Vit útflyta mest til Russland og USA

Laksur, makrelur og sild er tað vit selja mest

Samanborið við 2007 er útflutningurin vaksin úr 4,1 mia. kr upp í 8,6 í 2017 - ein vøkstur á 110% - og innflutningurin úr 5,5 mia. kr. upp í 7,2 mia. kr. – ein vøkstur á 31%. Tá í 2007 var eitt hall í handilsjavnanum 1,4 mia. kr., samanborið við nú eitt avlop á 1,4 mia. kr. í 2017.

 

Russland er tað landið, sum vit útflyta nógv mest til. 28% av samlaða vøruútflutninginum hjá Føroyum fer til Russlands. Hetta er nógv vaksið seinnu árini, tí fyri fimm árum síðan fóru einans 8% til Russlands. Útvið helvtin av útflutninginum til Russlands í fjør var laksur, 25% vóru makrelur og 20% vóru sild.

 

Vit útflyta næst mest til USA, og av vørunum til USA er 97% laksur.

 

Bretland er landið, sum keypir trið mest av okkara vørum, har laksur og toskur umboða hvør sín triðing av útflutninginum til Bretlands.

 

Verður hugt eftir samhandlinum við útheimin eftir høvuðsøkjum, sæst at ógviliga stórur munur er, hvussu býtið er í innflutninginum og útflutninginum. Av innflutninginum koma 57% úr Norðanlondum og 30% úr øðrum europeiskum londum. Av útflutninginum fara bert 14% til Norðanlond og heili 67% til onnur lond í Europa.