Reyði Krossur: Vit hava als ikki uppiborið henda heiðurin.
Vit gjørdu bara tað sum vit kundu vístu bara medmenniskjaligheit mótvegis okkara ungu vinfólkum, søgdu tey bæði, eftir at hesin heiður varð vístur teimum.
Men tað vóru kortini onnur sum høvdu sæð hetta og settu prís uppá tað: At tað, sum tey bæði gjørdu eftir hesa vanlukkuna var so mikið gott og rætt, at onnur áttu at frætt um hetta.
Hesir persónar komu tí við uppskoti til Reyða Kross um at Kári og Lydia skuldu skjótast upp at gerast ársins fyrstuhjálparar 2005.
Millum fleiri onnur av góðum uppskotum, valdi so Reyði Krossur hetta. Í roynd og veru var hesa ferð talan um størstu nøgdina av uppskotum nakrantíð, upplýsti Suni Vinther, formaður í føroysku deildini av Reyða Krossi á samkomuni.
Tað má vera tekin um, at áhugin fyri fyrstuhjálp og týdningurin av hesi vitanini kemur víða um. Fólk hava so líðandi fingið eyguni upp fyri, hvussu neyðugt tað er at duga fyrstuhjálp.
Kári Durhuus segði sjálvur, at hann ikki hevur nakað skeið í fyrstuhjálp.
Men nú síggi eg, at tit bjóða til skeið í fyrstuhjálp. Og eg fari tí, sum fyrsti persónur at tekna meg til hetta skeiðið, segði Kári.
Bæði vóru tey rættiliga rørd yvir heiðurin, sum teimum var vorðin vístur. Lítil ivi var kortini um, at øll mundu gleðast saman við teimum.
Mátti vera eitt mistak
Tað var tíðliga leygarmorgun 1. januar í fjør at ein ferðsluvanlukka hendi heimanfyri Norðasta Horn í Havn.
Eitt prutl kom henda nýggjársmorgun illa fyri, og tað syrgiliga úrslitið av hesi hending var, at tvey ungfólk lótu lív ein genta og ein drongur. Beiggi henda dreingin slapp við lívinum.
Foreldur hjá hesum dreingjum eru Kári og Lydia Durhuus. Og fyri tey var henda vanlukkan tað ringasta sum henda kundi.
Hetta var als ikki veruligt. Henda vanlukkan átti als ikki at verið hend, søgdu tey bæði.
Nakrar tímar eftir vanlukkuna henda morgunin vórðu tey biðin um at koma oman á Landssjúkrahúsið tí ein vanlukka var hend. Fyrsta hugsanin hjá teimum var, at her mátti vera talan um eitthvørt mistak. Tað máttiv era barnið hjá onkrum øðrum hjúnum.
Vit vóru púra sannførd um, at her var talan um eina misskiljing. Eg hevði jú tosað við hann beint frammanundan. So hetta kundi ikki vera okkara sonur.
Tað bar simpelthen ikki til, greiddi Lydia frá.
Sonurin og Lydia tosaðu saman um fýra-tíðina henda morgunin, og tá var einki sum bendi á, at hetta skuldi gerast ein slík vanlukkulig nátt fyri hesa familjuna.
Borin av eingli
Eftir at tey høvdu fingið boðini um vanlukkuna fóru tey so á Landssjúkrahúsið.
Tá fingu tey veruliga at vita, hvat var farið fram árla henda morgunin: Eitt prutl hevði rent á ein steyra. Tvey ungfólk vóru deyð, og støðan hjá tí triðja fólkinum var kritisk. Og hetta triðja fólkið var eisini sonur teirra.
Hann var veruliga í lívsvanda. Hann hevði fingið tveir álvarsamar skaðar: Tað bløddi frá livrini og lunguni høvdu fingið stóran skaða.
Nei, hetta sá ikki so gott út, viðgekk Lydia.
Mitt í øllum vónloysinum sóu tey kortini eisini, hvussu heppin hesin sonurin í roynd og veru hevði verið. Og tað, hóast hann varð slongdur einar 15 metrar gjøgnum luftina.
Ja, hann lá allar hesar metrarnar burtur frá staðnum, har beiggi hansara lá.
Tað var sum um ein eingil hevði borið hann hesa løtuna. Hann hevði gottnokk fingið álvarsaman skaða, men ikki verri enn so enn at hann kortini yvirlivdi!, greiddu tey frá.
Í hesum sambandi ynskja tey eisini at senda teirra hjartans tøkk til læknar, prestar, løgreglufólk, sjúkrasystrar, portørar og mong onnur sum vóru saman við teimum hesa tíðina.
Hetta vóru alt sera vælkvalifiserað fólk, sum gjørdu teirra arbeiði til fulnar, siga tey bæði.
Lamsligin
Tað var kortini ikki hesar umstøður sum gjørdu at hjúnini bæði vóru kosin sum ársins fyrstuhjálparar.
