Vit vanda okkum ikki nóg væl um orkunýtsluna

- Í nútímans samfelagnum er atgongd til orku ein sjálvfylgja, og eigur samfelagið at skapa karmar fyri, at orkuveitingin er so trygg sum gjørligt, eins og brúkarin fær orku so bíliga sum tilber innan teir karmar, sum orkupolitikkurin setir. Men neyðugt er at gagnýta oljuna so skilagott sum gjørligt, soleiðis at vit ikki brenna meir enn neyðugt og harvið økja um útlát av skaðiligum evnum, segði landsstýrismaðurin í orku-og umhvørvismálum, Bjarni Djurholm, á fundi í Norðurlandahúsinum mánadagin

Orka-og umhvørvi

Mánadagin skipaði Vinnumálaráðið fyri áhugaverdum og vælmøttum fundi í Norðurlandahúsinum, har landsstýrismaðurin í orkumálum, Bjarni Djurholm, legði fram fyribils uppskot til føroyskan orkupolitikk. Við á fundinum var eisini fyrrverandi danski orku-og umhvørvismálaráðharrin, Svend Auken, sum helt áhugaverdan fyrilestur um orku og umhvørvi.
Bjarni segði, at fyrsti fundurin í hesi røðini varð hildin um hesa tíðina í fjør, tá ið Bjørn Lomborg helt fyrilestur við støði í bók síni, Verdens sande tilstand  og í dag er so Svend Auken komin at greiða okkum frá sínum royndum sum ráðharri í Danmark á markamótinum millum orku og umhvørvi.
- Hesi bæði økini eru sum kunnugt ógvuliga nær knýtt, legði landsstýrismaðurin aftrat.

Arbeiðsbólkur
Bjarni segði, at á sumri í fjør setti Vinnumálaráðið ein arbeiðsbólk og ein hoyringsbólk at orða uppskot til orkupolitikk og eina el-veitingarlóg fyri Føroyar. Í bólkunum sita umboð fyri Vinnumálaráðið, Oljufyrisitingina, SEV, Røkt, kommunurnar, Føroya Náttúru-og Umhvørvisverndarfelag og vinnulívið.
- Hetta arbeiði skal eftir ætlan verða liðugt á sumri 2006, og í arbeiðssetninginum verður áherðsla løgd á, at ávegis kunning verður framd. Tað er í hesum høpi, at orðaskiftið um orku var á løgtingi fyrr í ár og dagurin í dag skulu síggjast.
Bjarni kunnaði síðan um arbeiði at orða ein føroyskan orkupolitikk og el-veitingarlóg.
- Við vaksandi oljuprísum og skaðiligari ávirkan á okkara umhvørvi, er tað alt meira umráðandi, at vit tryggja eina so munadygga gagnnýtslu av okkara orkutilfeingi sum yvirhøvur gjørligt.
Landsstýrismaðurin segði, at tá ið tosað verður um orkupolitikk, verður hesin vanliga býttur í trý atlit, sum hann tók til; orka, búskapur og umhvørvi.
- Okkara orkuskipan má verða soleiðis háttað, at hon er búskaparliga skilagóð og samstundis, at hon ávirkar okkara umhvørvi minst møguligt. Hetta er avbjóðingin.
Hann vísti á, at vit í dag innflyta mest sum alla orku í formi av ymsum oljuúrdráttum, meðan ein minni partur av okkara orkutørvi verður nøktaður av "heimligum tilfeingi" so sum vatn og vindi.
- Tað er neyðugt, at vit økja um gagnnýtsluna av bæði teirri innfluttu orkuni, umframt at vit áhaldandi troyta okkara egnu orkukeldur.
Landsstýrismaðurin nevndi, at í rakstrinum av motorunum á Sundi, sum standa fyri 60% av okkara el-framleiðslu, hevur avlopshitin ikki verið gagnnýttur.
- Hetta er ikki skilagott, og tí er tað gleðiligt at staðfesta, at ítøkilig stig nú eru tikin til at knýta Sundsverkið í fjarhitaskipanina í Hoyvík, segði hann.
Bjarni segði, at við heimligum orkutilfeingi ber til at troyta vindorkuna enn meira, bæði til el-framleiðslu, men so sanniliga eisini til upphiting av vatni í einari framtíðar fjarhitaskipan.
- Orkupolitikkur er at hugsa langsiktað, sum landsstýrismaðurin tók til.

Gagnnýtslan
Hann segði, at í nútímans samfelagnum er atgongd til orku ein sjálvfylgja, og eigur samfelagið at skapa karmar fyri, at orkuveitingin er so trygg sum gjørligt, eins og brúkarin fær orku so bíliga sum tilber innan teir karmar, sum orkupolitikkurin setir.
- Ein háttur at tryggja rættan prís til endaliga brúkaran er at skipa økini í kapping, har tað ber til og annars at regulera tað virksemi, sum náttúrliga eigur at skipast við einkarrætti.
Landsstýrismaðurin segði, at vit mugu gagnnýta oljuna so skilagott sum gjørligt, soleiðis at vit ikki brenna meir enn neyðugt og harvið økja útlát av skaðiligum evnum.
- Hóast hetta ljóðar sum ein sjálvfylgja, eru ov nógv dømi í Føroyum um, at vit ikki vanda okkum nóg væl um oljunýtsluna.
Hann segði, at tá ið inntriv verða framd í náttúruna í samband við bygging av orkuverkum, skulu vit tryggja okkum, at hetta ikki hevur óhepna ávirkan á náttúruna.
- Eitt týðandi amboð í hesum høpi er, at árinskanningar verða gjørdar soleiðis, at rætta grundarlagið er til staðar at gera av, hvørt ein útbygging kann loyvast.


