-Vit vóru betur í dag

Eftir dystin fingu vit orðið á Niels Viggo Niclassen hjá H71. Hann var sera fegin um sigurin, men helt at H71 var betra liðið allan dystin, og at sigurin var fult uppiborin.
- Eg haldi, at sigurin var fult uppiborin. Sjálvt um 34 mál fara ígjøgnum, so stendur verjan sera væl. Tað hevði stóran týdning, at Halgir var við aftur í dag. Hann spældi fyri tað mesta í verjuni, og hetta vísti seg at hjálpa. Eisini álopið koyrir væl í dag, og eg haldi, at vit eru betri enn teir í øllum fasum av spælinum. Sum heild haldi eg, at vit vístu ein sannan liðinnsats í dag, og nú koyra vit bara á restina av dystunum undan jólum.