Jegvan Bæk er formaður í Tórshavnar Bátafelag, sum hevur til endamáls at fylkja bátaeigarar og bátaáhugað at skipa fyri felags tiltøkum. Endamálið er eisini at veita tænastur til limir eins og vitjandi bátaeigarar, bæði innan-og uttanlands.
- Í nógv ár hevur felagið skipað fyri bryggjudansi í Vágsbotni leygardagin fyri ólavsøku, men í ár er tiltakið avlýst. Vit plaga at hava nógvar bátar og nógv fólk til bryggjudans - alt eftir, hvussu veðrið hevur háttað sær.
Jegvan Bæk vísir á, at okkurt árið, tá tað gjørdist oysandi regn, vóru eini 200-300 fólk til tiltakið, og okkurt annað ár, tá veðrið var av tí fagrasta, vóru fleiri enn 1000 fólk. - Vanliga hevur tiltakið hesi árini savnað eini 500-800 fólk í Vágsbotni, leggur hann aftrat.
Formaðurin í Tórshavnar Bátafelag sigur, at tað vanliga hevur verið, at bátar koma til bryggjudansin, og síðan vera teir liggjandi um ólavsøkuna.
- Hóast eingin bryggjudansur verður í ár, vænta vit kortini, at nakrir bátar fara at koma til ólavsøku. Í Vágsbotni hava vit eina gestabrúgv, har pláss er fyri nøkrum bátum, og síðan er vanligt, at tey á havnarskristovuni eru at tosa við, um onkur leys pláss eru við brúgvarnar og við bryggjukantin annars.
- Nú dugi eg ikki at siga, hvussu fólk fara at takla korona-trupulleikan á ólavsøku í ár, men tað eru bátaeigarar, sum hava ringt til felagið og hava spurt seg fyri um ólavsøkuna.
Jegvan Bæk vísir á, at gestabrúgvin er ætlað vitjandi, bæði føroyingum og útlendingum í summarhálvuni, og í felagshúsinum undir Bryggjubakka eru fasilitetir, sum vitjandi kunnu brúka.
- Tað er eitt gjald fyri at liggja við gestabrúnna. Vit, sum eiga bátar í høvuðsstaðnum, plaga vanliga ikki at liggja her, men lata heldur plássini til gestirnar. Sama er, tá vit vitja aðrastaðni. Tá sleppa vit at liggja sum gestir við teirra brúgvar.
Jegvan Bæk sigur, at seinastu dagarnar hava einir 2-3 seglbátar ligið við gestabrúnna í Vágsbotni.
- Vágsbotnurin er vorðin ein verulig perla við hugnaligum kafé’um og matstøðum, og tað er ikki so sjáldan, at vit, sum eiga bátar, liggja her eitt vikuskifti, hugna okkum saman og gera okkum ein góðan bita, sigur formaðurin í Tórshavnar Bátafelag.
##med2##