- Vit verða bumbað 20 ár aftur eftir

Niels Mortensen, stjóri í Miklagarði, heldur avgerðina um at spara burtur ta einu frukt- og grøntleiðina hjá Faroe Ship, vera sera keðiliga. Mann verður bumbaður 20 ár aftur eftir, heldur hann

- Hetta er triðju ferð tey hava roynt at flyta inn frukt og grønt tvær ferðir um vikuna, mann hevur lagt nógva orku í at fáa tað at rigga, og so verður mann bara bumbaður 20 ár aftur í tíðina. Bæði vit og okkara kundar, sigur Niels Mortensen, stjóri.

Niels Mortensen er sera harmur um avgerðina hjá Faroe Ship. Viðskiftafólkini hjá Miklagarði hava verið glað fyri at fáa fríska frukt og frískt grønmeti tvær ferðir um vikuna, og bert at fáa frukt og grønt eina ferð um vikuna, er ov vánaligt, heldur hann.

Sum heild heldur stjórin í Miklagarði lítið um flutningsmøguleikarnar í Føroyum. Til dømis kundi hann hugsað sær at fingið vøruna flutta loftvegis, og hevði ynskt at Atlantic Airwys tók initiativ til at flyta vøru.

- Hetta eru vit absolutt ikki glað fyri. Eg sakni aðrar møguleikar á økinum, og vóni at flogfelagið tekur initiativ til at flyta vøru í staðin, sigur Niels Mortensen.