Tað sum tey gjørdu í døgunum aftaná hendingarnar, var so mikið virðismikið fyri tey sjálvi og ikki minst fyri vinfólkini at uppskotið um at veita teimum henda heiðurin varð grundað á júst hetta.
Stutt eftir at tey vóru komin á Landssjúkrahúsið henda nýggjársmorgun byrjaðu fyrstu vinfólkini hjá teimum ungu at savnast har. Ta einu løtuna vóru um 50 ungfólk savnaði saman á sjúkrahúsinum.
Hjúnini sóu beinanvegin, at hesi ungfólkini ikki vóru komin saman hagar fyri at forvitnast um gongdina. Tey vóru komin saman við einum fyri eyga: At vísa samkenslu við teimum, sum vóru rakt av hesi syndarligu vanlukkuni.
Vit sóu týðiliga, at tað ikki bara vóru vit sum vóru púrasta lamsligin. Øll vinfólkini hjá teimum ungu vóru sera kedd um tað, sum var hent.
Tey vóru biðin at fara heim til húsa aftur, meðan bíðað var. Men tey vildu ikki fara avstað. Tey vildu vera saman hesa løtuna, greiddu tey frá.
Tá tóku tey stig til at bjóða teimum ungu til eina samkomu á Landssjúkrahúsinum, har tey kundu tosa saman og ikki minst út um hesa ræðuligu hending.
At tørvur var á eini slíkari samkomu eina slíka løtu var neyvan nakar ivi um. Á samkomuni vóru úti ímóti 150 fólk.
Vanta tilboð
Henda samkoman varð hildin mánakvøldið eftir, har tosað varð opið og erligt um øll viðurskifti í sambandi við vanlukkuna.
Vit halda, at hetta gav teimum frið í sinnið. Nú høvdu tey eina klára mynd av tilburðinum, og høvdu persónliga fingið eitt grundarlag at arbeiða víðari við.
Hetta var ikki annað enn ein menniskjanslig gerð móti øðrum. Vit kundu snøgt sagt ikki gera annað, søgdu Kári og Lydia.
At kunna hittast í tílíkum forumi er kortini ikki gerandiskostur hjá teimum ungu í Havn. Og tí heldur Lydia at eitt gott hugskot hevði verið at givið teimum eitt stað, har tey kundu savnast og tikið slík evnir upp.
Tá eg var ung, var virksemið í Skansastova í hæddini. Men hvørji tilboð eru í Havn til tey ungu undir 18 ár í dag?, spyr Lydia.
FAKTA
Fýra greinir í fyrstuhjálp
" Steðga vanlukkuni
" Lívbjargandi fyrstahjálp
" Boðsend hjálp (tlf. 112)
" Veit vanliga fyrstuhjálp
Fleiri uppskot til ársins fyrstuhjálpari
Tiltakið byrjaði fyri meiri enn 15 árum síðani hjá Reyða Krossi í Danmark. Í Føroyum varð ársins fyrstuhjálpari valdur á fyrsta sinni í 2001.
Hesi fólk ella umstøður vóru í uppskoti til ársins fyrstuhjálparar fyri 2005:
Kári og Lydia Durhuus fyri debriefing á Landssjúkrahúsinum í januar 2005 (sí grein).
Tá Jógvan Clementsen varð bjargaður við bátabrúgvarnar í Klaksvík hin 29. september 2005
Arni Dalsgaard í Miðvági fyri bjarging av ungum dreingi úr Miðvági. Hendingin fór fram, tá menn vóru farnir norður í Urðina eftir seyði hin 18. oktober 2005. Jollan, sum drongurin var í koppaði, men hann varð kortini bjargaður.
Feðgarnir Hjalgrím (Gimmi) og Sigmund Andreasen í Vági fyri hjálp í samband við eina syrgiliga ferðsluvanlukku í Vági hin 27. oktober 2005. Teir skipaðu fyri at verja móti kulda, fingu eisini tilkallað hjálp og sjúkrabil, eins og teir veittu sálarliga fyrstuhjálp.
Súsanna Olsen í Klaksvík fyri hjálp og umsorgan umborð á eini ambulansu ávegis til Havnar hin 9. desember 2005. Ambulansan varð noydd at steðga, tí sjúklingurin var blivin vánaligur, eins og ein avvarðandi, sum var við henda túrin, tørvaði umsorgan.
Hjúnini Mirjam og Victor Carlsen, saman við Sveinbjørn Jakobsen góvu hjarta- og andahjálp, tá ein eldri maður, Leivur Grækarisson bráddliga small um á morgunmøti í Evangeliihúsinum í Havn hin 18. desember 2005. Pulsurin á manninum var burtur, men hesi trý góvust ikki at hjálpa. Løtu seinni var sjúkrabilur á staðnum og maðurin lat upp aftur eygu síni.