Finnbogi Ísakson:
Antin eri eg so gamaldags ella eri eg so góður føroyingur, at eg skoyti ikki um ES-pass. Tá tey spyrja hjá fútanum, um eg vil hava reytt ella grønt pass, hyggi eg við stórum eygum og royni at gita, um hetta er skemt. Men tann fryntliga kvinnan innan fyri diskin meinar tað í álvara. Kennir seg kanska ikki heilt væl at spyrja meg um slíkt. Sigur: "Vit skula spyrja".
Eg fekk tað grøna passið, og satt at siga havi eg ongantíð havt trupulleikar av tí. Hvørki í Moskva ella New York, Bangkok ella Rom. Ella nakra aðrastaðni.
Heldur ikki, tá eg fór til Kekkia í fjør. Har sum aðrastaðni hugdu teir eitt sindur meira at mínum passi enn øðrum, og eg kendi meg ikki sørt ernan. Vit ferðaðust við toki. Tá vit fóru um markið úr Týsklandi inn í Kekkia, skuldi passið vísast fram tvær ferðir. Fyrst skuldu týskarar síggja tað fyri at lova okkum úr landinum. Síðani skuldu kekkarar síggja tað fyri at lova okkum inn í landið.
Tá vit komu heimaftur var tað sjálvandi øvugt. Fyrst skuldu kekkarar síggja passið, og tað gekk skjótt. Teir tóktust ikki at hava nakað ímóti at sleppa av við okkum. Síðani skuldu týskarar síggja tað fyri at taka ímóti okkum.
Eftirlitsmaðurin hugdi leingi og væl at hesum undarliga passi, sum bendi á, at vit hoyrdu heima í fleiri londum, bæði í Føroyum og í Danmark. Hann orðaði okkurt við ein annan eftirlitsmann. Eg skundaði mær at siga: - Färöer Inseln! Og so skoytti eg uppí: - Fussball!
Tá stóð ikki á. - Ich weiss! Ich weiss! Segði týskarin og rætti mær smílandi passið. Føroyar og fótbólt, tað hevði hann hoyrt um. Hetta var eisini fáar vikur, áðrenn Føroyar spældu móti Týsklandi.
Spennandi løtur
Í hesum mánaðinum skal landsliðið spæla tveir spennandi dystir. Fyrst er tað dysturin móti íslendingum 7. juni. Íslendingar eru okkara nærmastu grannar, og kanska minna dystirnir millum føroyingar og íslendingar ikki sørt um dystirnar millum danskarar og svenskarar. Tað ræður um at vinna á grannanum - í allari viðskipiligheit. Enn hevur tað ikki eydnast okkum. Ein javnleikur er frægasta úrslitið higartil.
Danskarar plaga at taka til: - På det område er svenskerne foran os. Vit noyðast vist í mongum førum at siga tað sama um íslendingar.
Og so er tað tann heilt stóri dysturin móti Týsklandi 11. juni á Tórsvølli. Tann heilt stóri? Ja, man tað ikki vera frægast at siga tað, áðrenn dysturin er spældur?
Eitt tað fyrsta, sum teir gomlu í politikki lærdu meg, tá eg kom á ting, var, at eg mátti ongantíð undirmeta mínar mótstøðumenn. Gjørdi eg tað, so skuldi eg rokna við at tapa.
Tað sama er galdandi í fótbólti. Kundi ikki rættiliga lata vera við at bølast oman á hesum tankanum, tá eg í Sjónvarpinum sá brot úr landskappingardystinum herfyri millum B36 og EB. Mær tókti, at B36-arnir høvdu ikki hugsað um dagin fyri, at teir skuldu spæla móti einum fyrstudeildarliði.
Slíkt kemur eisini fyri í altjóðahøpi, og tað hevur givið okkum føroyingum góðar og spennandi løtur. Sum nú til dømis, tá eysturríkarar á sinni hildu seg hava "ráð" til at fara til Keypmannahavnar at ballast kvøldið fyri, teir skuldu spæla móti føroyingum - hesum útróðarmonnunum og seyðamonnunum, sum nóg illa mundu vita, at bólturin er rundur. Úrslitið tók teimum dygt.
Helst var tað hetta sama, sum gjørdi seg galdandi, tá landsliðið spældi móti Týsklandi í heyst. Teir vistu jú nóg illa, hvar Føroyar lógu. Og ein tummi ella tveir longur til vinstru í skotinum hjá Hjalgrím Elttør kundi havt við sær, at teir gjørdust uppaftur nipnari enn eysturríkarar.
Løtur sum hesar eru ógloymandi. Men mær hevur kortini altíð tókt, at tann mest spennandi løtan var teir minuttirnar - ella vóru tað bara sekund? - tá Føroyar lógu á odda í dystinum móti Russlandi. Ivan hin Ræðuligi og Gøtu-Tróndur. Tað átti ikki at borið til.
Professionelt
Hvussu tað man fara at gangast móti íslendingum og týskarum er ilt at siga. Men eitt er greitt: bæði millum leikarar, viðhaldsfólk, stuðlar og áskoðarar annars verður alt meira roknað við líkinda úrslitum, nú føroyskur fótbóltur er vorðin meira og meira professionellur.
Fyrr spældu vit bólt til stuttleikar. Bæði vit, sum funnu okkurt eitt slætt og opið pláss, ið kundi nýtast at spæla á, og teir, sum fóru upp í eitt lið. Um tað var dreingjaliðið ella fyrsta lið, sum spældi, so varð spælt til stuttleikar. Venjingarnar vóru eisini til stuttleikar. Frá fyrstu løtu vandu teir fótbólt.
Alt tað er søga. Nú fer stórur partur av venjingartíðini til eitthvørt heilt annað enn at spæla bólt. Nú skal kroppurin styrkjast, vøddarnir mýkjast, treystið mennast. Nú ræður ikki um at hava tað stuttligt. Tað ræður um at vinna. Nothing else.
Meira og meira peningur er eisini við í spælinum (um so er, at talan yvirhøvur er um spæl longur). Ikki bara peningur til útlendskar venjarar og annað slíkt. Nei, nú eru føroyskir fótbóltsleikarar eisini til sølu innanlands. Fyrr var tað ikki so óvanligt, at bygdadreingir spældu við havnarliðunum, tí teir gingu í skúla í Havn. Sjáldsamari var tað, at onkur ikki-innføddur spældi við KÍ ella TB.
Nú á døgum verða klaksvíkingar keyptir til Havnar og havnarmenn til Gøtu. Osfr. Tað mundi vera í fyrraárið, at Herfølge gjørdist Danmarkar-meistari. So vítt eg veit var ikki ein tann einasti spælari á liðnum føddur og vaksin upp í Herfølge. So galið er tað ikki blivið í Føroyum. Men man tað vera so langt burturi, at Nólsoy gerst Føroyameistari?
Øll henda professionalisman hevur við sær, at vit vænta okkum nakað av landsliðnum. Eisini tá tað skal spæla móti eini teirri mætastu fótbóltstjóðini í heiminum. Sjálvt um henda tjóðin man vera betur fyrireikað hesaferð enn seinast.
Hvussu hilnaðist? Tað kunna vit tosa um aftaná.