? Vit tíma ikki at drekka

Hesar tríggjar genturnar úr sjeynda flokki havi skrivað undir rúsfríu avtaluna hjá Bláa Krossi

Fríða Nolsøe Nielsen, Eydna Magnussen og Marita Tausen eru allar 13 ár og ganga í 7. flokki í Adventistaskúlanum í Havn. Men tað er ikki bert hetta, tær hava til felags. Tær hava nevniliga eisini allar tríggjar skrivað undir rúsfría avtalu. Tær siga seg hava gjørt hetta, tí tær tíma als ikki at gera nakað so býtt, sum at drekka.

Tá Karstin Olgar Lamhauge var og vitjaði tey í skúlanum og greiddi frá, hvussu ringt tað kundi vera at drekka, avgjørdu tær tríggjar beinanvegin, at tær skuldu skriva undir avtaluna. Tær hava ikki roynt rúsandi løg áður, og tað ætla tær sær heldur ikki at gera, tí tær fara nevniliga at leingja avtaluna á hvørjum ári.