Munadygg gagnnýtsla
Bjarni Djurholm greiddi síðan frá, hvussu landsstýrið heldur, at munadygg gagnnýtsla av orkutifeinginum kann fremjast, og í hesum sambandi endurtók hann, at nógv orka fer til spillis hvønn dag á oljuriknu verkunum.
- Men tað eru eisini størri íðnaðarvirki við stórari orkunýtslu, har ov nógv fer til spillis. Hetta má broytast  og ætlanin er tí, at komandi orkulóggáva og orkupolitikkur skulu tryggja eina nógv betri gagnnýtslu enn hana, vit hava.
Landsstýrið kundi eitt nú hugsað sær, at nýggj orkuverk við einari ávísari stødd skulu endurnýta spillhitan - og at verandi verk kunnu fáa álagt at fáa hesi viðurskifti í rættlag innan ávísa tíðarfreist.
- Ásannandi. at búskaparligu "incitamentini" í summum førum ikki eru til staðar, kann hugsast, at landið stuðlar verkætlanir av hesum slag, segði hann.
Bjarni vísti eisini á, at partur av arbeiðnum hjá arbeiðsbólkinum er at kanna, hvørjir møguleikar eru at nýta vindorku í størri mun, enn vit gera í dag, bæði til el-og hitaframleiðslu. Sum dømi kann nevnast, at beinleiðis oljukostnaðurin fyri hvønn framleiddan kilowattíma á Sundverkinum er nú so høgur, at hann er á støði við - ella dýrari - enn vindorka.
- Tí eiga vit at økja sum mest um vindorkuna innan tær tøkniligu avmarkingar sum eru galdandi, legði hann aftrat.

Orkunýtslan
Í Føroyum er eingin almenn byggireglugerð sum ásetir krøv til sethús og aðrar bygningar um teirra orkunýtslu, og hetta helt Bjarni ikki vera nóg gott, sum hann tók til.
- Her eru stórar nøgdir av orku, sum kunnu sparast við skilagóðari bygging og nútímans tøkni, eitt nú við lágorkugløsum, bjálving og stýringum.
Landsstýrismaðurin vísti á, at størsta orkunýtslan í Føroyum fer fram á sjónum, har fiskiflotin brúkar eini 43% av samlaðu oljunýtsluni, sum svarar til eini 100.000 tons av olju hvørt ár.
- Tað er tí neyðugt, at vit eisini her seta okkum mál um orkusparingar.
Um prísirnar á orku, segði Bjarni, at her eru ikki nógvir "parametrar", sum vit kunnu ávirka.
- Vit eru undirløgd oljuprísinum á heimsmarknaðinum og kunnu ikki gera annað enn at minka um spillið so nógv sum gjørligt og syrgja fyri, at vit hava ein vælvirkandi marknað.
Hann minti á, at framleiðsla, flutningur og søla av el-orku í dag er skipað sum monopol undir kommunala felagsskapinum SEV uttan almennar heimildir at regulera hetta virksemi.
- Hendan skipan verður hildin at vera ótíðarhóskandi, og tí verður arbeitt - í samstarvi við kommunurnar og SEV  við at tilevna uppskot til, hvussu el-orkumarknaðurin kann verða umskipaður. Her verður ítøkiliga hugsað um, at landið tekur yvirskipaða ábyrgd av el-orkuøkinum, og við eini komandi el-veitingarlóg kann regulera virksemið í samband við framleiðslu, flutning og sølu av el-orku, segði hann.

Oljuprísir
Bjarni nam eisini við gongdina í oljuprísunum á heimsmarknaðinum árini 2001-2005.
- Her sæst, at prísurin er vaksin úr 23 dollarum uppí 46 dollarar. Hetta er ein tvífaldaður vøkstur, sum rakar húsarhald og vinnulív beinleiðis. Samanbera vit innflutningin av oljuúrdráttum fyri fyrsta hálvár 2004 við sama tíðarskeið 2005, sæst, at innflutningurin í tonsum er vaksin 4%, meðan innflutningsvirðið er farið úr 249 miljónum krónum upp í 360 miljónir krónur. Hetta er ein vøkstur upp á 48 % í innflutningskrónum, segði landsstýrismaðurin.
Hann helt ongan iva vera um, at vit í Føroyum kunnu fremja stórar sparingar í oljunýtsluni, um rætt verður atborið, og í hesum sambandi nevndi hann eisini, at Føroyar luttaka í norðurlendskum samstarvi um burðardygga orkuveiting.
- Tað verður Nólsoyggin, sum verður royndarøki í gagnýtslu av vindorku til framleiðslu av el, hita og vetni. Harumframt eru stig tikin til ítøkiligt samstarv við Ísland og Grønland á vetnisøkinum, segði landsstýrismaðurin.
Uppskot til orkupolitikk og el-veitingarlóg verður ætlandi lagt fyri Føroya løgting á sumri í 2006.