tímað so væl at gjørt skúlating í frítíðarskúlanum.
? Jú, kanska roknað, men ikki at lesa, sigur Rannvá, tí hon heldur, at tað er ov nógvur larmur á frítíðarskúlanum til at kunna lesa. Hinar báðar, Jóhanna og Diana nikka og siga eisini, at tær høvdu tímað at roknað.
Torkil, Teitur og Rúni eru allir tríggir á einum máli um, at teir ikki høvdu tímað at gjørt skúlating í frítíðarskúlanum.
? Tað hevði ikki verið skek. Tá vil eg so nógv heldur sleppa út at spæla, sigur Teitur, meðan hann hyggur út.
Tey byrja at reisa seg nú og vilja sleppa aftur at spæla. Eina lítla løtu seinni eru tey aftur í ferð við tað, sum tey fingust við, áðrenn tey vórðu órógvað av ókunnugum fólki.