– Vit ætlaðu meira í ár

Hondbóltur: Kvinnurnar hjá Tjaldri máttu eftir dystin í gjárkvøldið finna seg í at vera áskoðarar, meðan tær hjá Stjørnuni og allir norðoyingarnir fegnaðust um føroyameistaraheitið. Ein av spælarunum var Annika Thomsen, sum staðfesti, at hetta gjørdist ikki kappingarárið hjá Tjaldri.
– Vit vildu sjálvandi ynskt, at tað vóru vit, sum vóru so glaðar, sum tær eru nú. Vit vita jú, hvussu stuttligt tað kann vera, tí fyri einum ári síðani vóru tað vit, ið fegnaðust, segði Annika, ið viðgongur, at tingini ikki gingu tann vegin, Tjaldur vildi hava tey at ganga í vetur.
– Nei, vit ætlaðu at stíla hægri í ár enn í fjør, men stórar útskiftingar hava merkt okkum. Onkrar hava verið skaddar og onkur upp á vegin, so tí hava vit havt trupult við at fingið spælið nóg flótandi.
Hinvegin var hon errin av, at Tjaldur kom so væl aftur í dystinum í gjárkvøldið, tá tað mitt í seinna hálvleiki eydnaðist at koma upp á javnt.
– Vit fingu verjuna at koyra væl, umframt at vit fingu tey málini, sum annars hava manglað. Men tað rakk bara ikki allíkavæl. Tær hava munin, tí tær kunnu alla tíðina skifta út og seta spælarar inn, sum hava orkuna. Tað kunnu vit ikki, sigur Annika.